Vi bruger Cookies!     

         
 X     
*****

Sumba


 


forfatter
f. Poul Frederik Joensen i Sumba, Færøerne, kaldet Pól F.

Poul F. Joensen (1898-1970)

1898  Født Født: 18-11-1898
1917  Uddannelse lærereksamen (seminariet i Tórshavn)
1923  Note 23-08-1923 gift med Julia Mortensen
1924  Debut Debut i bogform: Gaman og álvara (digte)
1955  Pris Tipsmidler
1963  Pris Den færøske Litteraturpris (M.A. Jacobsens Heiðursløn): Gaman og álvara, Millum heims og heljar, Lívsins kvæði og Seggjasøgur úr Sumba
1970  Død Død: 27-6-1970

 

 

Skrivað hevur: Tórður Jóansson Samrøða við Poul F.  

Eg var borin í heim í Laðangarði í Sumba, vaks upp í einum lívsglaðum heimi, við sangi, kvæðum og bókum úti á Hargagarði. Eg royndi at ríma ørindir frá fyrst, eg minnist, men mín fyrsta veruliga roynd at yrkja, var ein lítil táttur, bert sjey ørindi, um eina sera láturliga hending, sum eg sjálvur var áskoðari til. Eg havi verið um 6 ár, tí eg var ikki farin í skúla og dugdi ikki at skriva, men eg skrivaði ørindini upp við prentstavum, tí eg dugdi longu at lesa um 5 ára gamal.   Tað hevði ein trý ár eldri skúlagenta, sum altíð spældi saman við mær, lært meg saman við spæli og leiki, tí hon hevði ofta skúlabøkurnar við, og eg var forvitin. Síðani helt eg fram við at venja meg sjálvur, tí bøkur trutu ikki, heldur enn bløð sum Familje Journal við nógvum lokkandi myndum fyri ein forvitnan óvita. Av ævintýrum las eg fremst Grimms ævintýr og 1001 nátt, H. C. Andersen hevur mær ongantíð dámt eins lítið og Grundtvig og Kierkegaard. Tað var ikki av tilvild, at ein táttur var mín fyrsta trilvandi skaldaroynd. Ávirkaður havi eg mest verið av kvæðunum og sumbiarmentanini. Sumbiarmentan er fedranna mentan.

Eg var 9 ára gamalur, tá eg byrjaði at yrkja kvæði. Eg havi fleir av teimum enn, og eru tey lík teimum vánaligu eldru kvæðunum. Kvæðir yrkti eg, til eg 14 ára gamalur fór undir Ísland at fiska. Afturkomin fekst eg við at yrkja sangir á føroyskum og donskum hvørt um annað. Áðrenn eg fór úr skúlanum, var bert ein tími um vikuna av føroyskum upplestri komin í lag.

Fimtan ára gamalur fór eg til Havnar á læraraskúla, tað var í 1914, beint áðrenn veraldarstríðið fyrra byrjaði. Mær dámdi tað lítið, tí eg vildi sleppa við feløgum mínum frá árunum frammanundan, ið nú ætlaðu sær við sluppini Robert Miller til Íslands, men eg varð tikin av ráði av teimum gomlu. Teir fóru avstað við Robert Miller og spurd­ust ongantíð aftur. Eg fór til Havnar og ani enn, man ikki eitthvørt Guds barn hugsa: betur tú var farin eisini, og hvør veit, kanska tað hevði verið betri fyri báðar partar, at eg nú sat í Abrahams fangi við Ísaki og Jákupi í dýrdarríki, tí so hevði eingin verið at skapa ófrið í okkara slíggj­uta dunnu­hyli, og tey lágføttu kundu tá í friði og náðum blabbrað sítt tilvanda dunnu­blabb og sovið sín trygga svøvn av fullari kjós, uttan at verða støkt úr svøvni so dáttliga, at ein ikki visti antin hann var sokkin ella flotin og vaknaði sum millum heims og heljar av búrhundinum, ið kollvelti.

Onkur spyr væl, hvør skipaði hasum beinum leiki, at eg ikki fór við til Íslands, ein svarar væl kanska Harrans hond, ein annar kanska Illimaður, eg sigi, ein tilvild, hin starblinda lagna.

Eg var av villastu óvitum. Á tólv ára aldri byrjaði viðhvørt ivi í mær, um alt hetta, eg las í bíbliusøguni og Bíbliuni, sum eg tá hevði lisið tvær ferðir á tambi, sum eina aðra søgu, lítlu Karls- og Olgars krýniku og Snorra og Saxo Grammaticus, sum vit høvdu alla, og eg var hugtikin av somu evnum um sama mundið. Eg fekk meg so illa at trúgva slíkum søgum sum Jónasi í hvala-kíkinum, himmalferð Líggjasar profets á rossa­vogni og esilið, sum prædikaði Bileam profetin aftur á rætta leið, ei heldur trúði eg um ravnarnar, sum hildu lív í Líggjasi profet­inum við deyðseyðabeinum, meðan hann búði við ánna Krit til hann reiðiliga var settur í smørleyp afturímóti við hini ótømandi mjølkrukk­uni og olivinoljukrússinum hjá einkjuni í Sarepta og so hundraðir av líknandi søgum. Seinri kom afturat ivin um hin trístrenta Gud sum tó bert var ein, hvussu trý kundi vera eitt, fekk eg ikki í mítt fýrkantaða høvd. Eg fati tað ikki enn, hóast eg veit, og havi hoyrt tað sjálvur frásagt, at prestarnir og teirra líkar eru slík flogvit, at teir rokna tað út so lættliga sum at drekka ein kopp av vatni, eins og alt hitt fløkta heilaspunna tankatógvið, hvussu hesin sami tríeinti Gudur kann vera altvitandi og algóður og samstundis so fyrireika eftir Bíbliunnar egnu orðum, at hann hevur skapað fanan og helviti fullbúgvið við báli og brandi at taka ímóti okkara syndabjølgum, langt áðrenn nakað mannabarn hevði sætt dagsins ljós, og tá ið so Ádam og Eva ganga syndafrí í Edens urtagarði, vísir hann teimum á eplið, og sigur, at tey máttu ikki eta av kunnleikans træi, tó at hann sum altvitandi fullvæl visti, áðrenn skapingardag, at tey fóru at gera tað, hóast ávaring hansara. Og tá ið so eplið eftir hansara egnu forhonds vitan er etið, letst hann sum tað var hitt mest óhugsandi, ræðiligasta brotsverk, her var útint, og bannsetir tey og alt livandi á fold­um, sjálvt nýføðingar og djór. Í 4000 ár, eftir prestanna meting, gongur hann so í harmi og goymir upp á Ádams brotsgerð, sum hann ikki á nakran hátt kann fyrigeva manni. So knappliga skiftir hann sinnalag, og sendir einasta son sín til jarðar, og tá ið vit so hava krossfest Gudasonin, sum hin altvaldandi og altvitandi visti frammanundan, verður pápin so findarblíður aftur, sum hann ikki hevði verið síðan undan syndafall­inum. Hetta er mergurin í kristna átrúnanum, beinleiðis, sum Bíblian greiðir frá, og prestarnir og teirra líkar prædika um. Hann skal hava fleiri heilavindingar enn eg, ið kann greiða hesa babylonsku, egyptisku, hellensku og jødisku heilavillu, synda- og frælsisfløkju. Og fleiri hugsandi unglingar enn eg mugu hava rent høvdið ímóti hesum knortluta steinaldarmúri, sum enn verður bygt á, og tí er eitt talandi dømi um, at meginparturin av fólki í dag, frá manninum á gøtuni til hin teologiska professaran, ikki dugir at hugsa frægari enn steinaldarmaðurin, sum geipaði trúligt og ótrúligt, líkt og ólíkt saman í ein heilavillan vavgreyt, tí hann visti ikki, hvat ið logisk, altso fylgjurætt hugsan var. Eg má siga, at eg var illa við, fyrsta mær rann í huga, bíbliusøgurnar vóru ótrúligar, og eg bað Gud bønliga fyrigeva mær, tí eg visti væl, hóast eg bert var tólv ár, at ein skuldi trúgva øllum, leyst og fast, blundandi, ella hevndi Gud seg. Tað hevði eg sjálvur lisið mong dømi um í bíbliusøguni. Eg gekk í kirkju, men tvætl, ivin herjaði á, harðari fyri hvørja ferð, og ein tíð rann við skiftandi iva og syndaiva, eg óttaðist Guds hevnd og tordi ikki at geva meg ivanum heilt í vald.

