Vi bruger Cookies!     

         
 X     
*****

Sumba



1. Sorgardagur í Sumba.

2. Veðurfastir í Sumbiarholmi.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 



Opdateret 05/02/2012

 

VEÐURFASTIR Í SUMBIARHOLMI.

 

Tá ið 16 mans sótu veðurfastir úti á triðja dag í Sumbiarhólmi umleið 1866. Greitt fyri mær av

manni, ið sjálvur blaðungur var við á vandaferðini.

Sum ein veldigur brimbrótari, hálvan annan fjórðingsveg langur, liggur Sumbiarhólmur og verjir fyri Sumbiarbygd, ið annars ikki hevði kunnað verið so niðarlaga, sum meginparturin av henni er bygdur nú. Hóast hólmurin, ið er upp til 10 favnar høgur og steyrrættur út móti vesturhavinum, liggur undir sjógv í hvørjum broti í verstu brimódn, tá ið boðasløgini duna sum torusláttur, so ein fremmandur ikki blundar, og hvørt brot av Sjørgrunsboða, sum í 1913 av storminum verður borið 120 favna hædd upp við Beinisvørði sum ein veldigur áarfossur, ið fellur sum glopraregn niðuraftur yvir bygdina, so missa tey miklu brotini sína megi móti honum, og tað kann vera kyrra innan fyri hann.

Men Sumbiarhólmur kann eisini sigast at hava verið sum eitt bjargingarskip, tá ið sumbingar á

útróðri, sum ofta hendir, ikki hava kunnað lent á Mølini ella Pollinum, tí brimið hevur staðið í grasið, og ikki hevur verið klúgvandi eystur um Akrabergstanga, har Røstin rísin rann og stongdi allar leiðir.

Tá var hólmurin einasta bjargingarvón, og mangan hava sumbingar gjøgnum øldirnar sitið vátir og svangir – ofta í frosti og kava – harúti millum vón og ótta fyri verri brimi, skildir frá sínum heimi og kæru av tí smala, brimavvelta Sumbiarfjørði, meðan teir kundu eygleiða tey heimasitandi og teirra virki í bygdni.

Á vetri í 1866 fóru tvinni áttamannafør úr Sumba til útróðrar. Leiðin út á Sumbiargrynnu er ikki long, bert tveir fjórðingar at rógva; men teir vóru ikki meir enn setstir, tá aldan í sjónum vaks so brádliga, at aldukamburin fjaldi landið, tá ið teir vóru í aldudalinum, og vestast á oynni spýtti fysta brot, teir sóu, so hjómhvítt langt upp í bergið, og við hvørja aldu flutti brimið seg eitt fet longur suður við oynni, til øll oyggin um stutta stund vóð í kókandi skúmi, og Sjørgrunsboði legði 50 favnar upp í Beinisvørði, hóast tað bert var vanligt andøvsgul av útsynningi.

Farið varð undir segl og árar við tað sama, og strúkandi runnu báðir bátar at landi. Men meinkunnugir, sum menn vóru við lendingarlíkindi í slíkum landbrimi, vistu teir væl í forhond, at nú

lendi ongin bátur í Sumba. Eysturleiðin var stongd av Røstini, ið leikaði í við miklum brotum og

bakbrotum í teirri síðu havalduni og harða streyminum. Vesturleiðin var heldur ikki farandi um

strongin á Heygsfles, ið fer til havs út úr Beinisvørði, umframt at brimódn var bæði á Vágaseiði og í Fámjin.

Fyri vestan varð leiðin inn á Sumbiarfjørð eisini stongd av Høvdaboða og Sundboðunum. Haldið á Sundinum, ið er so smalt, bert boðarnir skara á, at árarnar nema við brotið í bæði borð, vistu teir væl, vóru ongi løgir at koma ígjøgnum, tí har brutu boðarnir saman uttan íhald; tað skuldi minni til enn so, at teir reistust frá grunni. So var ‘einans leiðin’ eftir, um lív skuldi bjargast, og hon gekk

millum strongin á Kílanum út úr hólminum og íðuna á Lambagjónni, sum bæði vóru í andarisi, og har kundi verða nóg ruskut. Teir stevndu so leiðina fram, og væl gekst eftir umstøðunum, hóast kjøkrutur sjógvur var, og stórir skvampar við hvørt løgdu inn um stokkar og stavn.

Teir tríggir tangaboðarnir eystur úr hólminum brutu saman, so har var ikki hugsandi um at leggja á; stevnt varð so eystur yvir teimum; tað vóru ongi onnur kor at velja; hóast har var reiðilig sjóvarilska millum boðarnar og íðuna uttanfyri, komu teir vandaleysir innum gjøgnum tann leysa sjógvin, ið viðhvørt stakk seg upp við borðinum og spýtti stórar skvampar inn í bátin. Men vestur undir tangaboðunum var sjógvurin so krappur, at bátarnir viðhvørt tóku inn um báðar stavnar ísenn, og innanfyri teir tók hann á at bróta á tí grunna vatninum, ið er allastaðni uttanfyri Sumbiarbygd.

Teir vunnu tó vegin fram og komu sjódálkaðir inn á deyðavatnið úti undir hólminum, meðan Sumbiarfjørður lá avveltur í skúmandi brimi innanfyri. Av Oyruni, ið gongur úr hólminum væl meir

enn inn á hálvan fjørðin, har eitt smalt hald er at rógva ígjøgnum, tá nakað er at, sum á Sundinum,

fóru brotini hjómhvít hvørjum øðrum á baki uttan íhelming, sum hond í hond langt upp á land, har

tey smildraðust í malargrótinum, ið buldrandi dró inn og út við hvørjari fylling og útdrátti, og sum

ljóðaði eins og veldigur trummusláttur til aldudansin og brimdunið, har alt mannamál kódnaði í

ódnarrómi.

