Vi bruger Cookies!     

         
 X     
sumba

Sumba


Sterka Marjun
 

Sterka Marjun var dóttir Jenis Símunarsonar í Laðangarði.  Hon giftist við Símuni í Niðurhúsum, ið seinni varð bóndi í Kálgarði.  Henda giftan var Jenisi hart ímóti, og tí vildi hann einki geva dóttrini í heimanfylgi.  Men Marjun svór, at hon skuldi ikki dvína fyri pápanum heldur enn Beinisvørð.  Síðan tveitti hann henni Hargarbø.

Óførur stimbur var í Marjunu.  Hon saksaði alla Keypajørð (tríggjar gyllin), meðan hon gekk við tvíburðabørnum.  Tá kendi hon annan fótin tyngri á sær, segði hon.

Teir høvdu fyrr til roysnis at bróta sperrur (seyðasperrur).  Eina ferð, sum tey fingust við at bera tara í Sunnbø, kom ein seyðasperra, ið send var hagar.  Henda sperran, til tjúktar sum ein kálvasperra, var farin víða um Føroyar, men eingin hevði verið førur fyri at bróta hana.  Pápin kemur út á bakkan til dóttrina og heldur fyri:
“Hygg, Marjun mín!  Her er ein sperra, sum eg havi funnið.”
“Gud fyriláti tygum!  Hvat skal eg taka á sperru?  Eg eri so útslipað av taranum.”
“Forstortus meg!  Royn tað kortini!”  (Jenis hevði verið í Noreg, og haðan skuldi hann hava orðtakið: Forstortus).
Hon tók sperruna, ballaði hana inn í skjúrtafaldin, setti annan endan í síðuna og annan í lærið, bendi so á og breyt.
“Á, Marjun mín!  Nú gjørdi tú øllum Føroyalandi fyri skommum.”
Tá segði Marjun, at hevði hon vita tað, at sperran var farin so víða um landið, so skuldi hon aldrig nomið hana.
“Ovgóð vart tú so at fara!” helt Jenis – hann hugsaði um giftuna.

Eina ferð, meðan Símun í Niðurhúsum, maður Marjunar, var í útlondum, gjørdi Jenis eitt kyrringartippi í hagapart hansara og slepti gimbrum sínum inn.  Men Marjun fór upp um næturnar og burtur í haga til at ríva tippið niður og koyra gimbrar hansara út aftur haga sínum.  Ein morgun møtti Jenis henni, sum hon var á veginum heim aftur, og segði tá við hana, at, hevði tað ikki verið fyri tað, sum hon bar undir beltinum (hon var við barn), so skuldi hon farið fyri eggina.  Hon bað hann koma: hann skuldi fylgja.

Marjun hevði svorið, at hon skuldi ikki dvína fyri pápanum heldur enn Beinisvørði.  Tá ið tíðindi komu í Laðangarð, at Marjun var deyð í barsilsong, segði Jenis:
“Hyggi mær út!  Vitið, um Beinisvørð stendur!”  Ikki harmaði hann dóttrina meira.

Sterka Marjun var móðir at hinum viðgitnu Hargarbrøðrunum, sum sigast skal frá í næstu søgu.

Úr:  FÆRØSKE FOLKESAGN OG ÆVENTYR av Jakob Jakobsen.  København 1898 – 1901.

HARGARBRØÐURNIR

Hargarbrøðurnir, nevndir hargarkempurnar, dóttursynir Jenis í Laðangarði (hin seinna), búðu í Hørg í Sumba. Teir vóru fýra í tali, allir kimpurligir menn og avburðarmenn til styrki og reystleika: Niklas, Jógvan, Ísakur og Pætur. Teir yngstu av teimum vóru tvíburabørn. Illa samdust teir, og so hatskir vóru teir hvør á annan, at agn fór ikki um bekkin, tá ið teir vóru á útiróðri; var uppi hjá einum, varð hann at sita fyri einki. Hvør teirra andøvdi sín dagin.

 

Teir løgdu so felag, tveir og tveir: miðlingabrøðurnir í øðrum partinum, hin elsti og hin yngsti í øðrum. Miðlingabrøðurnir vóru farnir á Hólmskorar at royta seyð og stinga ullina til sín, tó at felag var ímillum teir allar. Tá ið teir vóru á veginum heim aftur, fóru hinir avstað og møttu teimum á Eggjargarði. Hin yngsti vildi leypa á og taka ullina, men hin elsti, Niklas, ið var toligur maður, ráddi frá: tí - segði hann - fóru teir saman at berjast, kom eingin teirra aftur, av tí at teir vóru javngóðir; betri var at fara út í Dal og royta afturímóti. Teir út í Dal at reka, men miðlingabrøðurnir vendu og fóru aftaná. Tá ætlaðu teir at hópast og lovaðu, at tá ið teir komu á rættina, skuldi morð vera, Men sum teir gingu og róku seyð, báðir partar, og vóru komnir heim á Fløur (rættin stóð á Hellurók), tá kom so snøggliga eitt myrkur niður yvir teir. Angist kom á teir, og teir lovaðu nú øðrvísi enn fyrr, at læt Várharra teir sleppa við lívinum, skuldu teir vera betri menniskjur. Tá lýsti í myrkrið aftur; teir hálsfevndust og lovaðu, at einki stríð skuldi vera teirra millum aftur. Síðan sótu teir so væl um sátt, at teir býttu ikki í pottin; alt var í felagi.

 

Hargarbrøðurnir fóru ein dagin eftir jólaseyði út á Bláaberg. Teir tóku hvør sínar seks ær, fatlaðu saman og fóru undir at bera. Á veginum heim til húsa funnu teir ein deyðseyða, og ein teirra vildi hava hann upp í bandið til sín. Men Niklas helt fyri, at hann átti hann, tók hann upp í bandið hjá sær og bar alt heim til húsa í einari byrði.

 

Giljabóndin fekk so nógvan heystskurð, og tveir av hargarbrøðrunum fóru tí eitt heystið norður til Hvalbiar til at biðja. Um kvøldið spurdi bóndin, um teir vildu ikki koma og hjálpa sær at reka. “Jú, tað var sjálvandi.” Tikið skuldi alt vera, sum kundi fáast í hond, og einki sparast, segði giljabóndin. Teir fóru avstað saman, hittu eitt stórt fylgi og vildu fáa tað í eitt heldi; men fylgið sleit seg sundur. Bóndin varð við annan flokkin, hinir við annan. Brøðurnir fingu seyðin í eitt heldi á norðaru síðu á Hvalvíkini í Elukonurætt. Niðri undir einum hamarsspjalla, ið har er omanfyri, niðast á snupsini, fingu teir hendur á fylgið og bundu tað niður, alt sum var. Síðan søktu teir hús upp og komu í dyr út ímóti nátturðamála. Bóndin var tá komin aftur við húskøllunum og hevði lítið ella einki fingið at rokna. Hann spyr, um teir hava vunnið nakað. Ja, søgdu teir, men teir vistu ikki hvar. Um teir mundu finna aftur á tað? spurdi bóndin. Óivað tað! hildu teir. So fóru teir avstað morgunin eftir og funnu plássið. Bóndin var findarblíður, at teir høvdu fingið so nógv: nú skuldu teir fáa lønina, segði hann, og tað skuldi vera so mikið, sum teir kundu bera báðir av seyði. Teir tóku tá hvør sínar sjey seyðir og bóru beinan vegin til Sumbiar.

