Vi bruger Cookies!     

         
 X     
*****

Sumba





Gomlustova og Langgarður/Laðangarður mitt í myndini.

Dimmalætting 1959.

 

Opið bræv til Sverra Dahl, fornfrøðing og aðrar.

 

Undir jarðasavningini í Sumba, íð nú er at enda komin, er ein merkilig hendig farin fram. Sum ikki kundi hugsast at hent í nøkrum landi, har eitt mentað fólk býr, uttan í Føroyum, tí slík gerð verður metað sum prógv um hægsta mentunarloysi í øllum vestanlondum.

Og hon er, at allar tær elstu húsatoftirnar í Gørðunum, millum Stórá og Lítlá, og av Kálgarðsbakka niðan um Laðangarð, eru lagdar av til kirkjugarð! Meðan slík pláss við sínum mongu fornminnum allastaðni verða friðað og varðveitt sum ein landshalgidómur, íð ikki má nemast, uttan av kønum fornfrøðingum.

Eftir øllum tí, íð eg veit og kann meta um, er Sunnba søgu- og sagnríkasta bygd, og Laðangarður søguríkasta garður í landinum, sum eisini dr. Jacobsens søgnir týða á, hóast langtífrá allar fornsøgur sunnbinga eru har at finna; og flestu eru tær knýttar til henda forna bústað, har aftaná minst túsundára búseting mangt má ætlast at liggja undir flag, sum kann lýsa fornar tíðir. Til dømis sæst einar tveir favnar undir svørinum á Kálgarðsbakka lind av steinsettum túni, tað sigur sína søgu.

Á hesum øki, sum ætlanin nú er at endavenda, við sama skili sum grísar eina veltu, stóð stokkastova Jenis Jenissarson í Laðangarði, sum kendur úr okkara mætastu søgn, um Snopprikk og Giljabóndan, frá 1571 til 1868 við eldstaðnum, Gomlu brík, á miðjum hallargólvi og á somu grund, sum síðani Laðangarðs- og Gomlustovuhúsini í dag.

Tað var eitt skilaloysi, ein vandalisma uttan líka nú á døgum, at okkara amtsstýri, ístaðin fyri at varðveita, gav loyvi til at ríva henda dýrgrip av grund, ein rám óbótagerð!

Niðri á Kálgarðsbakka, vóru Niðurhúsini, seinri Kálgarður, har Andrass og Guttormur løgmaður búðu, árenn Guttormur fekk Steig til løgmannsgarð. Frá teirra tíð stavar Brumhúsið, har brotsmenn vóru settir í. Seinri búsetti maður seg á toftunum og navnið broyttist til Bramhús.

Nærhendis var í Garði, har Jenis í garði, stýrimaður Nólsoyarpálls, og ein hjálparmaður hansara at byggja Royndina fríðu, búði.

Skálagarðurin, niðast á bakkanum má goyma minni um mætan skála, kanska er tað skálin á upprunargarði Sunnbiarbygd, tí elstu bygdinar, eru óivað runnar av einum landnámsgarði og Sunnba má vera ein hin allar elsta, eftir Hargarnavninum og søgunum at døma.

Á nevnda øki lógu eisini Kálgarður ovari og á Liða, í Sakarstovu og vesturi í Stovu, øll rík uppá staðfestar søgnir, eldri og yngri. Og so kirkja og elsti kirkjugarður – tveir sigast at hava verið niðari og eru farnir í havið – og hesin stendur fyri falli. Fyri einum 60 árum síðani sást lind av mannabeinum gjøgnum bakkan, niðan fyri nú nevnda gamla kirkjugarð, íð helst ikki er yngri enn umleið 1700, eftir gravsteinum at ætla. Eisini kirkjugarðurin hevur sína søgu: Mær er sagt at ein bóndadóttur úr Laðangarði, ógift, skuldi verða vorðin við barn, sum var eitt brotsverk tá á døgum, og jú størri, jú betri fólki ein var av. Hon sigst hava sett seg í fótavatn, hitti reis og doyði. Og Hálvdan bóndi í Kálgarði, íð var og fylgdi á Egrhálsrók, og rókin leyp og hann doyði, men líkið var funnið og jarða í gamla kirkjugarði. Yvir hesi bæði her nevndu, skulu teir grav steinarnir verða settir sum minni og sum enn eru til skjals; teir hava báðir langa gravskrift, ritað við vanligum og sera snotiligum skrivbókstavum, og skulu teir vera ristir av manni úr Hørg, nevndur Niclas, ið má hava livað um 1750 eftir árstølunum á steinunum at døma.