 

Sum mikil knørr í havódn

Brimið stóð í grasið, so onki annað var at gera hjá útróðrarmonnunum enn at draga bátarnar upp í hólminum og bíða í tolni eftir batnandi líkindum.

Men ilt var at vera tolin undir slíkum umstøðum, vátir og válaðir, sum teir vóru, og skjótt kom eisini

svongdin aftrat, tí tá á døgum var tað ikki siður at hava mat við til útróðrar, tí gomul pátrúgv var í

forðum í Føroyum, sum eisini í Noregi, at svangari fiskimaður var, betur beit fiskurin, og hann varð metaður sum eitt átufrekt ómenni, ið hevði mat við á útróðri, sum eisini Brókatáttur sigur:

Allir teir á bátinum vóru egndu fyri kalva uttan Jóannes Niklasson, hann egndi fyri seg sjálvan.

Fyrsti dagur rann skjótt at enda, tí tað var stutt undan jólum, men vetrarnáttin var so mikið longri

og tóktist ongan enda at fáa hjá hesum neyðstøddu monnum, ið vóru um at stirðna, tí kalt var í

veðrinum, og brimið var vaksið so, at viðhvørt stóð sjórokið sum regn yvir hólminum. Fyri at fáa skjól, holvdu teir bátarnar og stungu seg saman við seglinum útyvir sær fyri at halda varmanum, men teir, ið ytstir lógu, vóru verst fyri, heitir um aðra lið og frystir um hina, ið úteftir vendi, tí seglið rakk ikki væl til at fjala allar. Tað var tí av hørðildum, at ein av teimum, ið verst var fyrikomin, tá liðið var út á náttina, svór so dýran eið, at slapp hann ikki longri inn undir seglið, so skuldi hann skera sín áttanda part burtur úr tí, men hann fekk sín vilja fram, teir innaru skiftu so legu við teir ytstu.

Tá ið lýsti fyri degi, livnaðu menn aftur, men ikki vóru vónirnar lýsnaðar frá degnum fyri: Vindurin og brimið var vaksið og Sumbiarfjørður avveltur av óløgum, ið sjóðandi glímdust í kókandi skúmi: brotini eystan og vestaneftir møttust á Oyruni, brunnu saman, reistust upp í andarisi í fastatøkum við miklum duni, fullu máttleys aftur í skúmandi froðu, men tá vóru tey næstu á veg við somu øði til

sama úrslitaleysa dystin fús.

Landbrimið stóð í grasið allastaðni. Veldug grunnbrot fullu við miklari megi móti berginum

báðumegin bygdina, stigu hátt upp við bergsins barmi, sum royndu tey at rætta seg upp á

eggjatromina, men bergið sló tey øvugt í havið aftur hvørja ferð; tó ótroyttilig lupu tey á aftur og

hildu á tað endaleysa stríðið millum land og hav.

Hólmurin, ið vóð í skúmi og brimroki, var fyri teimum sum mikil knørr í havódn og teir manningin,

hjálparleysir móti natúrunnar veldi. Uttan og innanfyri ýldi havið vilt sum svangar løvur, og gjøgnum

stormin dundu grunnbrotini sum torusláttur. Vestan og eystan hólmin vóru boðasløgini sum

hvøllastu kanónskot av Sundboðunum, Mistrívningi og Høvdaboða og teimum trimum tangaboðunum.

Ein veldugur ljómleikur, leiktur á natúrinnar orgli; so kraftarmikil og skakandi áhoyrararnar og

trongjandi at merg og mønu, at allir menniskjans ljómleikir vera viðfáningar móti stormsins og

havsins veldisløgum í himmalódn.

 

Settu á homlubondini at eta

Tað, ið menn bóru mestan ótta fyri, var at stormurin skuldi vaksa til ódnarstorm við havódn av tí

versta, tá hvørt brot steig upp við berginum og fall so kolblátt niður yvir hólmin og fór skolandi inn á fjørðin, tí so vistu teir væl, at bæði teir og bátar hvør um annan komu at fara skolandi gjøgnum

óløgini og finna sín bana á fjørðinum, har teir kanska einaferð saman við smildraðum bátasprekum vóru funnir sum brimløstað lík á Malarbrúnni undir bygdini.

Svongdin herdi á og doyvdi eisini dirvið. Dánjal undir Hamri, ið var ein tann elsti, hevði tikið øll

homlubondini, ið vóru av grindabøkslum, í sína varðveitslu; hann duldi sína ætlan við hesum: fyrsta

kvøldið fekk hvør maður tveir bitar, og nú ið menn illa tuskaðir fóru at tosa um svongd, so tók hann og skar hvørjum manni nakrar bitar aftrat; hetta var berkin kostur, men teir fingu tó ein matráka, tá ið teir tugdu tað væl, og at enda gleið væl niður, tí sum kunnugt, er svøltur hin besti kokkurin; hetta mettaði ikki, men teir ernaðust eitt sindur av tí.

Langtandi sótu teir og stardu inn á land, har teirra kæru kúrdu um teirra óvissu lagnu. Tann stutti

vetrardagurin tóktist teimum endaleysur, tí langtandi manni tykist longst at liva, men alt fær tó ein

enda, og tá nakrir bitar vóru býttir aftrat, og náttin kom, royndu teir aftur at bølast sum best inni

undir bátinum við seglunum útyvir sær.