 

Tað var eitt heystið, at ein av hargarbrøðrunum bað laðangarðsbóndan um eitt sindur av hoyggi. Bóndin lovaði honum eina byrði og bað hann taka av einari sátu, ið stóð á bønum. Hargarmaðurin tók og fatlaði um sátuna, alla sum hon var, tók hana upp á bakið og bar hana niðan til garðs beint ímóti brekkuni. Tá ið laðangarðsbóndin sá, at øll sátan var horvin, varð hann illur og brigslaði eftirsíðani hargarmanninum, at hann hevði tikið meira, enn hann hevði fingið lov til. Men hargarmaðurn hevði vitni uppá, at hann hevði ikki borið meira enn eina byrði, og tað var tað, ið laðangarðsbóndin hevði lovað honum. So varð bóndin at geva seg til tols.

 

Ein kúgv, ið hargarbrøðurnir áttu, var til fóðurs í Vági. Ein vetur fóru teir til Vágs eftir henni, men á veginum heimaftur kom ódnarveður á teir, og kavin legðist so ógvuligur, at øll hildu teir fara at doyggja úti. Men pápi teirra hevði góða vón. Hin elsti, segði hann, hevði onga neyð á landjørðini — slíkan knassa helt hann hann vera. Seint á kvøldi um leggingartíð komu teir, hin elsti berandi kúnna. Hon legðist fyri á Lopransdali, men so tók hann hana á bakið — teir stappaðu klæðir í fótabugin — og bar hana allan vegin.

 

Írar vóru komnir inn á Hvalbiarfjørð til at ræna seyð og hvat annað, teir kundu fáa. Ikki fóru teir við mýkindum. Og fólkið flutti niðan í fjøllini til at skýla sær, meðan boð fór um oynna til at samla menn til verju. Hargarbrøðurnir fóru norður og høvdu við sær sum vápn kobbakeppar við hvøssum jørnum í. Tá ið teir komu norður ímóti Káragjógv (sunnan fyri Hvalba), skiltust teir. Niklas fór í Káragjógv til at verja; hinir fóru í Ásgjógv (eystan fyri Káragjógv), har sum meginparturin av fíggindunum stevndi at. Føroyingarnir vóru í erva og blakaðu smágrót ella bóltaðu bergklettar og stórar hellur oman á írarnar at forða teimum uppgonguna. Teir tordu tá ikki upp ígjøgnum, men flýddu omanaftur. Eitt býtt var hjá hargarmanninum í Káragjógv. Nakrir fíggindar komu upp tann vegin. Ein gekk undan; hann var so óførur til støddar, at hann var ein knýttan neva millum eygnanna. Niklas og fylgisneyturin vóru farnir niður í eina kliv miðskeiðis í svøðunum, stóðu á einum bringi og bóltaðu grót oman. Ein hella kom bóltandi. Írin sló undir hana við lógvunum og rópaði »pli!« »Ingen pli!« rópaði tað býtta; men tá varð írin fljúgandis og helt uppeftir. Hann var drúgvast komin uppá, so kom hargarmaðurin ímóti honum. Har stóðu teir og mundaðust: hvørgin tordi at herja á annan. Niklas bað fylgisneytin gera íranum mein aftantil og steyta hann upp ímillum herðarnar. Hann so gjørdi; írin leit aftur um seg, og hargarmaðurin reiggjaði til við keppinum, so hann small, og tað sang eftir í peningataskuni, hann hevði uppi á sær. Har lá hann og kiptist; so tók Niklas korðan av honum og rendi ígjøgnum. Hargarbrøðurnir eltu írarnar oman Káragjógv og Ásgjógv. Sterkasti av brøðrunum var úti á Flekki, men var horvin, tá ið hinir komu. Teir ætlaðu at hevna hann, men einki spor sást til hansara. Tá ið teir gingu oman fyri Lítla Hamar (vestast í Nesi), kom hann niðan frá vatninum: hann hevði elt ein íra til “Íradammin” og kruvt hann har. Niklas og Jógvan eltu tveir hinar ítastu av fíggindunum, ið flýddu undan oman í bø. Jógvan sló annan íran deyðan tætt við Gjørðagarð (hann skal liggja grivin í Slokkunum á Gjørðasondum). Niklas høgdi eftir hinum eitt stórt høgg við keppinum, í tí at hann leyp um merkisgarðin millum Leirabø og Neystabø, men rakaði ikki. Høggið kom í garðin, so har kom stórt skarð í - vallgrógvin garður var - og merkið eftir hesum høggi sigst at standa í garðinum enn.

 

Tá flutti alt íraliðið, ið eftir var, í bátarnar og aftur á skipið. Síðan fóru teir undir segl.

 

Stóra Dímun var boðin hargarbrøðrunum í løn fyri hetta avreksverk teirra. Teir róðu runt um oynna, men skoyttu ikki um at eiga hana: tí — hildu teir — eingin var fuglurin har afturímóti í Sumba. Sumba var útgivið ímóti nærum øllum Føroyalandi til fugl í teirri tíðini.

 

Ein dagin, sum hargarbrøðurnir vóru úti á havi, kom herviligur stormur av landnyrðingi á teir, og teir spurdust ikki aftur.

 

Í teirri tíðini herjaðu útlendskir ránsmenn nógv í Føroyum og eina mest í Suðuroy. Jansaguttarnir og hargarbrøðurnir í Sumba vóru tá sum landaverjur fyri Suðuroy.

Jansaguttarnir høvdu konur úr Sumba. Eina tíð giftist úr Fámjin bara til Sumbiar og úr Sumba bara til Fámjins — í hesum bygdunum var tað menniligasta fólkið í Suðuroy.

BARBARA VIÐ KVÍGGJÁ

FØROYSKT
DANSK

 

Barbara við Kvíggjá
Gandakellingin Barbara við Kvíggjá var systir Ábraham Isaksen úr Kvíggjá og ikki sum skriva onkustaðni, slektað úr Hanusarstovu undan hagabrekku í Skálavík. -  Meðan Barbara úr Skálavík var ung genta og heima hjá foreldrunum, kom ein Sumbingur Ábraham við Kvíggjá norður at fríggja til hennara. 
Eitt kvøldið, sum hann var har norðuri, og hon var farin í ánna eftir nátturavatni, sá hon ein svartan fremmandan hund við ljósi á halanum.  Ræðsla kom á hana, og hon leyp heim aftur við slíkari øði, at hon mundi sorað seg sundur.
Hann spurdi hana, hví hon leyp so, og hon segði honum frá.  Tá segði hann við hana, at hon skuldi ikki ræðast, tí tað hevði einki at týða:
“Tað er bert ein sending til mín, lukkan, at momman er deyð.”
Tá ið hon hoyrdi hetta, varð hon so fúkandi, at hon beyð honum og øllum hansara at fara til veikans.  Uppi var ímillum teirra við tað sama, og Ábraham fór suður aftur til Sumbiar.
Men best sum hann var farin, kom slík neyð á hana, hon kundi ikki sova um næturnar og legðist sjúk.  Alt versnaði hon og sendi so boð eftir Ábrami at koma norður aftur.  Hann kom, hon varð sátt við hann og fór so til Sumbiar við honum.  Har giftust tey, og Barbara fekk heilsuna aftur. 