Eitt kvøldið, eg var bert trettan ár, tá eg hevði verið serliga illtrúgvin um dagin, tók eg til ráð at yrkja ein sálm til at blíðka Várharra við, eg minnist nú bert tvær reglur úr einum ørindi: »Du tilgav David for hans bøn, så tilgiv mig Guds kære søn.« Men einki batti, ivin fekk líðandi fastari fótafesti. Ongum tordi eg at lata meg upp fyri, tí eg helt tað vera ov stóra skomm at siga nøkrum frá, hvussu heiðin eg var vorðin, báði fyri meg sjálvan, og so fyri faðir og móður. Eg mátti einsamallur stríða mítt stríð og við egnari megi kvetta ein fyri og annan eftir av átrúnans hýggjuskotnu høgguslokkaørmum. Eg varð konfirmeraður í Porkeris kirkju, satt at siga hoyrdi eg lítið og einki av konfirmatiónsrøðuni, eg var meiri hugtikin av mínum konfirmatiónsbúna og gentu. Aftaná var eg boðin inn til skyldfólk í Vági, og tveir aðrir sumbiardreingir eisini. Vit tríggir skemtaðust í góðum lagi um mangt og hvat okkara millum; tá leyp mær av munni: Her situr hin heiliga tríeinigheitin og drekkur kaffi. So brátt, sum eg hevði sagt hesi orð, runnu mær í huga orðini í halgubók, at fyrigeving fanst fyri øllum syndum uttan synd móti halga andanum, slíkt kundi ikki fyrigevast fyri allar ævir. Eg var ógvuliga illa við, tí við áðurnevndu orðum hevði eg jú háðað andan halga, tá eg líknaði okkum tríggjar við Gudarnar. Hesi míni orð runnu ofta fram fyri meg ta fyrstu tíðina og fyltu meg við helvitis ótta, men so við og við fann eg uggan í teirri trúgv ella hugsan, at hetta um andan halga var kanska geip, sum so mangt annað í halgubók. Vitið vann líðandi av venjing og vana.

Í Havnini bar eg saman við ein 3–4 ára eldri læraranæming, ið var ein vitugur og mentaður unglingi, kunnigur við og ávirkaður av I. P. Jacobsen, stóra danska skaldið. Hann var fyrsta menniskja, eg hitti við somu hugsan um átrúna sum eg sjálvur, men hann var væl meiri vitandi og búgvin, og hann kundi eg skifta orð við um øll míni áhugamál. Aftan á skúlatíðina í Havn skiltust okkara gøtur, hann var viðvendur, endaði sum missiónsmaður – mangt er forborgið. Eg stóð undrandi eftir, og tað undrar meg enn, men heilsu mína og tøkk fyri havnartíðina veiti eg honum her.

Í skúlatíðini kom eg saman við Chr. Matras, sum tá fekk sínar fyrstu yrkingar prentaðar; hann var borin á lógvunum av Mads Jacobsen og Rikard Long, ið settu stórar vónir til henda unga alva og hansara skaldagávur, og síðani eggjaðu og stuðlaðu teir honum til at taka dr. Jakobsens vísindaliga málstarv uppaftur. Eisini William Heinesen kom eg at kenna, tí hann gekk inn til madam Ellingsgaard, har eg gisti, at hitta Knút Nygaard seinni lækna, sum eisini gekk í realskúla. William og eg vóru lítið kendir kortini, vóru ókendir altso, tvey óskrivað bløð, ið ikki høvdu vágað at bjóða okkum fram sum skald á prenti eins og Christian. Eg yrkti tó yrkingar, meðan eg var í Havnini, men smæddist at koma fram við teimum. Eg var 16 ár, tá eg yrkti eina, um hvør ið ymist er við religiónum, ið endaði so:  

Nei, lívið er nóg fløkt og stutt, sum tað er,
latið okkum njóta og elska alt her.
Lat hvønn sínar gudar eiga,
hvat nyttar at stríða um keisarans skegg,
um hvat ið er handan lívsins vegg,
lat deyðan gá sín veg.

 

     Frá: http://heima.olivant.fo/~dholm/PolF.htm 

                                   Dennis Holm.  

Innihaldsyvirlit

1. partur - Lívssøga og fosturlandsyrkingar

    Til Føroyar

    Trælabandið

    Langtan í útlegd

2. partur - Lívssøga og kærleiksyrkingar

    Grønlandsfararin og gentan

    Til mína

    Góða ongantíð fer tú úr huga

    Saknur

    Tú dregur meg sum ein magnetur

3. partur - Lívssøga og yrkingar viðv. deyðanum

    Sjólátin

    Ein gravarferð jóladag 1949

    Móðurin í moldini

    Áh, kundi á tíðarhavi

    Jarðarferðin

    Nesbóndatátturin

   

    Sjálvstýri Føroya veksur sum kálvahali

    Kærleiksboðið

    Av øllum londum

1. partur. LÍVSSØGA & FOSTURLANDSYRKINGAR

Pól F. Joensen er føddur 18. november í 1898 í Laðangarði í Sumba (og doyði í 1970.) og vaks upp á, tí í suðuroynni heimskenda, Hargagarði.

Pól F. dugdi longu at lesa tá hann var 5 ára gamal, hetta hevði hann lært frá eini trý ár eldri skúlagenta. Og tí var tað kanska ikki heilt løgi, at Pól F. longu 6 ára gamal byrjaði at seta saman rím. 9 ára gamal yrkti hann tey fyrstu kvæðini, og sum hann sjálvur sigur : "vóru tey lík teimum vánaligu eldri kvæðunum." Pól F. yrkti kvæði til hann sum 14 ára gamal fór til sjós (undir Ísland at fiska).

Sum óviti / ungur luttók Pól F. í øllum gerandislívinum í Sumba, tað verði í útróðri, til skips, til fjalls og í bjørgunum. Á henda hátt lærdi hann náttúruna at kenna á ein heilt serligan hátt - og hevði sostatt eisini øguliga respekt fyri nátturu kreftunum. Uppvøksturin í Sumba førdi eisini við sær, at Pól F. føldi ein ávísan kærleika til land, til Føroyar - um tilber at siga tað á tann hátt. Hetta sæst eisini aftur í teim mongu fosturlandsyrkingunum, ið hvør á sín hátt geva eina romantiska mynd av Føroyum, tað verði á allarbesta summardegi ella í kavaódn ringast vetrardag.

Eitt dømi um hetta er yrkingin "Til Føroyar". Henda yrking er eitt dømi av mongum, har Pól F. lýsur tær fýra árstíðirnar og hvussu tær á hvør sín hátt ávirka gerandisdagin og landi sum heild. Í hesi yrking kemur respektin, sum Pól F. hevði fyri náttúruni, eisini fram.

Til Føroyar

Mítt land, har atlantsbroddur stríður fer,

á heimsins knøtti bert ein blettur er,

tó vetur tær eitt veldiskvæði kvað,

og summarið eitt eymligt ástarlag.

Tá lívsins drottning fevndi Føroyar blíð,

sum sólkyst speglaði sær havi í,

sum lambið kátir, vit til fjalls avstað

við sól í sinni fóru summardag.

So litafríðar blómur prýddu bø,

av heiðafuglum fjølbroytt ástarløg,

hvør oyggj so bjørt, sum ein smaragdur lá

í sólargulli havsins blána á.

Tá pollamjørkin lak á landið dró,

hvør tindur líktist oyggj, í brimi vóð,

tá allir litir hvurvu og øll ljóð,

sum mitt í miklum havi fjallið stóð.

Náttúran blíð, men oftast harðlynt er,

tá minst ein varir feigdarboð hon ber,

og niðurlag við lívsins kvæði ger,

so líkt við vøggu, brúdleyp, gravarferð.

Á vetrartíð vit hoyrdu ódnarljóð,

tá avvelt havið upp í bergið stóð,

og kavin fjaldi seyð, og skalvur hekk,

og saltur ráki kendist hvar tú gekk.

Tú Føroyingur, hvar tú um heimin fer,

eitt prýði fyri land og fólk títt ver,

sýn spekt og semju, verj tey veikastu,

hav hjartalag, sum móður tín við teg.

Í fremri londum hav í huga tú,

títt lítla heim, í sól sum kavaskrúð -

tó norðljós loga litbjørt, broytast brátt -

og ungar, eymar dreymar summarnátt.

Nýarsdag 1955

At Pól F. sá seg sjálvan sum føroying burtur av er eingin ivi í - at hann hartil var sumbingur, helt hann sjálvur, gjørdi hann ikki minni føroyskan, ella sum hann segði : "Sumbiar mentan, er fedranna mentan".