Svøvnurin var sum harragudveit, tá ið ein er bæði kaldur og svangur og óttast tað versta. Brimdun og boðabrot minti uttan støðg á, at Rán var á villari veiðiferð sveipt í hjómhvítan feigdarbúna og væl kundi veita teimum kalda song á havsins botni, hóast teir høvdu fótin fastan. Og stormurin hvein sum trølskir andar um bátarnar, og tey fúkandi illveðurskýggini mintu um Óðins villa deydningafylgi á skýferð í stormduni á óveðurssvørtum hestum, og mánin torgaði sjáldan at kaga útundan, tá ið stormurin einstakar ferðir skræddi rivur í tað skýfylta loftið.

Fall vetrardagurin langur, so var tann langa óhugnaliga vetrarnáttin sum ein ævi at koma ígjøgnum undir hesum tungu umstøðum. Onkuntíð maktaðust teir burtur, men vaknaðu skjótt av illum dreymum og kuldaskjálvta til tann beiska veruleikan.

 

Ein glæma av góðum lívsminnum

At enda fór tó at grána fyri degi, og líðandi kom hitt signaða dagslýsið aftur og kveikti nýtt lív í teir

neyðstøddu menn.

Ongantíð hevði Sumba tókst teimum so yndisliga vøkur sum hendan illfýsna vetrarmorgun, prýdd

sum hon var við eini gyltari glæmu av góðum lívsminnum og av teirra langtandi huga eftir børnum og vívi og øllum har heima, sum teir kanska ongantíð fóru at síggja aftur, hóast teir vóru so nær staddir, at teir kundu eygleiða alt í bygdini: allan húshagan randaðan av tí stolta fuglaríka Beinisvørði og Eggjagarði við Spinunum, Spáafelli, Knúkanum, Skálanum og Fjallinum, har teir áttu so mong spor bæði í bergi og haga.

Tá brast úr einum teirra av ótta og langtan: Gud gævi eg nú sat undir høvdi í Tjørnini! (eitt stórt

sortudíki oman fyri Malarbrúnna) tí so visti hann, at lív var bjargað. Einasti uggi teirra var, at veðrið

var ikki versnað.

 

Ein bragdligur kollfirðingur í Sumba

Heima í bygdini var ringur standur, fremst hjá teimum avvarðandi, men hjá øllum hinum eisini, tí øll

vistu, at lívsljós teirra, í hólminum sótu, brátt kundi verða sløkt, um stormurin øtlaði eitt sindur

aftrat, tí tey sóu brimið so javnan spýta upp á bergstromina og rúka inn yvir teir, ið sótu sum fangar, hungraðir og frystir, og sum væl kundu eygleiðast av landi.

Menn vóru javnan saman í ráðagerð og talaðu um, hvat ið var til ráða at taka fyri at veita hjálp,

hóast teir væl vistu, at í hesum føri vóru ongi ráð fyri óráðum.

Teir fingu Suðuroyar sýslumann til bygdina, og teir samráddust nú saman við honum, men hann visti ongi ráð heldur. Við skipi kundi onki gerast, um tað torgaði vestur um Sumbiarenda, so var ongin vón skøpt at fáa samband við hólmin, sum nú leikaði í. Onkur helt, at tað vóru vánir til ættarskifti, kanska teir í so fall kundu lata kíkar við mati reka út í hólmin, men hetta uppskot bygdi á leysa luft og var meira ein ynskidreymur, sjálvsagt.

Tá reistist ein kollfirðingur Niklái, ið var komin suður at vitja ættarfrændur seg á føtur og beyð sær til at seta lívið í veð og svimja út í hólmin við mati! Sumbingarnir hugdu bilsnir at honum, og fleiri máttu flenna, um teimum ikki var látur í huga, tí teir vistu fullvæl at út gjøgnum brimið slapp ongin livandi, men hann, ið royndi slíkt, kom at verða bardur til deyða móti kletti ella møl. Slík roynd vildi einans verið sjálvmorð.

Men fleiri yngri konufólk tóku hetta makaleysa tilboð sum álvara og bønaðu og bóðu henda

fremmanda, ið vísti seg djarvari enn nakar av teirra bygdarmonnum, um fyri teirra skyld ikki at seta sítt lív í vága. Niklái stóð bringubrattur, errin sum hani í einum høsnaflokkki, og læt seg ikki bøna leingi. So helt hann fyri náðisliga: tað var sær hart ímóti, men tá ið tær tóku sær hansara lív og lagnu so nær, so skuldi hann fyri teirra sakir og bønar skyld lata vera at fara, hóast tað var lítið verk fyri seg at útinna.

Niklái varð til láturs fyri mannfólki, sum sóu tvørtur ígjøgnum glansmyndina, men tað var ikki sørt av konufólki, ið bóru tokka til hansara fyri hetta mikla roysnisverk, sum hann einans hart trongdur av teirra bønan hevði latið seg eftirlíka ikki at fullføra. So hann fekk góða løn fyri sín »offurvilja«.

Bygdarmenninir, ið onga hjálp kundu veita, skiltust í vónloysi; nú vóru einans ráð at biðja og vóna, at veðrið skuldi batna og brimið minka.

 

Maður er mans gaman

Úti í hólminum minkaðu vónirnar so hvørt, sum dagurin leið, og stormur og brim leikaðu í við sama lag, tí nú fór at standa á hvørjum manni, hungraðir, vátir og frystir og illa svøvntir við deyðanum fyri eygunum leiðilanga tíð, vóru teir viknaðir likamliga og eisini sálarliga.