Barbara við Kvíggjá Ã¡tti ein gandastein, sum hon bar uppi á sær, og sum hon grøddi sjúk fólk við.
Einaferð legðist Niklas í Hørg sjúkur og sendi Barbaru boð, at, hevði hon lagt hetta upp á seg, skuldi hon taka tað burtur aftur.  Hann trúði, at hon hevði gjørt tað í hevnisøku, tí tey sótu ikki um sátt bæði.  Hon sendi honum so henda sama stein at leggja fyri bróstið.  Men hann sendi tveir menn aftur til hennara vitnisfastar við steininum og gav hana so upp fyri øvrigheitini.
Hon varð stevnd fyri rættin, men slapp tó undan at verða brend, tí dómarin helt hana vera ov vakra til at tjarga.
Síðan tveitti Barbara steinin undir Skarðafoss, at hann skuldi ongum manni vera at meini eftir hana.

Aðrar frásagnir um Barbaru eru í søgnini um Guttorm í Múla.

Hin veruliga Barbara

Í viðmerkingunum til sagnirnar í Færøske Folkesang og Æventyr, hevur Dr. Jakobsen hesa viðmerking:

Følgende oplysning om Barbara findes meddelt i “Færøerne 1600 – 1709”, s. 456:
”1667 var Abraham Isaksøn og Søster, Barbara Isaksdatter, i Gaarden Kvier paa Sunnbø tilligemed en Pige ved navn Malene Holdansdatter under Undersøgelse for at have udøvet Trolddom mod nogle Folk der i Bygden, men uden at de kunde overbevises;  Joen Joensøn, der havde en daarlig Fod, paastod, at den skrev sig fra de Kvier folk, og hver Gang han “delde” (skeldaðist) med dem, fik han altid ondt;  en Kone, i Langgaard, Katrine Joensdatter, paastod, at de havde lovet hende, at hun nok skulde komme til at sidde Enke, og det var ogsaa skeet”............

Her nævnes Abraham Isaksøn i “Kvier”, Sumbø, som Barbaras broder.  Derefter mÃ¥ det antages, at det i sagnet nævnte navn pÃ¥ hendes frier og mand, Ábram við Kvíggjá, beror pÃ¥ en forveksling.  OgsÃ¥ meddelelsen om Barbaras forældre som bosiddende i SkÃ¥levig bliver tvivlsom, selv om SkÃ¥levigafstamningen antages i henhold til sagnet.
Udtrykket at “tjarga” (at tjære) sigter til den dømtes overstrygning med tjære før bestigningen af bålet.

Úr: FÆRØSKE FOLKESAGN OG ÆVENTYR av Jakob Jakobsen, København 1898 – 1901.

 

 

Barbara ved Kvíggjá
Troldkællingen Barbara ved Kvíggjá i Sumba pÃ¥ Suðuroy var søster til Araham Isaksen og ikke som nævnt i andre fortællinger, Barbara fra Skálavík.  Mens Barbara fra Skálavík var en ung pige og boede hjemme hos forældrene, kom en mand fra Sumba, Abraham ved Kvíggjá, nord til Skálavík for at bejle til hende. 

En aften mens Abraham var i Skálavík, og hun var gÃ¥et ned til Ã¥en for at hente vand til aftensmaden, sÃ¥ hun en fremmed sort hund med lys pÃ¥ halen.  Hun blev rædselsslagen ved synet og sprang hjem igen med en sÃ¥dan fart, at hun var ved at gøre skade pÃ¥ sig selv.
Han spurgte hende, hvorfor hun sprang sÃ¥ hurtigt, og hun fortalte ham hvad hun havde set.  Da sagde han til hende, at hun ikke skulle være bange, for det havde intet pÃ¥ sig:
”Det er bare en besked til mig, lille ven, om at min mor er død.”
Da hun hørte det, blev hun sÃ¥ rasende, at hun bad ham om at rejse et vist sted hen.  Det blev slut imellem dem pÃ¥ stedet og Abraham rejste tilbage til Sumba.
Men straks som han var rejst, blev hun dÃ¥rlig.  Hun kunne ikke sove om natten og blev syg.  Hendes tilstand blev bare værre og værre, og derfor sendte hun besked til Abraham om at komme tilbage igen.  Han kom, hun forligtes med ham og drog sÃ¥ til Sumba med ham.  Der blev de gift og Barbara blev frisk igen. 

Barbara við Kvíggjá ejede en tryllesten, som hun bar pÃ¥ sig, og brugte til at helbrede syge mennesker med.
Engang blev Niklas i Hørg syg og sendte besked til barbara om, at hvis det var hende som havde forÃ¥rsaget sygdommen, sÃ¥ skulle hun fjerne den igen.  Han troede at hun havde hævnet sig pÃ¥ ham, da de ikke rigtig kunne sammen de to.  Hun sendte ham sÃ¥ denne sten til at lægge pÃ¥ brystet.  Men han sendte to mænd tilbage med stenen, som sÃ¥ kunne vidne, og angav hende til myndighederne.
Hun blev stævnet ind fo retten, men slap dog for at blive brændt, fordi dommeren syntes at hun var for smuk til at “tjargast” (rulle i tjære og brændes).
Siden hen smed Barbara stenen ind under vandfaldet Skarðafoss, så den ikke skulle kunne skade nogen efter hende.

Flere historier om Barbara findes i sagnet om Guttorm i Múli.

Virkelighedens Barbara
I bemærkningerne til sagnene i Færøske Folkesagn og Æventyr, har Dr. Jacobsen denne kommentar:

Følgende oplysning om Barbara findes meddelt i “Færøerne 1600 – 1709”, s. 456:
”1667 var Abraham Isaksøn og Søster, Barbara Isaksdatter, i Gaarden Kvier paa Sunnbø tilligemed en Pige ved navn Malene Holdansdatter under Undersøgelse for at have udøvet Trolddom mod nogle Folk der i Bygden, men uden at de kunde overbevises;  Joen Joensøn, der havde en daarlig Fod, paastod, at den skrev sig fra de Kvier folk, og hver Gang han “delde” (skændtes) med dem, fik han altid ondt;  en Kone, i Langgaard, Katrine Joensdatter, paastod, at de havde lovet hende, at hun nok skulde komme til at sidde Enke, og det var ogsaa skeet”............