Av tí sama var Pól F. eisini sera frælsissinnaður, tvs. at hann helt so avgjørt, at Føroya eins og Ísland gjørdi tað, skuldi loysa frá Danmark. Sjálvsstýris lyndi kemur sjálvandi eisini fram í nógvum av yrkingunum hjá honum. Okur kenna jú øll yrkingina av bandinum hjá Hanusi Johansen um "Deyða Magnus Heinason", sum ikki bara er um persónin Magnus Heinason, men eisini um sambandið millum Føroyar og Danmark - har Magnus Heinason umboðar føroyingin, ið fyrst situr í fangabúri og síðani verður hálshøgdur, men Valkendorf umboðar danan, sum Pól F. meinar kúgar føroyingin. Eitt annað dømi um, at Pól F. helt, at føroyingar kundi sammetast við trælir undir donskum harravaldið, er yrkingin "Trælabandið".

Trælabandið

Vit hittust í veitslulagi

á lívsins alfaraveg,

Norðmaður og Íslendingur,

frá Atlantsoyggjunum eg.

Vit vóru jú allir frændir

av heimsgitnu norrønu rót,

ið síðan við svik varð trælkað

og traðkað undir Danafót.

Teir drukku Noregs og Íslands

skál, tí at trældømið fall,

og frælsissólin hon lýsti

um Heklu og Dovrafjall.

Men eg mátti skamfullur tiga,

bert bíta saman tenn,

tí hvar var frælsið í Føroyum ?

Vit vóru bert trælir enn.

Eitt annað dømi um kenslurnar hjá Pól F. yvirfyri Føroyum er yrking / ella sangur "Langtan í útlegd", ið okur kanska betri kenna undir heitinum "Bart av brimi". Í hesi yrking umrøður Pól F. leysligani lívi hjá sær yvirfyri Føroyum - skilt soleiðis, at hann dregur tað fram í lívinum, sum hann sær sum tað týdningarmesta - sæð í føroyskum høpi. Henda yrking er eisini eitt dømi um tær kenslur Pól F. hevði fyri Føroyum, hetta kemur serliga fram í teimum báðum seinastu ørindunum.

Langtan í útlegd

Lag : Skamlingsbanken

Bart av brimi, fjart í villum Atlantshavi,

vetrarstormar ýla, strongir streyma strítt,

kyst av sól á sumri, grønt frá fjall til fjøru,

liggja Føroyar, fríða føðilandi mítt.

Har í faðirs garði var í heim eg borin,

aldist upp við móðurs eyma, fjálga barm,

eins og fuglaungi vermdur undir vongi,

kendi onga neyð og ikki stríð og harm.

Har sum óviti eg eydnusælur leikti,

bjargafugl at fleyga og at reka seyð

gera borðbátar og spæla út at rógva,

kendi ikki heimsins harða leik um eyð.

Eg sum unglingur slapp við í øllum førum

til at royna meg í vaksna manna gerð,

vargaseyð og grind og bjargafugl at veiða,

hoygging, torvskurð, útróður og skipaferð.

Ástarbond við undurfagra moy eg festi,

prúð sum Brynhild Buðladóttr, bjørt og blíð,

hon var mín og mær hin fagrasta í heimi,

enn mítt dreymafljóð, sum fyrr í fornu tíð.

Sjálvt um kavaódn og sjórok stóð um landið,

brimið mól í møl - heilt upp í berg og vøll,

boðasløg sum toruljóð og grunnbrot goystu,

dundu kappakvæði hátt í dansihøll.

Summarkvøld í dýrdarlogn fór sól til viða,

sólfevnt Føroyaland í gyltum havi vóð,

sólarroðin vaks til hon í bálaluga

søkk í vesturhavi droyrreyð sum ein glóð.

Ungur fór eg út at royna mátt og megi,

mong ár runnu og eg royndist millum menn;

aldri tó eg Føroyar, heim og mál mítt gloymdi -

dreymaland mítt kæra var og er tað enn.

Nú skal stevnast heim til ætt og fornar vinir,

festa aftur fót á gomlu Føroyajørð,

hoyra kvæðir ljóða, miklar boðar bróta,

hoyra fuglagleim í sól um Beinisvørð.

Eg vil offra Føroyum síðsta mátt og megi,

mál og mentan menna til eg skal í mold,

her sum rótin rann við barm tín vil eg hvíla,

Føroyar, føðilandi, fagrasta á fold.

2. partur. LÍVSSØGA & KÆRLEIKSYRKINGAR

Pól F. bleiv fimtan ára gamla sendur á Læraraskúla í Havn, sjálvur vildi hann, aftaná umleið tvey ár til skips, sleppa avstað aftur við sluppin Robert Müller, har flestu vinmenn hansara vóru við. Men bleiv tó tikin av ræði av foreldrunum og sendur á Læraraskúla.

Ikki dámdi Pól F. serligani væl á Læraraskúlanum, og helt ikki serliga nógv um skúlan. Hann sigur sjálvur um Læraraskúlan :

"Tíbetur ella kanska tíverri, Guð viti, men eg fekk so lærarprógv, og var ikki ringastur, hóast eg væl kann siga, at eg hevði spælt meg ígjøgnum lærutíðina og lært meg sjálvan tað, sum mín hugi stóð til, fleri ferðir meira enn eg lærdi á Læraraskúlanum, takkað veri amtsbókasavninum og bókhandlinum, og so mínum sjáldsama góða minni."

Aftaná at Pól F. bleiv lærari flutti hann aftur til Sumbiar, og búði har í tvey ár, áðrenn hann fór í fast lærarastarv í Froðba, har hann eisini var giftur. Hesi bæði árini í Sumba var Pól F. tó lærari / vikar við skúlan á Leiti, (tað er skúlin í liggum millum Lopra og Akrar, tvær bygdir ið liggja beint sunnanfyri Vág). Vikar starvi í Leiti kravdi eisini, at ein skuldi vera lærari í Víkarbyrgi, men her var eingin beinleiðis skúli, men okkurt tómt hús bleiv tó brúkt. Í dag býr eingin í Víkarbyrgi, men tá hava búð eini 30 - 40 fólk.

Pól F. gekk sostatt millum Lopra og Víkarbyrgi nakrar dagar um vikuna - og var hartil noyddur at bera eitt borð við sær, tí einki var í húsinum har skúlin helt til.

Aftaná hesi árini í Sumba flutti Pól F. sum sagt til Froðbiar, hetta var í 1919 - og bleiv hann har giftur við Juliu. Julia var lívskærleiki Pól F.’s, og hetta sæst eisini í heilt nógvum av kærleiksyrkingunum, um Pól F. yrkti, við tað at tær oftani eru yrktar beinleiðis til ella um konuna.

Pól F. byrjaði tó longu í árunum á Læraraskúlanum at yrkja tær fyrstu kærleiksyrkarnar, men kunnu tær flestu kærleiksyrkingarnar tó, sum sagt, knýtast til konuna.

Í samband við kærleiksyrkingarnar hjá Pól F. so kann sigast, at her kemur "blíða" síðan av Pól F. rættliga fram. Flest øll kenna ídag, aftaná bandið hjá Hanusi, tær grovu yrkingarnar um deyðan og fandan, og er hetta tíverri, í fólkamunni, vorðið eyðkenni hjá Pól F.

Okur hava valt út nakrar kærleiksyrkingar hjá Pól F. Har tann fyrsta er "Grønlandsfararin og gentan", sum er um ein sjómann, ið skal avstað til Grønlands at fiska, sum sigur eitt seinasta farvæl við gentuna hjá sær á keiini áðrenn hann fer umborð. Hetta er ein góð lýsing av tí, ein hugsar, tá man skal skiljast frá einum man er góðuri við - um hetta kemur eisini greitt fram í yrkingin.

Grønlandsfararin og gentan

Nú lotar til vildar, nú má eg avstað,

teir fóru íáðni umborð -

kom fevn meg, mín brúður, á skilnaðarstund

við eldheitum kossum og orð’,

tí minni um ástheitan fund

skal menna á hvørjari stund,

í ódn gjøgnum ísfjøll, um blánandi sund.

Eg veit, tú vilt bíða í treysti og trúgv,

og leingjast at heyst verður brátt.

Eg telja vil dagar, hvønn tíma og stund.

Tá stjørnur og norðljós á nátt

øll minnini vekja í mær,

sum í tínum favni eg var :

tín svanadúnsbarmur eymt bylgjar mót mær.

Tú elskaða, send mær eitt uggandi orð.

- Eg skrivi úr Føroyingahavn.