Dánjal undir Hamri býtti teir seinastu homlubandsbitarnar millum allar og stóð við einum lítlum

stubba av tí seinasta eftir í hondini, tá ið hann spurdi, um nú allir høvdu fingið sín part, tá svaraði

Jens Jákup at sanniliga hevði hann onki fingið. Dánjal, ið visti sum helst fleiri aðrir, at Jenis var ein tann fyrsti, ið hevði fingið sína »verð«, tókti synd í honum, tí hann var eina verst fyrikomin, og læt hann fáa tað, ið eftir var, og ongin av hinum meira og minni illa farnu fanst at tí.

Hvussu illa teir hava verið farnir av svongd, sæst av hesum tilburði; tí tá ið eitt gamalt homluband av hvalahvølju við tránaðum siggi uppií, verður notið við betri matarlysti enn nakað góðgæti í vanligum umstøðum, tá gongur hart á megnarmenn. Men tað vóru eisini meir enn tveir dagar gingnir, síðan teir smakkaðu matartuggu.

Teir stungu seg saman í myrkrinum undir bátunum fyri at søkja sær varma og ugga. Ikki bar væl til at sova, tá ið tenninar ringlaðu í heysinum av kulda. Fleiri høvdu onga bjargingarvón longur, tí óveður og brim leikaðu við sama lag; men teir bóru sína lagnu sum menn, vandir upp sum teir vóru í kvæðamentanini, sum segði tað ei vera kappalíkt at gráta um deyðar menn, og mentir av teirra forløgstrúgv, at ongin kundi renna frá sínari lagnu, og doyggja skuldu øll. Sjálvt um teir sárt saknaðu síni kæru, ið lítil vón var um at hitta aftur, tí um teir ikki skolaðu av hólminum av brimi, so fóru teir brátt at maktast burtur, sat ongin teirra og eymkaði seg ella feldi tár um sína lagnu, tí hon var fastløgd í móðurlívi og kundi ikki ryggjast; onkur kundi tó biðja til Gud, men innantanna.

Teir frægastu tosaðu saman um tær mongu ódnarferðir, teir høvdu verið við til, ella sum oddamenn í bjørgum, tá ið eitt hár var millum deyðan og lívið, ella tá ið teimum lá vátt undir fótum í andróðri ella av sjóvarilsku. »Minnist tú ódnarsiglingina vestan úr sjógv, Sørin, tá ið brotið legði kolblátt inn yvir bátin, og hann sigldi seg upp á aldukambin á næstu báru, so tað stóð sum áarfossur aftur av honum tvørt um Dánjal, ið sat við róðrið?«

»Ja, Tummas, tað var somu ferðina, ið tú segði: Hattar var ein kroppur! Og Jógvan, ið saman við

øðrum lá niðuri í rúmunum fyri at gera bátin tryggari undir seglunum, spurdi: Var tað ein hvalur,

hann sá; og tá ið hann fekk at vita, tað var ein brotasjógvur, bað blaka teg út, tí tú háðaði Harrans

veður og vind. Og tú svaraði við at kvøða: Ikki skulu vit láta lív, so longi, sum Ormurin heldur.

»Ja,« helt Tummas fyri, »eg segði tað fyri at menna hinar, tí tað galt lív og deyða, og eg havi lagt til merkis at sálmar ella bønir í vandaferð heldur gera flestar menn ráðaleysar, so at teir missa mót og megi, meðan hóskandi kappaørindi menna allar. Og at hann, sum er staddur í deyðans vanda og hevur hug og hendur fullar av at bjarga far og lívi, minni hugsar um Gud, tí tað hevur hann ikki stundir til.«

»Tað man vera, sum tú sigur«, legði Óli til, »sálmasangur okkara hevur altíð verið eitt heiti;

kappróðurin á havmiðini og aftur at landi er ikki væl hóskandi til sálmasong; sum nú í heyst, tá ið vit kappróðu á Tormansmið; vit vóru byrjaðir at syngja, tá ið hinir løgdu á, og áðrenn vit vóru komnir vestur at Flesini undir Á, var málið sum í kálvi á hvørjum manni, og vit máttu enda sangin í triðja ørindi ella tapa. Tað man Harrin fyrigeva okkum; hann kennir síni børn og veit best, at øll eru

brekað,« tók Dánjal til orða; »hann hevur ikki skapt okkum til syndagremjandi hongjuhøvd, men til at gera okkara virki á foldum á besta hátt og halda dans og leik, tá ið stundin loyvir, eins og

gudsmenninir Dávur og fleiri í bíbliuni, sum ørindið sigur:

Gud gleðir hann, ið glaður er, hann er Gudi kær, hann hevur ongar illar tankar, meðan hans hjarta

lær.

Tað skal tú eiga allan rætt í, tók Sørin til orða. Eg óttist ikki at doyggja, tað skal so einaferð verða; eg eri nú ein eldri maður og øll míni floygd. Tað er ikki stórur harmur í mær og mínum líkum, sum ikki hava stórt av ogn at binda seg til lívið, men sanniliga sker tað meg í hjarta, um Niklas í Laðangarði, ið nýliga hevur tikið við seksmarkagarði, skal láta lív her bert 18 ára gamal, beint sum hann skal byrja at liva, so at siga fyri egnum durum, síggjandi bygd, jørð og garð sín við seinasta eygnabrái.