Her nævnes Abraham Isaksøn i “Kvier”, Sumbø, som Barbaras broder.  Derefter mÃ¥ det antages, at det i sagnet nævnte navn pÃ¥ hendes frier og mand, Ábram við Kvíggjá, beror pÃ¥ en forveksling.  OgsÃ¥ meddelelsen om Barbaras forældre som bosiddende i SkÃ¥levig bliver tvivlsom, selv om SkÃ¥levigafstamningen antages i henhold til sagnet.
Udtrykket at “tjarga” (at tjære) sigter til den dømtes overstrygning med tjære før bestigningen af bålet.

Fra FÆRØSKE FOLKESAGN OG ÆVENTYR af Jakob Jakobsen, København 1898 – 1901.
Oversat fra færøsk af a. e. petersen

Guttormur og Barbara við Kvíggjá
Gandakellingin Barbara við Kvíggjá í Sunnbø hevði frætt, hvussu væl Guttormur "kundi", og fór norður eina ferð til at royna seg ímóti honum.
   Tá ið hon kom, var Guttormur útrógvin við sonum sínum. Hon settist at bryggja og blanda, floytti fliðuskeljar oman eftir ánni (Matará í Múla) og segði, at, so nógvar skeljar sum sukku, so nógvir bátar skuldu ganga burtur.
   Slíkt illveður gjørdi hon og østi so sjógvin upp, at tað var ikki meira enn, at Guttormur og synir hansara slitu til lands. Sum teir róðu suður eftir - glaðustrok var - rópaði ein sonurin:
   "Eldur er í sjónum! Hvat er hetta?"
   "Eg veit hvat tað er," svaraði Guttormur, "rógvið bara! Tað er ikki tídligt heima."
   Tá ið hann kom beint áraka Múlahúsini, sá hann Barbaru sita undir húsinum "niðri á fløtti" við útslignum hári. Teir sluppu ikki á lendingina í Múla, men settu upp í Krossdali, tveir fjórðingar sunnanfyri, og gingu so heim til hús.
   Teir hittu Barbaru inni, eingin físti nakað - har lá øskukalt, tá ið teir komu. Guttormur læt ein vaðstein upp í annan vøtt sín og sló hana tvørtur um nasarnar, so hon bløddi. Tá minkaði megi hennara. So skar hann hárið av henni. Tá misti hon alla kraftina.
   So setti hann hana inn í eina baðstovu og kyndi upp eitt bryggjubál. Har sat hon føst inni, til hon var næstan stokt - hon slapp ikki av fetinum fyrr enn Guttormur vildi.
   So rak hann hana út, bað hana fara upp á takið og leggja sær skýggjan aftur yvir ljóðaran, tí tað var so kalt inni. So setti hann hana fasta uppi á mønuni og gandaði ódn á hana av landnyrðingi norðan við kavaroki. Tá helt hann við hana, at nú skuldi hon fáa at síggja, at tað var bæði heitt og kalt í Múla.
   Mestur deyð í kulda fór Barbara avstað til gongu inn í Sund (Hvannasund) morgunin eftir. Tá ið hon kom at Fossá, slapp hon ikki um ánna, men gekk niðan við at Fossdali. Uppi í djúpu kvíggj (lítil dalur uppi undir fjallinum) slapp hon tvørtur um.
   Har sum Barbara sat uppi á mønuni í Múla, kann ikki flag heftast. Tað skal koma av tí, at Barbara lovaði tað í hevnd, at har skuldi altíð leika tað sama óveðrið, sum tá ið hon sat har. So mikil kraft var enn eftir í henni.
   Ein sunnudag, sum Guttormur sat og las lestur, kom ein stari inn við einari fjøður í nevinum og setti seg frammanfyri honum. Hann hugdi at staranum:
   "Olmussudýrið, tú ert komin langan veg, tú ert so ekkamóður" - tók so aftur at lesa og las lesturin út. So reistist hann úr sessi, vendi fjøðrini við í nevinum á staranum og segði við hann, at hann skuldi fara aftur hagar, sum hann var frákomin.
   Tá ið starin kom aftur til Sunnbiar og inn hjá Barbaru við Kvíggjá - tí hon var tað, sum hevði sent hann - loftaðist Barbara beint upp av grúgvusteininum, har sum hon sat, og gjørdi trý hopp heilt upp í ljóðarabogan. So mikið sterkari var Guttormur í gandinum.

 


 

Huldumaðurin undir Líðasteini.



Jógvan uttan Geil, slektaður úr Kálgarði, hevði til vana um vetrarkvøldini at ganga niðan á Laðangarð. Ofta, tá hann kom heim aftur til sín sjálvs, út um geil, sá hann huldumann standa í túninum, men einki ilt gjørdi hin heidni honum.
   Tá ið børnini grótu um kvøldini, rópaði Jógvan, sum kom úr Laðangarði, at tey skuldu tiga inni og ikki leika so í, tí hin gamli undir Liðasteini gekk í túninum. So tagdu óvitarnir og tordu ikki at larma.
   Huldumaðurin var vanur at ganga um kvøldini í niðasta Kálgarð (sum nú sornhús er) til Kálgarðsbóndan Jógvan, bróður Jógvans uttan Geil.
   So hendi tað einaferð í einum brúdleypi, sum stóð í Kálgarði (sonur Jógvans giftist einari gentu úr Ørðavík), at meðan tey dansaðu um kvøldið, kom huldumaðurin inn í roykstovuna. Høg var roykstovan, men so stórur var hin heidni, at hann legði hendurnar niður á bitan og toygdi seg fram yvir. Eina løtu varð hann standandi, fór so avstað og sakaði ongan. Mamma brúðrina, Marjun í Ólavsstovu í Ørðavík, var framsíggin. Hon segði frá, at hon sá huldumannin standa fyri durunum í Kálgarði.
   Eftirsíðani, helst um vetrarkvøldini, gekk huldumaðurin ofta oman í Kálgarð. Kálgarðsjógvan las altíð aftanslestur, men kom huldumaðurin inn, legði hann bókina frá sær, um enn hann var mitt í lestrinum.
   Eitt kvøld, sum Jógvan sat og gjørdi bøn, kom hin heidni inn, hin kristni legði bókina frá sær og fór út. Síðan fóru báðir avstað, hin heidni undan og hin kristni aftaná. Nú sigur hin heidni, at hetta er síðsta kvøldið, ið teir finnast báðir.
   Hin kristni spyr hví.
   Hann er so gamal, sigur heiðin, og fer nú skjótt at doyggja. Bert eina tonn hevur hann eftir í heysi. Sjálvur níggjundi hevur hann verið í húsi, men øll eru deyð frá honum, og hann hevur grivið tey. Men nú kemur hann sjálvur at liggja rotin inni, tí hann er einsamallur eftir og eingin at grava hann.
   Eisini segði hann Jógvani, at tey tvey neytini í fjósi hansara góvu onga mjólk av tí, at konufólkini, ið gingu at mjólka teimum, bannaðu so illa.
   Ikki sóust teir aftur síðani, hin heidni og hin kristni.