Eg leggja skal opið mítt hjarta á blað :

- Mín hugur eymt kínur títt navn. -

Hvør linja er longsilin mín,

hvørt orð elskhugs dýrasta vín,

hvør stavur ein kyssur, við heilsan til tín.

Liv væl, mín drottning, mín sólbjarta moy,

hevj høvur, um kinnin er bleik. -

Mín kærleiki gloriukransar títt hár,

tín sólljósa látur og leik.

Mín dýrasta ogn her í verð,

tú grát ei - so ilt tað mær ger. -

Mín eingil, farvæl ! kyss meg seinastu ferð.

Eitt dømi um yrking, ið beinleiðis er yrkt til konuna, Juliu, er yrkingin "Til mína". Henda yrkingin er ikki bara ein kærleiksyrking, men eisini eitt dømi um, at Pól F, hóast hann oftani vísur á ivan hann hevur yvirfyri Vár Harra, so onkurvegna vantar at okkurt er aftaná deyðan. Hann nevnir ikki beinleiðis "Himmiríki", men gevur tó eina mynd av tí, ið flest øll onkursvegna kenna aftur við sína egnu ímyndan av tí ein vantar er aftaná deyðan.

Til mína

Nú svevur hvør, ið sova kann,

eg eina uppi sita man

og eftir tær man tráa;

hvønn tanka mín eg veiti tær,

bert tú eitt hugskot unnar mær,

væl hvíld mín sál man fáa.

Brátt náttin tekur meg í favn

og teskar títt hitt søta navn

so leingi mær í oyra,

til bróðir deyðans vitjar meg,

og leiðir meg á dreymaveg,

har einglalag at hoyra :

Teir syngja um ein fagran garð

og siga sagnir fyri mær,

um eina verøld nýggja :

Teir, sum eg elski, aldri sá,

teir stóru, sum vit minnast á,

skal eg haruppi síggja.

Teir siga frá, at stokkut tíð

er unnað mær at liva í,

meg vitjar grammur gestur !

Og um títt eyma hjarta brátt

seg sveipar sorgar døkka nátt,

tá vón og ætlan brestur.

Teir biðja siga tað við teg :

um skamma stund tú hittir meg,

tá hvørvur sorg og vandi;

tí jarðarlívið endar brátt,

ein fer í dag og ein í nátt,

heim til hitt elskhugslandið.

Og tá tað gloymt á foldum er,

at vit í forðum livdu her,

tá tíðin øllum fjalir,

tá hini verð vit frøast í

og fevnast, kyssast, alla tíð;

tá gerast dagar sælir !

Tú, sum eg tók á fold í favn,

vil eymligt nevna har mítt navn,

tá alt á fold er fúnað !

Í pálmaskógi, heil og sæl,

vit ferðast dagar uttan tal -

í føgrum einglabúna.

Tí Amor valdar hini verð -

hvar fragd og ævigt sólskin er,

og gull um gøtur brandar !

Har hópast trúføst hjørtur øll

og fevnast fró í Ámors høll

sum fagrir elskhugsandar.

Tá ljómar songur vítt um leið !

ei elli kennst, ei tíðarskeið,

ei deyðin nøkrum ræður;

ei finnist sorg, ei hat og stríð :

í høll, á skóg, í grønu líð,

bert elskast allar ævir !

Eitt annað dømi um yrking, ið beinleiðis er yrkt um konuna, er yrkingin "Góða ongantíð fer tú úr huga". Henda yrking er ein av mongum, har Pól F. gevur eina mynd av konuni, sum hann sær hana, og tí týdningi hon hevur fyri hann.

Góða ongantíð fer tú úr huga

Góða ongantíð fer tú úr huga

um eg fari víða um verð,

nátt sum dag kann títt yndi eg skoða,

djúpt í hjarta tú avmyndað er.

Bjørt og vøkur var Venus hin væna,

tá hon, nýfødd, í brimhjómi vóð,

sveipt í sólgulli elskhugsgudinna,

fyri mær, tó tú bjartari stóð.

Um tær vænastu kvinnur á foldum

stóðu her, og eg fekk til tess ráð,

at eg kundi ta fagrast kjósa,

velja bjartastu rósu eg sá :

uttan dvøl, eg til tín vildi skunda,

sælur nevndi títt elskaða navn,

tí tú lýsur sum sól millum stjørnur,

errin tók eg teg, søta, í favn.

Góða, elska meg, stundirnar líða,

vetur nærkast og summarið fer,

bjørtu blómur í storminum stríða,

liggja kvettar og fjalast við gler.

Brátt er lívsins summar farið,

og vit følnað sum blómur á fold;

heitt og sterkt, liv tær fúkandi løtur,

ongin liljar og elskar í mold.

Ein onnur kærleiksyrking hjá Pól F., er yrkingin "Saknur", sum okur kenna frá bandinum hjá Hanusi.

Saknur

Sárt sakni eg teg, væna mín.

Hví rýmdi tú frá mær?

Tað er sum sól og summar

av garði fór við tær,

tí allir fuglar tiga,

hvør blóma fána er,-

mín hugur eltir har tú fer,

mín sál er friðleys her.

So tekkilig og eygagóð.

sum Venus vøn og skær,

eitt bládypi av sælu

í tínum eygum var,

sum spunnið gull var hárið,

so fannhvít undir lín,

tín mjúki barmur heitur brann,

á varrum vætti vín.

Tú ferðamøddi fuglur, sum

so víða farin er,

sást tú mítt fljóð, hitt fagra,

á tíni longu ferð?

Hon er ein eyðkend rósa,

sum summarsólin vøn.-

Á, góða, elskaða. kom heim,

hoyr mína hjartans bøn!

Ein annar sangurin, ið er yrktur til / um konuna, er sangurin "Tú dregur meg sum ein magnetur".

Tú dregur meg sum ein magnetur

Tú dregur meg sum ein magnetur,

sum sól millum stjørnur ert tú,

tú vænasta væna av øllum,

so gyklandi lokkandi prúð.

Sjálvt sólin á hásummardegi,

er mær bert sum skuggin av tær,

tú eygagóð ert sum Guðs móðir,

Guð gævi, tú ognaðist mær.

So leikandi lætt er títt lyndi,

tín rødd sum eitt tónaslag er,

við kærleikans kvæði tú lokkar,

sum fevnir um rúmd, lív og verð.

Á kundi eg einaferð kyst teg,

tín barm og títt dúnmjúka hold,

í villasta ástleiki fevnt teg,

tá var eg í himni á fold.

Um einki eg av tær kann vinna,

eg elski sum unglingur ørt,

tá bládýpið í tínum eygum

meg hevur í ørviti gjørt.

Tú alfagra rúnarbant skaldið

í ørviti eg sveimi um teg,

tó hevur tú yngt meg og ment meg,

tú elskaða signi eg teg.

Niðanfyri er tikið samanum nøkur árstøl, ið eru av týdningi, um hugsa verður um skaldasøguna hjá Pól F.

Pól F. gav út fyrsta yrkingarsavni "Gaman og Álvara" í 1924, har tann kenda "Jarðarferðin" eisini var í. Hetta savn var hampuliga væl móttikið av ungdóminum í Føroyum, tað vil siga, tí partinum av ungdóminum, ið gekk í real-, studentar- ella læraraskúla. Kritikkurin frá eitt nú føroysku bløðunum móti savninum var tó harður, og av tí sama var trupult hjá Pól F. at fáa nakað á prent aðrastaðni enn í egnum savni. Tó komu nakra yrkingar í Varðan, sum Richard Long stóð fyri tá. Richard Long hevði eisini hjálp Pól F. við at geva út hetta fyrsta yrkingarsavnið.

Annað yrkingarsavnið hjá Pól F. kom ikki fyrr enn í 1941. Hetta var einamest orsaka av, at einki forlag vildi geva nakað út sum Pól F. hevði yrkt, men við hjálp frá bróðurin, Einar Joensen, ið hevði prentsmiðjuna, sum ídag kennist sum Einars Prent, eydnaðist tað tó at geva út hetta annað savnið, Millum heims og heljar.

Kritikkurin í føroysku bløðunum var aftur hesaferð lemjandi. Sosialurin skriva til dømis, at yrkingarsavnið var merkt av, "at Pól F. hevði livað í einum einsemi, sum var næstan ófatandi".

Annars kann sigast um hetta savnið, at her er nógvar "grovar" yrkingar í. Og um hugsa verður um samtíðina, har eingin setti spurnartekin við eitt nú prestar, sum Guðs forlongda arm, so hava yrkingar, sum eitt nú "Av stólinum presturin røddi so", ið eisini er á bandinum hjá Hanusi, verið øguliga víttgangandi tá. Pól F. sigur eisini sjálvur :

"Nógvir gudiligir heimføðingar vóru illa við, tá teir sóu seg hava keypt fressin í posanum, tá teir lótu bókina upp, og ikki fáar av "Millum heims og heljar" máttu brenna á bálinum."