Eg harmi meg heldur ikki, segði Dánjal; mínar umstøður eru tínum líkar, Sørin, men tað sum fellur

mær tyngst, er, at 16 av bestu monnum í bygdini nógvir á bestu árum skulu seigpínast til deyða her, meðan so mong óvætti, sum ongin saknur var í, sum Jákup bróðir, skulu liva sum ónyttur til ellisár.

Tá brast út úr Hanusi, ið var kendur at liva í støðugari ósemju við konuni, at læt Gud veðrið batna, og hann kom heilur heim, so skuldi hansara fyrsta gerð verða at fara til altars við konuni, og aldri skuldi øvugt orð falla teirra millum aftur; tað lovaði hann dýrt og heilagt í olmussu.

Men Sørin kundi ikki bara sær, tá ið hann hetta hoyrdi: Trýr tín býttlingur, at Gud ikki hevur meira

um at vera, enn at ansa eftir, hvussu tú og konan tíggja tykkum, og at himmalins veður og vindur

gevur far um, antin tú klórast ella hálsfevnist við konu tína? Eg havi verið við í vandaferð, tá ið menn hava lovað munandi mætari olmussu enn tína, men eg havi ongantíð sæð, at sjógvur ella stormur eru tamdir av lyftum ella bønum; vit slitu landið upp við okkara mátt og megi, uttan at veðrið linkaði ella læt við seg koma; men summir bátsmenn mínir trúðu av gomlum vana, at tað var olmussan ið bjargaði.

Tosið doyði so líðandi burt og flestir makaðust av svøvni og dúraðu.

 

Gloyma tey illu og goyma tey góðu minni

Stormurin var nú minkaður, og tveir teirra, Pól og Jenis, ið vóru eina frægast í lagi, fóru at leita eftir svøvnskarvum, ið plagdu sita og sova fast um náttina á pallum fram við sjónum. Tað eydnaðist teimum eftir langari leitan at fáa fatur á teimum, og fóru teir so aftur til hinar.

Eldførispinnar vóru ikki komnir í nýtslu tá, so teir høvdu ongan eld; teir skrædlaðu tí fylluna við

fjaðrunum av, eftir at hava drukkið blóðið, og hesir ráu skarvarnir vórðu so ætlaðir at býtast javnt

millum allar, hóast tað bert var ein góður munnbiti í part, um ikki veðrið var linkað, tá ið dagurin

kom. Og tað hevði eisini verið søttliga etið, um rátt var.

Men móti lýsing minkaði vindurin nógv, og sjóðanin av briminum minkaði eisini so líðandi og kveikti nýggjar vónir í hesar illa teipaðu menn, ið høvdu gjørt sær greitt at doyggja og vóru tí fyrivarnir tí versta. Allir tóktust at vinna nýggja lívsmegi, tí kanska tað ótrúliga ‘kundi henda’, at hann kyrraði so mikið, at teir fingu løgir at lenda. Hjartaslagið gjørdist títtari, so teir ornaðu av spenninginum millum vón og ótta og tráaðu alspentir eftir ljósum degi og fríum útsýni yvir líkindini á Sumbiarfjørði.

Løtan undan lýsing tóktist endaleys, so gránaði umsíðir fyri degi, og við hvørjari nerv á tambi stóðu teir og stardu inn á fjørðin, til tað lýsti so mikið, at teir fingu hylling á umstøðunum fyri bjarging. Tað var sum ein klettur var lyftur av hvørjari bringu, tá ið teir sóu, at bert hann kyrraði eitt syndur aftrat, mundi vera klúgvandi vestur í Pollin.

Teir vendu so teir holvdu bátarnar aftur á rættkjøl og drógu teir á sjógv og lógu so búnir at byrja ta

stuttu, men vandamiklu heimferðina, so brátt sum líkt var til at koma fram, tí teir vistu hvussu lúnskt

Sumbiarhavið var, helst á vetrartíð: ein lítil linni viðhvørt og so avvelt aftur í brimi, sum kundi liggja

bæði tveir og mest av triðja mánað eisini uttan at tað var lendandi í Sumba.

Brimið linkaði líðandi, og so samdust teir um at royna.

So illa teipaðir sum teir vóru, hildu teir seg tó ongantíð hava tikið ár í hond við so stórum vónum, og harav øktari megi, sum á hesi um lív ella deyða ráðandi heimferð. Skúmandi runnu bátarnir jøgnum brimhjómið, og alt fall væl í lag, uttan um Haldið á Oyruni, har tað breyt saman viðhvørt; men teir sluppu eftir løgum vestur um Oyruna og róðu so vestur undir teimum skúmandi Sundboðunum, eygleiddir av øllum, ið gonguført var í bygdini, bíðaðu óløgini av undir Sundinum, og løgdu so eftir løgum inn í Pollin, har bátarnir vóru loftaðir av teimum heimastøddu og sum eitt skot meira bornir enn drignir líka á bakkan. Har var fagnarrómur og gleðisgrátur av teimum avvarðandi, ið høvdu fingið menn, fedrar, brøður og synir, sum vóru teimum eins og afturgivnir úr deyðans kalda favni.

Men skjótt var henda vandaferð bert eitt kámt minni hjá øllum ið samband høvdu havt við hana, tí

óspilt mannabørn hava lyndi at gloyma tey illu og goyma tey góðu minnini.

Og mong hending er farin fram í Sumbiarhólmi síðani.