 

Færøske Folkesagn og Æventyr
Jakob Jakobsen, København 1898-1901

Pálin undir Hamri.



Einaferð fór Pálin undir Hamri í Sumba til Víkar at taka sjey gimbralomb, sum hann átti har. Hann havði fingið seks, sum hann setti í støðukrónna, og seint var á degi, tá ið hann fór eftir tí sjeynda. Ikki fekk hann tað, fyrr enn stjørna var uppkomin.
   Til alla vanlukku gáaði hann ikki um, fyrr enn hann var komin væl á veg, at tað var gimburlamb, hann var farin við. Tey gomlu høvdu ta pátrúgv, at, var tað seint á degi og fleiri lomb eftir at bera, so átti veðurlambið at vera tikið og gimburlambið at vera eftir, tí í veðurlambsstiklinum (horninum) sat nakað, ið dugdi ímóti gandi, og so kundi huldufólk ikki fáa vald á einum (tey gomlu bóru tí ofta veðurlambsstikl uppi á sær). Honum var illa við, tá ið hann varnaðist um hetta, men ov seint var at venda aftur.
   Hann gongur við góða lambi og er ikki varigur við nakað slag, fyrr enn hann kemur heim í Akslarenda. Tá møtir honum ein gráklæddur maður, sum forðar honum vegin og ger seg inn á hann.
   Báðir at berjast. Heiðin (tí huldumaður var tað) basir hinum kristna og ber hann so haðan í Meraklettar á Beinisvørðu, tætt við eggina, har sum teir síga í Sjørgumháls eftir fugli.
   Kvøldið líður, og eingin maður kemur aftur til húsa. Næsta morgun fer fólk úr hvørjum húsi til at leita. Tey finna lambið og stavin hjá Páli heimanfyri Akslarenda og geva so yvir at leita.
   Stutt eftir berst Pálin í dreymi fyri konu sína, biður hana ikki leita eftir sær og sigir henni frá øllum, sum til hevur borist við sær - at hin heidni hevur tikið og borið seg í Meraklettar.
   Seint á sumri funnu neytakonur mannin deyðan úti á Fløum, blóðnaknan og báðar iljaskógvarnar brendar undan honum. Boð varð sent aftur til húsa, og hann varð førdur heim og grivin.

 

 

 

 

Færøske Folkesagn og Æventyr
Jakob Jakobsen, København 1898-1901

Títil-táta.



Laðangarðsbóndin í Sunnbø hevði einaferð tikið eina trøllagentu til sín, ið var undan einum steini á Skankafløtti. Hann setti hana til at veva bæði nátt og dag og loyvdi henni onga hvílu. Viðlagt var, at eingin skuldi nevna hana við navn, annars hvarv hon burtur aftur. Títil-táta æt hon.
   Til eina jólahøgtíð var hon deyðlúgvað av veving og tók so at kvøða:
   "Títil-táta eiti eg, Títil-táta eiti eg!" (til at fáa einhvønn til at nevna seg).
   Eingin lætst um vón at svara til. So letur í einari arbeiðskonu:
   "Nakað situr hatta og tátar og tátar! Vita okur ikki, at tú eitur Títil-táta?"
   So var hon horvin úr vevinum við tað sama og sást ikki aftur.

 

 

 

 

Regin í Hørg og Tofta Regin.

 

Um hetta leitið var eisini nógvur dráttur ímillum Sunnbingar og Vágbingar.  Báðir partar valdu tá hvør sín mann til at gera Lopransgarð í felagi.  Regin í Toftum, ið var fyri Vágbingar, vildi hava hann suður undir Heygg (Sunnbiarmegin), men Regin í Hørg, eyknevndur “Sunnbiarkleyvin”, vildi hava hann upp í Eiðishamar (Vágsmegin).  Teir sameintust so um, at hvør skuldi gera frá sínum enda: Regin í Toftum eystara endan og Regin í Hørg hin vestara, og so møtast á miðjuni.  Garðurin kom tí at ganga uppá skák báðumegin frá, ymsar vegir snúaður, krókaður og skinklaður, og so stendur hann enn.
Men enn var stríðið ikki endað, tí báðir partar vildu ognast Lopranshólm vestanfyri Lopranseiði, har sum markaskjalið var millum báðar bygdirnar.  Avrátt varð tá, at hólmgonga skuldi enda stríðið.  Vágbingar sendu Tofta Regin, Sunnbingar Regin í Hørg (“Sunnbiarkleyvin”), ið tá var høvuðsmaður í Sunnbø.  Hann átti alla Blæingina (fjúrtan merkur) og helvtina av vestara Lopra, sekstan merkur til saman og fjórðingin av Sunnbiar bygd.  Stórur og stimburmikil maður var hann.  Tofta Regin gav seg treyður til, tí Gjógvarámaðurin hevði loypt ekka á hann, tá ið hann stakk hann.  Men av tí at Dánjal við Gjógvará var deyður hálvt ár eftir tað, at hann hevði haft hólmgonguna við Regin (gandaður, hildu fólk, av honum, ið so vildi hevna seg fyri stingin), so var eingin eftir í Vági uttan Regin, ið tordi at meta mátt sín móti Sunnbiarkleyvini.  Vágbingar lovaðu honum fjórðing av hólminum og eggjaðu hann so til hólmgonguna.
Dagin eftir Jóansøku gingu báðir saman at glímast í Lopransdali.  Men áðrenn teir vóru áfastir, varð eftir bøn frá Tofta Regins Regin í Hørg rannsakaður, um hann hevði knív ella annað drepandi vápn uppi á sær.  Fýra Sunnbingar og fýra Vágbingar vóru hjástaddir sum vitnir.  Leingi bardust teir, tí báðir vóru nakað javnir bæði til styrki og til fótfimleika.  Aðrahvørja syftu átti hvør teirra.  Sólin var gingin um eina hálva økt, og enn ivaðust menn í, hvør ið mundi fara at vera við yvirlutan.  So gjørdi Sunnbiarkleyvin eina syftu, men tað var alt í senn, at hin syfti aftur ímóti og maktaði syftuna.  Sunnbiarkleyvin fór øvigur um eina túgvu og Tofta Regin omaná.  Ikki vildi hin fyrri tó fallast á, at hann var løgliga vunnin, tí – segði hann – sjónin gekk frá honum, í tí at hann syfti, og tað var av gandi Tofta Regins.  Men Tofta Regin segði, at tað kom bert av tí, at mátturin bilaði honum, hann var útlúgvaður – tí fell hann so.
So var hólmurin dømdur Vágbingum til.  Men so pøstur var Regin av hesum bardaga, at hann gjørdi hilniseið uppá, at hann skuldi ikki nema mann aftur uttan eingjargarðin.  So skarpt hevði hann fingið.