Í 1957 kom triðja yrkingarsavni, "Lívsins kvæði", og fekk tað somu móttøku sum tey bæði fyrru. Seinasta útgáva Pól F.’s er savnið, "Seggjasøgur úr Sumba", ið kom út í 1963, hetta savn er einamest frásagnir og søgur úr heimbygdini, Sumba, men er tó onkur einstøk yrking í hesum savnið.

3. partur. LÍVSSØGA & YRKINGAR viðv. DEYÐANUM

Í gerandisdagnum í Sumba, tá í tíðini, hava fólk livað tætt uppá vanda í at missa lívi. Hetta til dømis, tá menn vóru til bjarga ella til sjós. Hetta hevur uttan iva eisini havt sína ávirkan á Pól F., men tað fyrsta rættliga møti við deyðan, sum hevur ávirkað Pól F. í stóran mun, var tá fleiri vinmenn hjá honum fórust við sluppini, Robert Müller.

Pól F. hevði sum sagt verið við sluppini, Robert Müller, í út móti tveimum árum, og vildi sjálvur sleppa avstað aftur. Men varð tikin av ræði av foreldrunum og sendur á læraraskúla í Havn. Henda sama túrin, sum hann skuldi hava verið við, gekk sluppin burtur og eingin av teimum spurdust aftur.

Hetta tók Pól F. sær nær av. Um hugsa verður um kjak um, at hetta var Guðs vilji, so meinar Pól F. ikki, at man kann gera gitingar um, um tað var Vár Harra, ella kanska Illimaður, ið løgdu lív hansara soleiðis tilrættis. Hann sigur sjálvur : "at tað var ein tilvild, hin starblinda lagnan". Men í seinasta enda, setur hann tó spurnartekin við, um tað ikki var betur at hann var farin tá vinmenninir fórust, sum hann sigur :

"Betur tú var farin eisini, og hvør veit kanska hevði tað verið betri fyri báðar partar, at eg nú sat í Ábrahams fangi við Ísaki og Jákupi í dýrdarríki, tí so hevði ongin skapa ófrið í okkara slíggjuta dunnuhyli."

Ein onnur orsøk til at Pól F. umrøður deyðan so nógv sum hann ger er, at hann var sera ivasamur yvirfyri Guði. Til dømis helt hann tað verða løgi, at Guð sum altvitandi gjørdi sum hann gjørdi. Eitt dømi um hetta er yrkingin "Sjólátin". Í hesi yrking kemur ironi, sum Pól F. hevði yvirfyri tí altvitandi Guðinum, sum prestar bóru boðskap um, rættligani fram. Henda yrkingin er nokk so long, og er í stuttum um ein mann, ið er einsamallur á einum báti í ringasta ódnarveðri. Motorurin er sloknaður, og maðurin stríðist við øllum fyri lívinum. Henda yrkingini lýsur hesa støðu ómetaliga gott, og talar hon tí best fyri seg sjálva.

Sjólátin

Sjónina sá eg á miðjunátt,

ódn var við glaðustroki.

Rán var á villari veiðuferð,

eingin stjørna á himni er,

tó gjøgnum bølmyrkrið svarta

tekti eg brimhjómið bjarta.

Sá eg á villinum havi mann

eina í opnum báti,

rak sum eitt fok fyri vind og vág,

bjargari ongan í vanda sá.

Heitti á Harran, ið sigur :

Eg svíki ongan, sum biðjur.

Øtlaði sjógvur og stormur vaks,

hjartað í angist bivar,

sígar aldur um bátsins borð

skola inn yvir hin sløkta motor.

Meiri, ið glaðurnar goysa,

má fyri lívið hann oysa.

"Góði, barmhjartigi frelsari mín

bjarga meg úr hesum vanda,

lív mítt eg hereftir vígi til tín,

minst til at smábørn og kona mín

syrgin og svong mugu gráta,

skal eg her lívið láta."

Háðandi herjaði stormur fram,

bárurnar spotta hin arma,

bað hann og oysti, oysti og bað,

hvirlurnar fúka við sama lag.

Hendur ei hvíldu løtu,

hingu í blóðigum kjøti.

"Send tó tín eingil á bølmyrku nátt,

lat hann meg flyta til landa,

tú, sum áður á dýpinum vóð,

steðgaði storm á Genesaret sjó,

kom nú til mín eftir havi,

lat meg ei søkka í kavi !"

Trøllsligt, stjørnuleyst, kolsvart loft

nívandi sálina tyngir,

veðurljós einasti glotti var

armingin gjøgnum sjórokið sær :

"Harri, at bíðja mær leingist,

kroystur av møði og angist.

Syndarans deyð ei, Harri, tú vilt,

temj tá hitt ýlandi havið,

hevur tú hjarta at spæla við meg

eins og ketta við rottini.

Á fyrigev at eg knarri,

hjálp mær í Jesu navn, Harri.

Fróðandi kann úr niðu eg sjá

brot í mureldi loga.

Lítið meiri eg orka man,

leggist eg fyri, so søkkir hann.

Harri, tú veita mær hjálp kann.

Hjálp, Harra Jesus, nú fór hann !"

Eydnaðist honum tó einaferð enn

hálvfyltan bátin at tøma.

Gjøgnum ýlandi stórm og sjógv

hoyrdi hann brimdun, sá skúm á lógv.

"Harri, nú eykast mín vandi,

frels meg við lívi at landi !"

Løgir og lendistøð toliligt var,

báturin tó fór í spønir,

bjargaður armingin fell á knæ,

innarliga við grát hann bað

takkandi - loystur úr pínu -

honum, ið bønhoyrir síni.

Hjartansglaður tross kulda og svongd

var hann í trøllsligu niðu.

Men tá dagur at lýsa fór,

minkaði brádliga vónin stór,

syndarliga tá græt hann,

tí undir forbergi sat hann.

"Guð, almáttigi, tú meg bar

yvir hitt algoysta havið,

kanst tú tá lata meg doyggja her,

søti Krist, tú mín frelsari er,

hjálp so eg aftur fái

fevnt míni signaðu smái."

Tryggur hann leit á hansara orð,

sum lovar ongan at svíkja.

Men ein fór dagur, og náttin kom,

eingin dagar á bergsins trom. -

Tá mánaður ein var runnin,

hann makkasmogin varð funnin.

Bjargaður hann úr havsneyð var

inn undir forberg at doyggja,

seigpíndur har av kulda og svongd,

síðan av sakni, neyð og trongd,

hans kæru av teringi doyðu. -

Eitt eydnuríkt heim varð oyði. -

 Ein onnur orsøk til at Pól F. viðgjørdi deyðan so nógv sum hann ger, er at abbasonur hansara doyr heilt ungur. Um hetta er eisini yrkt ein endurminningaryrking, sum eitur "Ein gravarferð jóladag 1949". Henda ómetaliga vakra yrkingini er eitt dømi afturat um, at Pól F. vantar eitt Himmiríki aftaná deyðan, í hesum sambandið tó viðvíkjandi soninum. Grovt sagt, so kann man lesa burtur úr hesi yrking, at Pól F. ikki vantar at spiltar sálir, so sum hansara, sleppa inn um gáttina í Himmiríki.

Henda yrking er eisini eitt dømi um tað blíðu síðuna av Pól F., hóast okur oftast kennast við tann hvassara pennin. Eg haldi ikki at eg skal umrøða hesa yrking, tí hon talar yvirhøvur fyri seg.

Ein gravarferð jóladag 1949

Tungt falla kann, tá gamal fer

av elli, troyttur, burt úr verð,

tó at tað so má vera.

Men tíggju ferðir tyngri, tá

hin ungi legst á deyðastrá,

er sorgina at bera.

Hvør meta móðurhjartað kann,

tá barnið sítt hon síggja man

í deyðans beiska vanda.

Tað bønar : mamma, hjálp tú mær !

Tað tyngsta sorg í heimi var

tá hjálparleys at standa.

Tú sum ein Harrans eingil var,

sum okkum fragd og ugga bar,

so meinaleysur, kátur.

Vár vón um ljósan lívsins veg

hon hvarv, og sárt vit sakna teg,

tín leik og hjartans látur.

Í Himnahøll í dýrdarskrúð,

skal lítli, kæri, góði tú

í ævum heimstað eiga.

Við hørpuslátt og fragdarlag

Guðs einglar sjálvan jóladag

teg til Guðs trónu leiða.