 

Pollurin í Sumba burturbeindur av brimi í  einari útsynningsódn í 1913. Ódnin var so ógvuslig at ongin minnist verri. Brimuppgangi var so øgiligt, at Hólmurin sjáldan fjaraði undan í brim rokinum. Óløgini brutu langt niðan á Gerðisbakka og skolaðu tríati favnar av gomlu vallaðum bøgarði í havið, tók tvey neyst og skolaði væl niðan um húsini á Mørki...ni, so ein kúgv í kjallaranum var í stórum vanda fyri at drukna av sjógvi.

Ein mikil rekastokkur lá heimanfyri Kálvsjarðaá, omanfyri sum vegurin er nú, hann tók brimi við sær í havið aftur. Brimið stóð tá viðhvørt niðan um vegin gjøgnum bygdina liggur, og nýlendini undir vegnum vóru yvir stroydd við reyðfiski, brosmum og steinbýta, tá íð av fjaraði, so teir fyrstu menn, íð komu á staðið, hentaðu upp í fleiri leypar av fiski.

Stormurin bar hvørt brot av Sjørgrunnsboða 120 favna hædd, upp við Beinisvørði, so tað stóð í luftini, sum var tað ein mikil á, íð stoyttist út av bergi móti kol stormi og verður borin sum veldigur áarfossur til skýggja.

Sjórokið fall sum glopregn yvir bygdina, og stormdunið og brimrunið av Malarbrúnni, boðaslátturin og tey miklu grunnbrotini dundu so hvølt sum torubrestir.

Tá rundaðist alt skapt av mannahond úr Pollinum niður at fastari hellu. (Jan Joensen).

.........................................................................................................................................

Á Liða er kent í Sumbiar søgnum. Á Liða var eitt valahús í forðum við nógvari jørð, og hartil vóru teir eydnismenn á Liða, so eygsýniliga, at søgnin fyri hesum eyðkenni teirra, sigur at atvoldin var hon, at nykurin, íð búði í einari áður stórari tjørn oman fyri Høgumøl fram við Malarbrúnna, kom í líki av lítlum hesti fram við eitt kvøldið óvitarnir... spældu á Skankafløtti, skamt ífrá tjørnini, og hann fekk borið so í bandi, at dóttir Mikkjal á Liða setti seg upp á bak hansara og hvarv saman við honum í tjørnini.

Somu nátt gekk nykurin í dreymar fyri Mikkjal á Liða, og segði hann, at dótturin hevði tað gott hjá sær, men afturfyri hann lovaði hann Mikkjali eydnu í øllum førum, um hann lat dyrnar á húsunum, hann var fara undir at byggja, venda móti kirkjugarðsliðinum og kirkjuni sum stóð miðskeiðis í gamla kirkjugarðinum niðuri á Kálgarðsbakka. – Tveir kirkjugarðar skulu hava verið niðari, men brimið hevur máað teir burtur.

Mikkjal gjørdi sum sagt var, og eydnan var við Liðahúsinum leingi. Men einaferð seinri vóru aftur húsini bygd av nýggjum, men tá vendu teir dyrnar vestureftir, og frá tí degi kom øll óeydna yvir teir á Liða. Dyrnar vóru tí fluttar, so tær aftur vístu hin forna vegin, men einki bataði. Forna stak eydnan kom ikki aftur. Soleiðis sigur ein av fornu Sumbigarsøgnunum frá um húsið á Liða.

Heitið á Liða er helst runnið av, at kirkjugarðsliðið var skamt ífrá. Fyri durunum á Liða stóðu tveir høgir steinar, nevndir Liðasteinar. Áður í tíðini vóru ongi torn á kirkjunum og kirkjuklokkan hekk tá á einum tvørtræi, millum tvey upplagað undirløg; í Sunnba lá klokkubjálkin á báðum Liðasteinunum, sum báðir nú eru fjónaðir, síðan hin nýggja kirkjan við klokkutorni var bygd í 1886.

Her við Liðasteinar – umleið 1730 – var tað, at Antonius Hálvdansen, sonur Hálvdan bónda í Kálgarði, 11 ára gamal sat og sang ein sunnudag, presturin kom úr kirkjuni. Presturin – ein dani, varð so hugtikin av hansara sjaldsomu songrødd, at hann beinan vegin fekk fatan av, at hesin drongur var nógv gløggari, enn hann hevði ár og aldur til. Hann fekk so Hálvdan bónda at lata seg fáa drongin til venjingar. Hann sendi hann so til Danmarkar á latínskúla har og setti hann so í presta læru við besta úrsliti.

Hetta var hin seinri tiltikni presturin í Suðuroy, Antonius Hálvdansson, mest gitni røðari av øllum prestum, her á landi hava verið og góður yrkjari. At hann samstundis var mikil drykkjumaður, er ikki so nógv lasta hann fyri, tí tað var fastur prestasiður á hansara døgum, sum so mong dømir eru um. Prestarnir áttu framíhjárætt til brennivín og sterkt øl hjá konguliga handlinum, til seinasta laggardropan, framfyri løgmann, fúta og sorinskrivara.

Prestarnir hildu seg eftir Jesu Siraks bók, Vísdómsbókini og Orðtøksbókini í Bíbliuni, sum siga, at vínið gleðir og mennir sál og likam.

Tær minst 3 tímar varandi prædikurnar, máttu eisini gera teir turrar í hálsinum, so var gott at hava ein laggardropa undir presta kjólanum at mýkja málið við.