Stutt eftir hetta kom ein biddaraflokkur til Tofta.  Teir bóðu Regin um olmussu og hildu seg eiga hana heimila, av tí at teir høvdu heitt á halga verjara teirra í himli og biðið um sigur fyri hann, og gingið hevði eftir bøn teirra.  Men Regin, sum var neyvur og tað við lít, illbrýnskaðist við og svór, at hvørki hevði hann givið ella vildi nakrantíð geva olmussu.  Tá segði ein av biddarunum, at tann, sum ráddi fyri øllum, hevði vald á tí, um hann vildi, at gera hann so fátækan onkuntíð, at hann vildi vera fegin at tiggja olmussu.  Tá var Regin reint í fluktini og legði dýrt við, at hann skuldi hvørki geva ella tiggja olmussu á sínari ævi – ella skuldi hann eita orðloysingur og meinsvorin.

Regin í Hørg átti ein son, sum æt Jenis og búði í Laðangarði.  Trý ár eftir  tað, at faðirin hevði ligið undir í hólmgonguni, hevði hann gift seg.  Ólíkur var hann pápanum í skapi, hevði ikki góða muru og var  út av lagi hevnisamur.  Hann stundaði tí nógv á at hevna tap faðir síns uppá Tofta Regin.  Tá ið hann frætti umm biddararnar og heitstreingi Regins, hugsaði hann, at nú skuldi hann sæta honum.

Ein dagin um heystið høvdu Sunnbingar verið á fjalli at taka skurð, og Jenis hevði fingið nógvan seyð.  Hann orðaði tá við húskallar sínar og segði, at tann av teimum sum vildi taka ein av geldseyðunum, ið lógu á roykstovugólvinum, fara við honum sama kvøld til Tofta Regins og bera tey boð, at hetta var olmussa frá Jenisi í Laðangarði, skuldi fáa í løn fyri hesa gerð tann besta geldseyð, á gólvinum lá, og har afturat vinskap sín.
Tá stóð ein av húskøllunum, ið nakað gjøðin var, fram og segði, at um húsbóndin vildi læna honum hest sín, skuldi hann hætta á tað váðaverkið.  Jenis eftirlíkaði honum og lat hann fáa hestin.  Hesin hestur var so einstaka góður og hartil so væl vandur, at Jenis kundi, tá ið hann sat á bakinum á honum, taka hvat seyð hann vildi, um tað so var tann versti vargaseyður.  Hesturin tók seyðin og helt honum ímillum frambeinini, til Jenis var farin av baki og hevði fingið í hann.
Tað var seint á kvøldi, tá ið húskallurin kom til Tofta.  hann bindur hestin vestanfyri húsini, “vestur á Fløtti”, og fer so inn við geldseyðinum á baki.  Liðið var um nátturamála og komið at niðurfaringartíð.  Regin hevði etið nátturð og latið seg úr hosum og brókum.  Hann situr nú í berari stúku á eldbríkini og gleiðar uppi yvir eldinum við fótunum á grúgvusteininum til at verma seg.  Sunnbingurin kemur inn fyri gáttina, blakar seyðin á roykstovugólvið og sigur:
“Húsbóndi mín, hin navngitni Jenis í Laðangarði, hevur frætt, at tú, Regin, hevur strongt tað heiti ikki at geva ella taka olmussu.  Til tess at tú nú kanst vera bæði orðloysingur og meinsvorin, sendir hann tær henda geldseyðin í olmussu.”
Sunnbingurin brá sær við, tá ið hann hevði sagt hetta, og var úti av durunum alt fyri eitt og uppi á hestinum.  Regini var dátt við í fyrsta bragdinum, hann sat sum í ørviti eina pinkulítla løtu.  So leyp hann upp, skræddi seg í brøkurnar og sprakk á dyr algoystur eftir Sunnbinginum, sum tá var komin mitt ímillum Toftahúsini og Hvanndalshúsini.  Birgur var hin gamli enn og fótfimur, tó at hann var væl við aldur, og slík var bræðin á honum, at hann leyp hestin aftur.  Vestur um bygdina fóru teir, eftir sandinum – tá var skamt ímillum teirra – og tá hesturin skuldi leypa um Ósagarð, sum tá var bøgarðurin í Vági, var Regin so nær, at hann treiv um halafaksi á honum.  Hesturin leyp, men Regin setti báðar føtur í spenni ímóti garðinum og strongdi á so fast, at hann sleit faksi út úr og datt øvigur aftur við tí í hondini.  Hesturin stoyttist eftir høvdinum út um garðin, og húskallurin rendist beint fram av.  Í somu stund mintist Regin á eiðin, ið hann hevði svorið, og rópaði eftir honum:
“Bannaður verði tú, illgerðarmaður!  Ikki skuldi tú borið boð í býggj, hevði eg ikki svorið hilniseið ikki at nema mann aftur uttan eingjargarðin.”

Tá ið Regin kom heim aftur í Toftir, var hann so alrasin og ovursintur, at hann bangaði geldseyðin, morðaði hann sundur og tveitti hann út fyri dyr.  Síðan dró hann hýr á seg og gekk og hímaðist, legðist so av lungnasótt og beið ikki bót.  Hann doyði á Pætursmessu – summi søgdu, at hann varð sjúkur av tí, at hann iðraði seg so ógvuliga um tær neisir, ið honum vóru vunnar.  Men summi søgdu, at tað kom bert av tí, at hann hevði runnið ov hart.
Og her endar søgan um Regin í Toftum.

Úr:  FÆRØSKE FOLKESAGN OG ÆVENTYR av Jakob Jakobsen.  København 1898 – 1901.

 

 

Símun í Kirkjubø
Símun Símunarson, skýrdur Huldu-Símun edla Trølla-Símun, var abbasonur Jenis Símunarsonar, bónda í Laðangarði í Sunnbø, sum gitin er í øðrun søgnun.  Símun fekk Kirkjubø í Streymoy í festi, kona hansara var systur Jógvans bónda Ólavssonar í Skúgvoy. Ikki sigist hann at hava verið blíður við konuna, uttan heldur at hava farið illa við henni.

Símun var ógvuliga stórur maður á vøkstri, honum kravdi til stáku tríggjar stikkur tvíkvølvt av vadmali.  Sterkur var hann eisini og fótfimur; fram um hann tordi eingin av húskøllunun at fara á fjalli, uttan hann vildi missa lív.  Um so var, at seyðurin slapp úr fjallgonguni, var Símun altíð fremstur av øllum.

Uppi í Kirkjubøreyni búði ein huldumaður.  Hann slepti einun stórun fylgi av gráum og svørtun seyði at ganga í haganun kjá Símuni og rak Kirkjubøseyðin burtur av tí góða grasinum upp á tey mest grýtutu reynini, so at stór fylgi soltnaðu upp í deyðarak, meðan hulduseyðurin var feitur.
Símun var varigur við hulduseyðin og lovaði, at fekk hann fatur á huldumanninum, skuldi hann níva honun tað aftur.