Og so Kunoyingurin, jarðaður í niðureystara kirkjugarðshorninum fyri væl hundrað árum síðani, søgan um hann sum fleiri aðrar, at tað altíð hava verði mannsevni í Sunnbingum, tá íð á stóð: Teir gróvu hann í sínum egna kirkjugarði, hóast landsins høgu harrar høvdu boðsent øllum Føroyum, at hann mátti ikki fáa kristna jørð, tí at hann hevði framt sjálvsmorð, var lopin útav bergi beint sum teir skuldu døma hann – tó øll hildu hann ósekan – fyri at hava beint fyri barni, genta hevði ætt í loyndum. Tá íð frættist, at hann var rikin til Sunnbiar og lagdur í vigda jørð, komu hørð og strong boð frá yvirvaldinum at grava hann uppaftur og fáa hann burt úr kirkjugarðinum, tá noktaðu sunnbingar hetta einmæltir og bóðu yvirvaldið sjálvt gera tað, um tað lá so nógv á. Teir høvdu jarðað hann, og hann skuldi eiga gravarfrið frá øllum sunnbingum. Teir noktaðu at fremja fútaboð, og ongin kom at grava hann uppaftur. Teir sýndu dirvi, stórsinni og hjartalag, tá íð ein miðaldarlóg og eitt kensluleyst yvirvald ikki vildi geva deyðum manni grið.

Sunnbingar! Geri ikki hesa óbótagerð at leggja hetta minnisríka øki undir deyðans køldu hond og gravarmyrkur, men varðveiti tað til kannan, um ikki í okkara tíð, so av okkara eftirmonnum, tí umframt at vera alvegis óhóskandi til kirkjugarð, er tað lógarbrot, tí lógfest er, at øll slík søgurík støð eru friðhalgaði til forngranskan og mugu ikki nemast av ókønum monnum.

Nú havi eg givið eina stutta frágreiðing um grundarlagi fyri mínum fyrispurningi, fyrst til tín Sverra Dahl, fornfrøðing, sum hevur eftirlit við øllum friðaðum og í aðru røð til landsstýrið, sum setur lógirnar í gildi, og fútan, sum skal ansa eftir at tær verða hildnar, um hvussu er atborðið við hesari skilaleysu gerð.

Tú Sverri Dahl hevði grein og lógina um friðhalgan av fornminnum í Varðanum, ikki so langt síðani, veist tú ikki av hesum, at hetta er eitt 1000 ára gamalt búpláss, óivað líka frá landnámstíðini? Og Jens í Dali, útskiftingarmaður, veit hann ikki lógirnar, hann skal ganga eftir?

Eg loyvi mær tí her at biðja teg Sverra ella onkran annan ábyrgdarmann at greiða mær hendan spurning, sum er ein fløkja við lit. Tí tað eru tey íð liva, íð lond byggja skulu og varðveita og menna fedraarvin, tí hvørt ættarlið hvílir á herðunum teirra undanfarnu og skal taka í endan har teir sleptu.

Sama ger, hvar tey farnu hvíla, sum Odvald segði: Eg skoyti lítið hvat beinini tola, tá er eri deyður.

 

Daniel Jacob Joensen,

Hørg, Sunnba.

1959.

Harra.

Sverra Dahl. Tórshavn.

Vegna bræv tygara um Laðangarð, hevur sóknar stýri viðtikið at svara, at hetta hús hevur onga virði og krevur stýrið at húsið verður tikið niður beinanvegin, tí tað stendur í vegin fyri útbygging av gamla kirkjugarði.

Hetta hús stendur í dag sum eitt mispríði fyri okkara vakru bygd, um daniel Jac. Joensen sum hevur verið ein eigari av hesum húsið, hevði so stóra kærleika í tí, hví hevur hann tá ikki við hinum arvinginum av Laðangarði hildi hetta hús so í standi at tað kundi veri vert at haft sum eitt bygdarminni, vit vilja halda, at hann kundi haft bøtt sámuliga væl um tað um hann hevði brúkt sínar skattaeftirstøðu til hettar endamál.

Sunnbøur 14.des. 1959.

Sóknarstýið fyri Sunnbiar sóknar kommunu.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Opdateret 01/02/2012

Besøg  
048785