Andaktin hevur ikki verið av tí mesta, tí tað var so vanligt á Hálvdanssonar døgum, sum seinri, at alt kirkjufólkið snork svav. Sætti Kristjan gav tí lóg boð um, at deknurin skuldi ganga íkring, meðan prædikan var, við einum træi og klinka í skallan á teimum sum durvaðu, til stóra fragd fyri tey vekjandi.

Tað var tó ikki altíð at kirkjufólki svav, tí viðhvørt hendi tað her á landi, sum aðrastaðni, at presturin svalaði sín prædiku tosta, so ofta og minniliga, at hann misti tráðin og gloymdi prædikuna og fór at skemtast við kirkjufólkið um líkt og ólíkt, ella setti á einhvønn óvin, hann sá í kirkjuni við øllum skemdar orðum; alt hetta meðan hann stóð á prædikastólinum, tá mundi allur svøvnur rekast av fólki.

Her í Føroyum eru fleiri dømir um slíkan atburð, og um prestar, sum at enda vóru frásettir sínum starvi, sum harra Pól og harra Petur Arrebo.

Ein av hesum prestum nevndir Óli Wang, var umframt drykkjuskap sín, harafturat í ørviti, og skili í kirkjum hansara hareftir. Prósturin setti tí hin unga Antonius Hálvdansson til kappellan hansara, so Hálvdansson kom í góðan skúla beinanvegin, hann tók við prestastarvi. Hann giftist við dóttir Óla Wang, og var seinri settur sum prestur í Suðuroy.

Hóast Hálvdansson neyvan hevur verið ein av Harrans bestu børnum, heldur enn fjøldin av prestum tá, setti Djurhuus próstur, sum hann helst onkuntíð man hava rakt við sínum spoyska og rámandi orðasnildi, tvær ferðir próstarætt við teirri ætlan at døma hann frá prestastarvinum, men Hálvdansson helt báðar ferðir so hvassa verjurøðu, og rakti fremst próstin, sum ikki man hava verið ósekur heldur, so meint, at hann rýmdi av fundi, og hinir prestarnir í hølunum á honum, og úrslitið var, at Hálvdansson sat við friði í sínum prestastarvi, til sín deyðadag 1777.

Hetta er bert eitt stutt yvirlit yvir æviskeið Antonius Hálvdanssonar úr Kálgarði í Sunnbæ.

Eg havi borið hann upp á mál í hesum føri, tí hann hoyrir saman við Sunnbigarsøgu, men fremst tí, at hann fann sína lagnustund við Liðasteinar.

Pól F

..............................................................................................................................................

Góðir miðamenn vóru hátt í meti í farnum døgum, tí tað var ikki hvør ein íð hevði hegni og minni, at leggja mið væl og virðiliga. Tað kravdi góð eygu, og serliga longumiðini mátti ýtast nett.

Fann ein bátur eitt mið, so varð tað dult sum mansmorð; og hendi tað, sum ofta var, at bátur eltu hann, íð miði hevði funnið, fóru teir heldur eiðasørir at la...ndi, ofta í fleiri dagar fylgjandi, enn at leggja miði, av ótta fyri at aðrir skuldi taka tað frá teimum. Á tann hátt kundi ein bátsskipan hava eitt mið einsæris í langar tíðir, men endin var tó altíð tann, at aðrir, fyrr ella seinri, á ein ella annan hátt fingu at kenna ýtini; so var hjallur teirra á sjónum hvønnsmannsogn. 

Mangar eru søgurnar um, hvussu mið vórðu tikin frá finningarbátunum, og mong illstøða stóðst av tí, mest tá einhvør av finningabátunum ikki høddu dugt at tiga. 

Frágreiðing um tveir tilburðar við miðatøku úr Sumba.

Hendan fóru fram uml. ár 1870. Ein bátur kom tveir dagar søkklaðin at landi, meðan hinir einki høvdu fingið; og eingin ivaðist um, at hann mátti hava funnið eitt  mið. Aðrir bátar eltu hann, men tá fekk hesin báturin eins lítið og hinir; menn so skjótt hann slapp teimum úr eygsjón kom hann fullfermdur aftur, og so var tað øllum greitt, at teir høvdu eitt mið, sum teir ikki vildu leggja, tá ið aðrir bátar vóru nærhendis. Poul uppi við Kvíggj tekst ikki við at elta miðamenninar, men hann fekk ein annan mann við sær uppá Beinisvørð fyrsta dagin hesir fóru aftur til útróðrar; hagani eygleiddi hann bátin, og tá teir vóru settir á miðunum tók hann við stengrum, sum hann og hjálparmaður hansara settu upp á fjøllunum, ýtini á miðinum uppá á landi. Og dagin eftir legði hann miðið eftir teimum ýtum hann hevði tikið; og snópnir vóru teir fyrstu finnararnir, tá teir seinri koma út og sóu hann liggja hálvsettan fyri teimum. Væl var hetta uppáfunnið av einum manni, sum hvørki hevði nautiskan ella annan bókligan kunnleika at ganga eftir. Miðið er útivestur úr Beinisvørði. 

Hin seinra hendingin sýnir, hvussu gløggir sjálvt óvitar kundi vera, at leggja mið í teirri tíðini, tá oftast varð róð til miðis. 

Hendan fóru fram uml. ár 1880. Ein bátur úr Sumba fann miði teir nevna “Korivong”. Hetta navn fekk tað eftir formanninum á bátinum, íð var lamin í øðrum arminum, men tó var ein ágrýtin og skilagóður útróðrarmaður. Ofta fingu mið nøvn eftir tí eyknevni bátsformaðurin bar. 