Ein dagin, ið Símun var útrógvin, kom óført veður á hann, so tað var ikki meira enn, at teir slitu til lands.  Tá ið Símun legði at landi í sugguni, sá hann bát liggja innanfyri.  Hann kendi við tað sama huldumannin, og báðir at brigslast.  Huldumaðurin heldur seg hava javngóðan rætt til lendistøðna og hann.
”So heldur tú teg hava rætt í øðrun eisini,” svarar Símun, “tú mant vera tann, ið spillir haga mín við hasum gráa og svarta seyðafylginun, ið gongur í reyninun.”
Huldumaðurin segði tá, at hansara ættarmenn høvdu nýtt hagan fyri hann, og hann sjálvur vildi nýta hann á sama hátt.
Orð ókst av orði, og endin varð, at Símun leyp á hin heidna at berjast.  So bar á, at Símun vann og ætlaði at drepa hin; men huldumaðurin bað hann geva sær lív og grið, og Símun játtaði tí, tó so, at hin heidni mátti lova at flytja burtur úr Streymoy við øllun sínum og ikki seta fótin har oftari.  Huldumaðurin gekk undir hetta og fór so í kambin yvir Froðbø í Suðuroy til at búgva.  Síðan spurdist einki aftur til hansara í trý ár.

Við norðasta endan av Sandoynni er ein hólmur, Trøllhøvdi, sum hoyrir til Kirkjubøar.  Á hesum hólminun hava teir nú sum áður seyð og stundun oksar og geldneyt.  Trý ár eftir tað, at huldumaðurin var farin í Froðbiarkamb at búgva, kom ein fremmandur oksi, gráur á liti, at ganga í Trøllhøvda.  Símun kendist ikki við hendan oksan og lýsti hann upp á trimum Ólavsøkutingun upp í slag, men einki batti:  Eingin vildi kanna sær oksan, og triðju ferðina segði Símun, at nú vildi hann sjálvur taka og drepa oksan, av tí at eingin tóktist eiga Hann.
Jógvan Ísaksson úr Skúgvoy, fráskilamaður og vitugur, sum var skipaður at siga fyri minni á hvørjun tingi, ráddi Símuni at lata oksan ganga; tann, ið hevði sett hann í høvdan, mundi væl taka hann aftur (hann grunaði, at huldumaður átti oksan).  Men Símun gav ikki hesum gætur; um heystið vildi hann taka oksan, segði hann.

Ein morgun snimma um veturnætur, væl fyri dag, fór Símun upp og vakti húskallarnar til at fara við sæt út í Høvda (Trøllhøvda).  Summir mæltu til og summir frá at fara.  Úti á Bø búði Baraldur, eyknevndur Trølla-Baraldur, uppsitarin kjá Símuni.  Altíð spurdi Símun hann til ráða, tá ið hann skuldi fara nakrastaðni, tí Baraldur var framsíggin maður.  Símun bað hann vera við sær í ferðini hin sama morgunin, men Baraldur segðist ikki troysta sær at fara og bað Símun geva ferðina yvir, men Símun segði, at hann hirdi ikki, hvat hann segði, bannaður trøllaskorturin; nú mundi okkurt ilt vera komið fyri hann í nátt, sum vant var.

So fóru teir, sjey menn saman, av húsum og beint í høvdan eftir hesun góða oksa.  Símun var fastandi — konan hevði ikki sett morgunmat til hansara, tí ilt var ímillun teirra, sum hann hevði sligið hana.  Ikki hevði hann lisið faðirvár heldur.
Teir komu í Trøllhøvda, men hulduoksin, sum fyrr hevði altíð verið so deyðaspakur, visti nakað á sær hendan morgunin og var so styggur, at teir fingu ikki hendur á hann og vóru í ansi at geva hann yvir.  Komið var at kvøldi; tá stóð oksin stillur fyri teimum.  Teir bundu hann og linaðu hann niður í bátin.
Teir setast at rógva heim, og Símun er í góðum skørum.  Sum honum er hyggjandi til viks, sær hann bát koma gjøgnum Høvdasund og stevna beint á bát hansara.  Flýggja undan kundi Símun ikki, tí at hin báturm var nærri landinun, og hann legði tí uttan dvøl at bátinun.  Formaðurin reistist upp og leyp inn í Kirkjubøarbátin.  Nú kendi Símun huldumannin aftur, sum hann hevði vunnið sigur av áður.  Huldumaðurin treiv við tað sama um oksan at fáa hann inn í sín bát, men Símun støkk upp av bekkinun, og báðir at takast.  Símun feldi huldumannin niður í skutin og rópaði á ein drong at taka sær tað kvassa, ið undir bandinun stóð. Dronginun skildist ikki, og hann spurdi: “Hvat?”
Tá ilskaðist Símun, hvesti í drongin og rópaði: “knívin!”
Men nú ið hetta orðið var sagt, fór huldumaðurin at brótast og vinna seg upp aftur.  Hann tók eitt reytt silkiband og bant tvørtur um skøvningin á Símuni, tók so bæði Símun og oksan inn í bát sín og bant teir.  Síðan fóru huldumenninir fyri eystan suður um

 

Skálavík.
Kirkjubøarbáturin varð sundursorlaður.  Ein maður, nevndur Torbergur, kom rekandi á einun spreki í sugguna við Kirkjubø, og hann hevur sagt frá hesun tilburðinum.
Huldubáturin sigldi nú suður ettir.  Tá ið hann kom ábeint Skúoy, var verfaðir Símunar, Jógvan ísaksson, burturi í haga, bar eyga við bátin og kendi.
”Ikki skuldi Símun farið so í dag, um hann hevði verið blíður við konuna,” segði hann.  Tó skuldi hann dvølja huldumannin eitt sindur, helt hann fyri, fór út á egg og blakaði haðan eina fliðu oman í sjógvin frammanfyri bátin.  Síðan fór hann heim til húsa og segði:
Í kvøld er Kirkjubøur høvuðleysur.”
Í trý sjóarføll varð huldubáturin liggjandi har á Bergsíðu og slapp ikki úr stað.  So sendi Jógvan son sín út á egg við einun slíðrum og bað hann kasta teir út av, so teir komu í sjógvin attanfyri bátin.  Drongurin so gjørdi.  Tá losnaði báturin, og huldumenninir fingu róð, sum teir vildu.

Høvuðsmaður teirra hevði nú Símun við sær upp í Froðbiarkamb, hvar bústaður hans var.  Hann var annars ikki illur við Símun, nú hann hevði fingið vald yvir honum.  Harímóti fóru hinir huldumenninir altíð illa við honun, tá ið høvuðsmaðurin ikki var nærstaddur.  Hvar ið Símun hevði herbergi at liggja í, har hongdu teir vásklæði, rennvátar spjarrar, uppgjørd og vaskaði snøri, sum vatnið rann úr, og annað honun til meins.
Hvørt kvøld slapp Símun einsamallur út, og tá hevði hann oftast fyri sið at leggjast á knæ og hyggja at mánanun.  Hin forneski høvuðsmaðurin sá hann eitt kvøldið liggja so og gráta; hann gekk tá til hansara til at ugga hann og segði við hann, at hereftir skuldu hinir ikki gera honun ilt.  Hin forneski hevði at teimun, men einki bataði Símuni.