Farvæl, Guðs signing fylgi tær,

so stutt og tung tín lívsleið varð,

men nú er stríðið liðið.

Tú slapp frá synd og sorg í verð.

Guð troysti hvønn, ið saknið ber.

Og hvíl í Harrans friði.

Eitt annað dømi um, hvussu vakra yrkingar Pól F. kundi yrkja er yrkingin "Móðurin í moldini". Sum hin fyrra yrkingin, so er orð um hesa yrkingina ikki neyðug.

Móðirin í moldini

Faðirin og barnaflokkur

standa við ta grøv, ið goymir

móður teirra - undir fløgum

yndisligum summarblómum.

Yngsta barnið tekur stavin,

potar hann í heyggin niður;

faðir togar tað í knokkin :

Grav ei blómur upp, hann sigur.

Barnið svarar : Frykta ikki,

eg bert gravi holið hetta,

so at mamma hon kann okkum

sína hond úr moldum rætta !

Okur hava valt at bíta yrkingingarnar hjá Pól F., sum hava samband við deyðan, í tveir partar. Og fara okur nú at enda tann fyrra partin, har tær "blíðaru" yrkingarnar um deyðan eru umrøddar, við yrkingini "Áh, kundi á tíðarhavi", ið eisini er á bandinum hjá Hanusi G. Johansen.

Áh, kundi á tíðarhavi

Áh, kundi á tíðarhavi

vit akker kasta ein dag,

tá vit hava eydnuna vunnið,

so hon ikki rýmdi av stað.

Tíðin, legg tínar veingir

saman bert hesa stund,

meðan eg sælur kyssi

mítt sólfagra ástarsprund.

Og løtan hin signaða, ríka,

á kvirru, ástheitu nátt, -

áh, lat meg í kossinum doyggja,

tá hvíli eg æviga gott.

Sum eg var inni á íáðni, so var Pól F. sera ivingarsamur yvirfyri kristindóminum sum heild. Og setti hann longu sum tólv ára gamal spurningar við tað, sum stóð í Bíbluni. Sum hann sigur sjálvur :

"Á tólv ára aldri byrjaði viðhvørt ivi í mær, um alt hetta, eg las í bíbliusøguni og bíbliuni, sum eg tá hevði lisið tvær ferðir á tambi, sum eina aðra søgu. (...) Eg fekk meg so illa at trúgva slíkum søgum sum Jónasi í hvalakíkinum, himmalferð Líggjasar profets á rossavogni og esilið, eiheldur trúði eg um ravnarnar, sum hildi lívi í Líggjasi profetinum við deyðseyðabeinum. (...) Seinri kom afturat ivin um hin tríeinta Gud sum tó bert var ein, hvussu trí kundi vera eitt, fekk eg ikki í mítt fýrkantaða høvd. Eg fati tað ikki enn, hóast eg veit, og havi hoyrt tað sjálvur frásagt, at prestarnir og teirra líkar eru slík flogvit, at teir rokna tað út so lættliga sum at drekka ein kopp av vatni..."

Her kemur ivin hjá Pól F. rættligani fram, men helt tó, á tólv ára aldri, at okkurt mátti vera gali við sær, og yrkti tí ein sálm fyri at blíðka Vár Harra, sum hann sjálvur sigur. Men tó gekk stutt tíð áðrenn ivin aftur tók seg upp. Í samband við ivan um tríeinigheitina, so sigur hann sjálvur frá, tá hann var fermdur :

"Eg varð konfirmeraður í Porkeris kirju, satt at siga hoyrdi eg lítið og einki av tí konfirmatiónsrøðuni, eg var meiri hugtikin av mínum konfirmatiónsbúna og gentu. Aftaná var eg boðin inn til skyldfólk í Vági, og tveir aðrir sumbiardreingir eisini. Vit tríggir skemtaðust í góðum lagi um mangt og hvat okkara millum; tá leyp mær av munni : Her situr hin heiliga tríeinigheitin og drekkur kaffi."

Hetta er aftur eitt dømi um ironina, og sjálvt um hann fyrsti tíðina aftaná hetta var fyltur við óttanum um Illamann og helviti, so gekk stutt tíð, áðrenn hann gjørdi tað niðurstøðu, at hetta um Heilaga Andan kanska var sama geip sum alt hitt í Halgubók, sum hann sjálvur sigur tað.

Av tí at ongin respekt var fyri Gudi, so hevði Pól F. heldur ongar skruplur við at yrkja yrkingar, ið vóru av tí heilt grova slagnum. Fleiri av teimum er til dømis á bandinum hjá Hanusi, eitt nú "Deyðin", "Av stólinum presturin røddi so", "Fanin olmussu dýrið" og so framvegis.

Ein yrking, ið er vælkend ídag er yrkingin "Jarðarferðin". Henda yrking er yrkt um eina veruliga hending, har Pól F. tó spinnur ivaleyst uppá upprunarligu søguna. Yrkingin er um eina ferð, tá ein lopransmaður doyr, sum skal gravast í Sumba. Sostatt verða menn noyddir at bera kistuna til sumbiar, og sum vanligt var fyrr, so høvdu teir ein pegil brennivíni við sær.

Nú veit eg ikki um ervið bara er eitt fyribrygdi í kent er í Suðuroynni, men enn tann dag í dag kemur tað fyri at man aftaná eina jarðarferð drekkur ervið. Fyrr var tað eisini vanligt at hava smakkað sær á áðrenn kistan fór undir móld, og yrkingin "Jarðarferðin", er sum sagt eitt dømi um tað.

Jarðarferðin

Deyðin við líggjanum kom her til jarðar,

kvetti ein lívstráð og sálina tók;

hon væl, sum hinar, til Heljar man fara

ella í Himmlinum fann sær ein krók.

Kroppin hann ongantíð tekur við sær,

helst man hann vera ov tungur at dragsa,

siður at pota hann í moldina er

í einum trongligum kassa.

Sama við henda tey nú skuldu gera.

Hann, sum øll hini, í ormarnar fer !

Tríati menn skuldu skiftast at bera

hagar, hvar páradís ormanna er !

Leiðin var long, og kaldligt tað var.

Snapsur var góður, so meintu teir flestu.

Húsbóndin gav tí, ið troystaði sær.

Tann, mest drakk, var hildin tann besti.

Fóru til gongu, ei var til at bíða;

fimmpottakrukku teir høvdu við sær,

oman á kistuni sást hon at ríða, -

tá eingin ómakur av henni var.

Tóku at syngja við miklari rødd :

Kingo bleiv toygdur úr hvørjari lykkju,

- tokut var innan hvørt einasta høvd;

hvør sang eftir sínum tykki.

Saman teir byrjaðu sálmin tann fyrsta,

skjótt teir tó skiltust, og hvør sang sum best:

Tá ein var mitt í, var annar at enda,

triði hann hevði í næsta vers fest,

fjórði, hann úti við miðjuni var,

fimti sang tað, honum best mundi huga.

Tann, ið síðst sálmin fekk lidnan frá sær,

bestur var hildin at duga !

Stevndu teir fram, so fagurt var ljóðið,

hvølt sang í homrum hvørt einasta orð.

Yndisligt danskt er, og Harrin forbjóði

at føroyskt í Føroyum fær liviligt kor !

Mong er tann sál nú í Himmlinum er

vegvíst av danskari tungu og presti,

men fáa vit føroyskt ! Eg svørji tað her :

til Heljar so fara teir flestu !

Niðan í brekkuna fylgið sæst ragga,

har gongur leiðin til næstu bygd fram;

vakurt tað hoyrist í krukkuni skvagga,

mongum tá vatnið úr tonnunum rann,

Tá ið teir komu í brekkuna har,

haðan teir oman til kirkjugarðs skoða,

hildu teir : best her at hvíla seg var.

Krukkan var øllum í huga !

Brátt stendur kistan á fløtuni eina,

allir teir tyrpast at krukkuni fram.

Søtliga svølgdu teir mjøðin tann reina,

tann, sum drakk fyrstur, fekk mætastan dramm.

Væl áðrenn helvtin fram at henni fann,

var hon skróturr, ei dropi at líta !

Hundsvott og búrkropp teir eyknevndu hann,

ið síðst mundi av henni nýta.

Fróir teir vóru, sum mest høvdu fingið,

hinir teir lótu ei finnast á sær.

Rundan um kistuna settu teir tingið,

rósaðu honum, sum í henni var.

Nevan í lokið brátt sipaði ein :

Signi vár Gud hvørja knotu, her liggur !