Korivongnur var eitt tað uttasta havmið har um leiðir og leingi dult fyri øðrum. So ein dagin teir fóru til útróðrar bað ein 12 ára gamal drongur, - hann var annars sonur áðurnevnda Poul uppi í Kvíggj, - svág sín, sum var ein á bátinum, íð fann Korivong, um at lata seg sleppa við. Ivingur var um tað í fyrstani, men so komu bátsmenninir ásamt um, at tað einki kundi saka, at hava ein óvita við. Men fyri at vera vísur í, at hann ikki fann miði aftur, tosaðu teir sínámillum um hvørji ýtini vóru, men tað vóru ýtir sum einki hevði við miði at gera, íð teir nevndu, fyri at villeiða drongin: men hann lætst ikki um vón, men legði sjálvur alt til merkis, tá teir løgdu miði, og morgnunum eftir lá hann við faðir sínum á miðinum fyri finningarbátinum, tá í hann kom út.

Miðið er svarti fossur í Sjødilshomrum undan og endin á Skalingsfjalli.

Spinanar fyri heiman og ýstrið fyri vestan. (Jan Joensen).

.............................................................................................................................................

 Tað stóra omanlopið á Beinisvørði í 1935.

Tann 26. Novembur 1935 kl. 7 – 8 á kvøldi varð frá teim flestu húsum í Sumba hoyrt nakað, íð ljóðaði eins og torusláttur. Um miðjunátt hoyrdist aftur eitt heilt óført buldur og stutt aftaná eitt afturat. Tað varð tosað um manna millum, hvar hesi buldur komu frá, og har varð haft ymiskt frammi. 

Morgunin eftir varð lagt til merkis, at sjógvurin varð ...vorðin morreyður, og menn komu nú at hugsa um at buldrini óivað vórðu komin frá einum stórum omanlopi frá Beinisvørði. Og soleiðis var. Tann sunnara eggin av Beinisvørði var vorðin avrundað, soleiðis at hon hevði mist nakað av sínum sjáldsama vakurleika. Tá nærri var kannað eftir sást, at í o. u. 25 favna breidd og 5 favna tjúkt var tað ovasta av tí sunnaru upsini av Beinisvørði dottin niður í 125 favna hædd. Tann niðara helvtin datt niður í august mánað, so alt tað strekkið er oyðilagt sum fuglabjørg fyri tað ættarlið, sum nú livir. 

Sjógrunnshálsur vestari og heimari og Kjálkarnir, íð er til 4 merkur hvør, eru nú heilt oyðiløgd sum fuglapláss, og eingin av teim nú livandi fuglamonnum kemur at seta sín fót har meira. Teir hava nú bert minnini eftir frá hesum náttúruvakra plássi, hvar teir hava haft bæði gleðistundir og truplar løtur. 

Fuglaveiðan har var nógv minkað tey seinastu árini á teim plássum, íð nú ikki longur eru til. Hendan veiða fór fram á tann hátt, at ein hælur varð sligin niður í jørðina 1 – 2 favnar frá eggini, og tann eini endi av einari línu varð gjørdur fastur um henda hælin. Línan, íð skuldi vera o. u. 60 favnar long, varð nú latin niður í bergið, og menn fóru nú eftir hesum lesningi niður um teir tríggjar avsatsir (Lesningarnar í Kjálkunum). Nú vórðu menn komnir niður á hetta frálíka vakra fløtt, hvar ein, tó at tað var heilt bratt, kundi ganga uttan at vera í línu. Her varð bert fingin havhestur, og veiðan kundi verða 4-600 á einum degi, soleiðis sum manningin var til. Um brim var, so varð fuglurin borin niðan undir lesningarnar, hvar eftir maður aftaná mann varð hálaður upp og síðani fuglurin. Var verðið gott og góður sjógvur, varð fuglurin lestur niður til sjóvarmálan, og fór hetta soleiðis fram. 

Teir flestu menn vórðu lestir niður í Sjórgrunnsháls o. u. 30 favnar. Tá hetta varð gjørt, fóru tveir menn við báti fyri at heimta teirra felagar og veiðuna. Frá Sjórgrunnshálsi var nú ein maður og veiða lest niður til sjógvin. Síðani lótu teir menn, íð eftir vóru, skera eina línu 60 favnar langa gjøgnum ein blokk, íð var boraður fastur í Næsarók, og síðani lestu teir seg sjálvan oman. Hetta gekk alt sum eitt spæl fyri menn, íð vanir vóru við hetta. 

Líkaleiðis varð tað gjørligt frá báti at koma upp í Sjórgrunnsháls eftir 60 favna steyrrættum bergi við at hála seg upp eftir línuni, íð lá gjøgnum Næsarók, sum var eitt av teim bestu fleyginga – plássum. 

Eftir hvat íð ætlast kann, var í tí bergi, íð nú er niðurlopið, fingnir o. u. 10.000 lomvigar og væl av havhesti um árið. Tað grót, íð er lopið oman, vil eg meta til nøkur hundrað túsund tons, íð er farið heilt í knas. Ein stórur partur av hesum er slúkt av havinum. Framvið strondina báðu megin við “urðina”, sum er framkomin aftaná niðurlopið, er o. u. 2-300 favnar av fínastu møl, har íð fyrr var slett hella og stórir klettar. 

Tann 4. Februar 1936 høvdu vit aftur eitt omanlop, íð tók o. u. 200 favnar við sær oman á sjógv. Roykurin av omanlopinum stóð upp yvir eggina og heilt inn yvir bygdina.

(Jan Joensen)

 


Opdateret 29/11/2015

Besøg  
048785