Væl tú í lívinum elvdi oss gleim,

í deyðanum var tú mest dyggur ! -

Aftur teir oman við kistuni ragga,

syngja og tosa um seyð og um ull;

einki nú hoyrist í krukkuni skvagga,

taka teir hana og koyra á rull.

Verðin, hon gevur ei mætari løn !

Tá ein ei meira kann nyttuna gera,

burtur hann tveitist - tá batar ei bøn !

Krukkan eitt dømi kann vera.

Sálmarnir tyntust, og menn gjørdust kátir, -

best sum ein sálmur at endanum var,

so helt ein fyri : "Her batar ei grátur,

longur at syngja tað hugar ei mær;

betur vit kvøða tey fornføgru orð !

Kvæðini ljóða so væl mær í oyra.

Tá hann, vit bera, á lívinum var,

fell honum væl tey at hoyar."

"Nei," meinti annar, "ei skulu vit kvøða !

Kvæðið ei hóvar í slíkari ferð."

"Danskt má tað vera !" so hoyrist ein røða,

"føroyska málið ei sømir seg her !"

Byrjar so sjálvur - hann beljar sum kúgv -

vísuna føgru um Hábar hin unga,

og hana Signuvu, vænastu frúgv,

ið Nornan gav lagnuna tunga. -

Presturin eina við grøvina stendur,

ofta hann lítur í brekkuna upp;

eingin sæst koma; men hoyr nú, hvat hendir !

Meðan hann sjálvur stóð hendur í hupp,

hoyrir hann skrambul, í brekkuni er,

skjótt hann tá varnast, hvat fylginum forðar :

Leirkrukka rullandi kemur við ferð,

smátt hon mót garðinum sorast !

Líkfylgið sæst nú um sýnina koma,

sjongurin dunar sum brimið við strond;

gina teir skjótt gjøgnum brekkuna oman;

presturin mundi tá mist sína ond :

Hann sær teir dansa við frálíkum lag,

líkkistan sleingist sum bátur á bylgju !

Ein hoyrist skipa - brátt skilti hann tað,

um Hábar og Signu kvað fylgið.

Kvøða teir unn gjøgnum kirkjugarðs liðið,

vingla og missa so takið við hvørt.

Presturin bønar og biður teir tiga -

einki tó batar - alt fylgið var ørt;

bæði við góðum og illum hann bað,

teir bara snerkja og banna av vreiði.

Tá Hábar var úti - skiparin kvað :

Grani bar gulli av heiði !

Prestur var vreiður, ei bønar hann longur,

rýmdi sín veg, meðan fólkið alt kvað.

Sjúrði var kvøðin sum jarðarferðssongur,

líka til kistan var fjald undir flag.

Tosa teir síðan um níðingsverk stór :

Høgna og Gunnar teir smátt vildu knúsa !

Seinni hvør maður av fylginum fór

kvøðandi aftur til húsa.

Pól F. hevur yrkt nógvar yrkingar um jarðarferðir og ervið, summar eru grovari enn aðrar, og man ein tann grovasta vera tátturin um nesbóndan, "Nesbóndatátturin". Hesin táttur er umyrktur, ella rættari sagt gjørdur væl grovari útfrá einum øðrum tátti um henda vælsignaða nesbóndan. Søgan aftanfyri táttin er hendan.

Tann sum hevur yrkt tann upprunaliga táttin um nesbóndan er Pól Johannis Jacobsen, ið var Akra-maður, og skald burturav. Pól Johannis var hervuligur at øsa og halda fólk til rukku. Nesbóndin var svigarpápi Pól Johannis, og dámdi bóndin onki serligt alt rukkulívi um Pól Johannis.

Pól Johannis var og vitjaði nesbóndan eitt kvøldið, og helt hann til rukku frá fyrstu løtu hann kom inn um dyrðnar. Men teir settust tó at eta, og tá teir vóru lidnir at eta vaskaði Pól Johannis sær um hend-urnar. Nesbóndin segði, at hann skuldi finna okkurt, sum hann kundi turka sær um hendurnar í, men Pól Johannis meinti ikki tað var neyðugt, tí hann hevði okkurt beint við hondina. Hann greyp so eina høna, ið sat og svav á bitanum, og turkaði sær við henni. Nesbóndin bleiv sjálvandi ørur, men vildi onki vísa.

Seinni sama kvøldið skal bóndin fara upp á loft, men glíður úr fyrsta trininum á stiganum á lá øvigur á gólvinum. Einki hendi við nesbóndanum, men Pól Johannis fekk tað tó í einum tátti til, at nesbóndin datt og doyði. Hesin táttur er yrktur um jarðarferðina hjá nesbóndanum av Nesi til Porkeris og ervið aftaná jarðarferðina. Tað skal viðmerkjast, at fyrr var ongin vegur millum Nes og Porkeri, og ikki var tað lætt at ganga millum bygdirnar, serliga um Klivini, sum tað verður rópt.

Tátturin um Nesbóndan, sum Pól F. hevur yrkt er um somu ferðin, men í táttinum hjá Pól F. er søgan bara gjørdur fleiri ferðir verri enn í táttinum hjá Pól Johannisi, sum eisini var sera grovur.

Nesbóndatáttur

1. Nú eru sorgarboð komin av sonnum, við tveimum monnum,

at Bøbondin datt, breyt hálsin og doyði, bygdin var oyði.

2. Bøbondin datt, teir búgvast til ferða, í kirkjugarð bera,

men ilt er um Klivini, við ongum vegi, brattlent og smegi.

3. Tórmóður bróður er vísur í ráðum, ber hann í smáum,

ber hvør sín lim, tá ið beiggin er flettur, tá er hann lættur.

4. Nei, segði Brúðar, nú er tú óður, at fletta tín bróður,

men deknurin helt, tað ger Harrin við gaman at seta hann saman.

5. Allir teir hildu tað hyggjuráð vóru, sundur hann skóru,

mót’ frekasta veðri teir krovið mettu, og væl teir hann flettu.

6. Viðatrot var, men teir útveg væl vistu, eitt nátthús til kistu,

skapað tað var sum til bóndan ætlað, og gott til at fatla.

7. Deknurin bað teir krússini fylla, hann luktar so illa,

drukku teir eins og í turringi jørðin regnið í svørðin.

8. Tórmóður undan við báðum tjógvum, Bunsi við bógvum.

Royðragumpur við rossleypi tvassar, innvølum dragsar.

9. Prikkur bar høvdið, helt varligt um oyra, men Per mundi koyra

í eina dyllu ýstur og petti, onki lá eftir.

10. Stevndu teir fram, bæði druknir og mettir, meir enn hálvsettir,

aftast á hølum gekk Lávus hin Raki, við nátthús á baki.

11. Royðragumpur og Snobbið hitt Reyða, við tárum í eyga,

men Tórmóður bróður og svágur í Kova, Harranum lova.

12. Sangurin dundi um kapp frá øllum, sum torðan í fjøllum,

men Bunsi hann rópar : "Tit syngja í ørum, í Grýlu á Gørðum."

13. "Far verðin farvæl", teir byrjaðu harmir, tá varð ein larmur,

so alt hitt reis, sum kvøði teir vistu, heiði sum kristi.

14. Fram fyri sangin eitt gallróp teir hoyra : "Nú slitnaði oyra."

høvdið á rull og devulin brøli, tað endar í mjøli.

15. Høvdið tað stórleyp, teir eftir í runnu, í tara tað funnu.

Tað hevði spurst um til himmals kom skrokkur, burtur var knokkur.

16. Prikkur tók oyra í skráningin legði, við høvdið hann segði :

"Títt esil eg haldi í kjálkaull tína, nú skal tú ei rýma !"

17. Per sang : "Med sorgen og klagen hav máta", Bunsi at gráta.

Raki : "Guds godhed", men Pirran man kjósa : "Den yndigsta rósa".

18. Tá ið teir komu í kirkjugarðin, var presturin farin.

"Óluku í kroppin!" av hjarta teir bóðu, um grøvina stóðu.

19. Dupult teir seymin í kistuna økja, so kann hann ei spøkja,

so varð hann sungin í jørðina niður, hvíl nú í friði.

20. Nú var at halda erv eftir gamla, vinur seg samla.

Norðan og sunnan um allar leiðir, til Bøbóndan heiður.

21. Sessaðist allir so fróðir við borðið, mangt var á orði.

Um kjøtið og vínið vóru so kátir, so skrólan og grátur.

22. Bóndan teir róstu sum merkismann meta, ein kempa at eta.

Í tøðum og tara og øllum kossi, hann lúgvaði rossið.

23. Sjey sakramentir og Brokmanslestur, han dugdi sum prestur.

Britu vísu og Faðir Vár ræði, og Burnamans kvæði.

24. Við kvinnum er ongin hans líki longur, sum Salamon kongur,

við gentum og konum hann ungarnar nørdi, ei mismun hann gjørdi.

25. Tórmóður bróðir sat illu og gløddi, við mána á høvdi.

"Hvat kundi hann, sum eg ei man duga, tín tannleysa muga!"

26. Prikkur slóð, ørur av sinni og víni, traff hann á trýnið.

Tórmóður greyp um nebban við øði, tín fani eg bløði.

27. Tórmóður treiv eitt tjógv og læt falla, í Prikkinsa skalla.

Prikkur hann small, ei talaði orði, inn undir borðið.

28. Ótrivaskeggið á Tórmóður legði, hann víðopnan hevði.

Tá greyp hvør annan, teir kvølvdu borðið, alt lá í sori.

29. Levind og larmur, alt var í skeljum, tað var sum í heljum,

nístan og grátur av hvørjari kvinnu, sum har var inni.

30. Inn treður maður við hatti og stokki, nýgreiddum knokki.

Hornum og hala og hógvum á rossi, hin var í klossi.

31. Kleppar og høft hann hevði við baki, og devulin takið.

Sóttrýnið rópti : "Hygg, hógvar og hali, nú verður galið !"

32. Stillaðist allir teir hoyrdu hin gamla, við kleppunum skramla.

Bleikir teir stardu at Heljarhundi, kvirt var á fundi.

33. Deknurin teskandi sigur við Gabba : "Renn heim til abba,

lána mær Bíbil og Kingo at mana, í mold handa fana !"

34. "Bíbil og Kingo, tað skulu teir fáa, má Guð okkum náða,

men eg frykti fyri, at seinan tíma, fer hann at rýma."

35. Teir lósu og sungu og krossristu gesti, tá læði hin versti.

: "Haldið nú kjaft, ella verði eg óður, tí eg eri móður !"

36. Tit hava rópt og eg havi mær skundað, at koma til funda,

rættið mær fløskuna, eg eri tystur, svangur og frystur.

37. Hann át og drakk alt, sum har var eftir, tá var hann mettur.

Hann skar í eitt ýl, nú mær lystir at fríggja ! - men fór so at spýggja.

38. Oftani illa man brennivín løna, sum fjøðursár høna,

so rísin var fanin - teir stóðu og gløddu - hann bar ikki høvdið !

39. Deknurin rópar : "Nú skal hann týna, ongan meiri pína,

Klípið hann nú, so hann ikki kann ganga, vit skulu hann fanga !"

40. Fanin, hann klepparnar av sær koyrdi, tá hetta hann hoyrdi,

í vinstru brók var hans hjarta farið, hann vinglar av garði.

41. Bíbil og Kingo ei nyttaðu nakað, tak kvíslir og haka,

tá deknurin rópti við vápni í hendi, teir aftaná rendu.

42. Fanin helt undan, bangin og óður, skeitti sum tjóvur.

Teir eltu hann so móti bakkanum oman, at koyra á bláman.

43. Fanin sprakk út av bakkagarði, tá mundi hann farið,

halin stakk av í fleiri pettir, stiklið lá eftir.

44. Tá vóru róp og grótkast frá øllum, tað svarar úr fjøllum,

men Royðragumpur hann kvíslunda sendi, í fjandan hon rendi.

45. Fanin, hann leyp av niðasta lunni, og kvíslan í drunni,

hann søkk sum ein steinur, mong halda hann doyði og Meiðvitið oyði.

46. Men missiónerurin svór, hann kann vátta, hann gekk sum ein rotta,

á havsbotni heim, millum tonglar og skeljar, líka til heljar.

47. Men doyði hann ikki á hesum sinni, so situr hann inni,

tí síðan tá, mein gjørdi ongum hinversti, sjálvt ikki presti.

Nú nærðkast endanum, og fara okur at lesa tvær yrkingar afturat. Tann fyrr er eitt dømi um, at Pól F. eisini var sera kritiskur yvirfyri politiska lívinum í Føroyum, og kann Pól F. í hesum sambandi, sigast verða ein samfelagsrevsari burtur av.

Fyrst í 20’unum og 30’unum móti prestum og missionerum, sum hann helt fyltu fólk við óttan um fanan og helviti, so at kirkjan og teir sjálvur skuldi fáa fleiri gávur, hvørja ferð ein persónar afturat varð frelstur. Og so í 40’unum, 50’unum og 60’unum, tá hann gjørdi óteljandi nógvar politiskar viðmerkingar, allaroftast í rímum - oftani eitt vers-yrkingar.

Henda fyrst yrkingin, "Sjálvstýri Føroya veksur sum kálvahali", er eitt dømi um hetta, har Pól F. ger viðmerking til føroysku sjálvsstýrisrørsluna.

Sjálvstýri Føroya veksur sum kálvahali

Frægir fullu um merkisstong,

og fylkingin tynnist í hvørjum,

brátt kunnu teir teljast á einari hond,

sum sjálvræði krevja í Føroyum.

Málið er vanskeplað, mentan vanvird,

fals býr undir hvørjum skinni,

flestir nú selja sín fedranna arv,

sum Esau gjørdi á sinni.

Í útlendskum óløgum Føroya skúta

fyri vind og vág róðurleys rekur,

mannað við einastu tjóð, sum vil,

at úlendsk tjóð stýrisvøl tekur.

Hin seinna yrkingin, "Kærleiksboðið", og er ikki so nógv at viðmerkja til hesa yrking, og haldi eg tí at Pól F. sjálvur fær orðið.

Kærleiksboðið

Eg royndi øll boð at halda,

sum Móses á Sinai fekk,

tað hevur so dánt mær eydnast,

tó stundum tað stríggið gekk.

Men boðið at elska øll onnur,

at halda er ikki so lætt,

tí enn kann eg bert elska

ta hálvu mannaætt.

Eg elski alt konufólkið,

men mannfólk eg ei leggi í,

tær elski eg hátt sum meg sjálvan,

ja, hægri til vissa tíð.

Tí haldi eg, Harrin ber yvir,

at eg eri ei fullkomin enn,

tað er ein góð byrjan at elska

túsund milliónir ísenn.

At enda. "Av øllum londum í eyst og vest", ið er ein av fosturlandsyrkingunum hjá Pól F., ið kann metast millum bestu av sínu slagi yrktir í Føroyum.

Av øllum londum

Av øllum londum í eyst og vest,

er føðilandið mær hjarta næst,

hitt fjallaheimið

í sorg sum gleimi

mær dámar best.

Frá Mýlingstindi til Beinisvørð,

sum standa verjur um fosturjørð,

har mál mítt ljóðar,

har best mær hóvar

við bláan fjørð.

Eg elski fjøllin himnahá

við stinnum tindum, ið loftskýggj ná,

og grønum líðum,

frá fyrndartíðum

tey stóðu svá.

Eg elski áir og fossalag,

hin væna hagan, har fuglur kvað,

og vøtn og tjarnir,

har sól og stjørnir

seg spegla á.

Eg elski havið, har frælsi grør,

eg elski villan sum stillan fjørð,

og merkur fagrar,

har bylgja akrar

á óðalsjørð.

So hátt eg elski mítt móðurmál,

ið ljóðar stint eins og herðað stál

á mannamunni

frá hjartansgrunni

og instu sál.

Tó mest eg elski tað fólk, ið her

sær heimstað fann millum fjøll og sker,

men ferðast víða,

sum fedrar fríu,

har aldan ber.

Vit eru Føroyingar, serstøk tjóð

við felags lagnu eitt felagsblóð,

og felags minni

so mong tú finnur

úr tíðarflóð.

Ei alt, ið glitrar er stórt og gott,

tað ofta roynist, ið tóktist smátt,

hjá mær er heimi,

hvar enn eg sveimi,

mítt dreymaslott.



 

Fagra blóma

Fagra blóma tú sum prýðir

fjallatindar berg og skørð,

bø og ong og grønar líðir,

hvat er fagrari á jørð ?

Eina blómu tó eg kenni,

fagrast hon av øllum er,

sjálvt ei rósan líkist henni,

tað er hon eg valdi mær.

Blómur spretta móti vári,

følna, tá ið heystið er,

mín, hon blóma man alt árið,

um so kalt ogkavið er. -

Einaferð hon bertkann blóma,

følnar hon, eg følni við.

Fylgja skal eg blómu míni,

til tann síðsta hvíldarfrið.

                      Poul F. Joensen



Opdateret 05/02/2015

Besøg  
048785