Ein dagin vóru Froðbingar á fjalli til at taka heystskurð.  Tá ið seyðurin var bundin og borin til húsa, dvaldist ein av monnunun eftir á rættini.  Hann sær mann stevna beint á seg og heldur hann vilja finna seg.  Nú ið maðurin nærkast, kennir Froðbingurin, at hetta er hin fyrri bóndin í Kirkjubø.  Símun heilsar honun og spyr hann tíðindi, hvussu til stendur í Kirkjubø, um einkjan er gift upp aftur, og annað tílíkt.  Froðbingurin sigur satt frá øllum: einkjan er gift við einun húskalli, og húskallurin hevur fest Kirkjubøgarð.  Hann spyr Símun, hvussu hann nú tykist liva, og um hann hevur ikki hug at sleppa heim aftur til Kirkjubøar.  Símun svarar, at hann hvørki vil ei kann sleppa aftur frá teimun, ið hann er hjá.  Illa sigur hann seg liva, uttan tá ið teir eru burtur frá húsum; tá livir hann frægari, tí kona høvuðsmansins er blíð við hann.  Teir fáast nógv við at rógva út, og hvørja ferð teir koma aftur, verður hann at sita undir renningarvatninun úr snørum teirra.
Símun bað Froðbingin leggja sær ráð, at hann kundi hjálpast betur ímóti teimum.  Froðbingurin helt seg lítið kunna hjálpa honum til at bøta um viðurskifti hansara; tó fekk hann Símuni ein lítlan mudd, sum hann bað hann hava altíð á sær og nýta, tá ið neyðugt gjørdist; vildu teir ráðast á hann, skuldi hann vísa hann fram.  Sum teir standa og tosa, koma tveir huldumenn ettir Símuni; men hann vísir teimum muddin, og teir fáa einki gjørt honun.

Froðbingurin fann Símun í haganun tvær reisur eftir hetta, og nú segðist Símun liva betur, tí hann hevði fingið vald yvir huldumonnunun og lært teir siðir og hógv; nú tordu teir ikki longur at gera honum ilt.

So ein dagin gongur sami maður úr Froðbø á fjalli uppi undir kambinun.  Hann møtir har einum manni, men heldur seg vita, av hvørjum slagi hann er, og vil tí ikki finna hann til máls.  Hann skákar av veginun, men huldumaðurin tekur vegin av honum og sigur við hann, at skomm skuldi hann hava fyri muddin, ið hann hevði fingið Símuni, sum nú var yvirmaður sín; hann og hansara fólk skuldu muna honun tað attur og løna tað hart.  Froðbingurin biður hann royna:
”Havi eg givið Símuni muddin, man eg sjálvur hava knívin ettir, og ætli eg at hjálpast við honum.

Seinnameiri frættist einki frá Símuni og huldufólkinun í Froðbiarkambi.

 

 

Símun í Kirkjubø
Tveir menn eru gitnir víða í Føroyum, ið báðir livdu um somu tíð.  Æt annar Símun, og sat í Kirkjubø, annar æt Jón (Jógvan) í Skúvoy.  Hesin Jón var sonur Ísaks Ísmalssonar í Dímun, sum var sýslumaður í Sandoyar sýslu.  Men hann var ovbundin á Dímun, tí at hann kundi ikki hava bát har og soleiðis sleppa av oynni.  Oyggin er brøtt niður í sjógvin ølluminni, og hevur einki undirlendi til at seta bát á.  Av teirri orsøk flutti hann úr oynni sjálvur sekstandi, og sjálvur ellifti av monnum.  Hann settist niður í Skúvoy, hvar hann fekk Stórstovugarð (sum Sigmundur Brestisson hevði átt) og tann sunnasta triðingin av jarðargóðsinum í Skúvoy – hinir báðir partarnir vóru býttir millum Jón Ólavsson, sum átti mittpartin, og bróður hans Rasmus, sum átti norðasta partin av oynni.
Tá ið hesin Ísakur doyði, fekk sonur hansara, Jógvan, garðin eftir honum.  Jón Ísaksson var kønur í gandi, sum seinni her í søguni skal sigast frá.

Símun var slektaður úr Sunnbø – abbi hans var Jenis í Laðangarði, sum aðrar sagnir eru um – hann [Símun] var komin til Kirkjubøar og fekk hann í festi.  Kona Símunar var systir áðurnevnda Jóns Ólafssonar í Skúvoy.  Ikki sigist hann at hava verið góður og blíður við konuna, uttan heldur fingist við at sláa hana og fara illa við henni.
Símun var bæði stórur og sterkur.  Honum kravdi til stúku, tríggjar stikkur tvíhvølvt av vaðmali.  Fram um hann tordi eingin av húskøllunum at fara á fjalli,, uttan hann vildi missa lív.  Um so var, at seyðurin slapp úr fjallgonguni, var Símun tó altíð fremstur av øllum.

Uppi á reynunum við Kirkjubø búði ein huldumaður.  Símun visti av honum, tí hann hevði sæð hulduseyð ganga í haganum hjá sær, og verið varur við, at huldumaðurin rak Kirkjubøseyðin burtur av tí góða grasinum upp í tey mest grýtutu reynini, so at stór fylgi av hesum seyðinum soltnaði upp í deyðarak, meðan hulduseyðurin var feitur.  Símun lovaði, at fekk hann fatur á huldumanninum, skuldi hann løna honum hetta aftur.

Ein dagin, ið Símun var útrógvin, kom óført veður á hann, so tað var ikki meira enn at teir slitu til lands aftur.  Har sá Símun huldumannin standa fyri sær í fjøruni, og Símun fór straks á hann.  Teir bardust leingi, og umsíðir vann bóndin og ætlaði at drepa huldumannin.  Tó gav hann honum lív og grið, tá ið huldumaðurin játtaði Símuni at fara úr Streymoy við øllum sínum og ikki seta fótin har oftari.
Huldumaðurin gekk undir hetta, hvarv haðani, og fór tá í kambin yvir Fróðabø í Suðuroy.

Teir ið vóru hjá huldumanninum, eggjaðu hann at bøta aftur ta skommina, Símun hevði gjørt honum, og at hevnast á hann.  Huldumaðurin* var treyður at lurta eftir hesum, tí at hann hevði lovað ikki at koma til Streymoyar aftur.

Umsíður fann hann eitt ráð, sum dugdi.  Við norðasta endan av Sandoy liggur ein hólmur, Trøllhøvdi, sum hoyrir til Kirkjubøar.  Á hesum hólminum hava teir nú, sum áður, seyð og stundum oksar og geldneyt.  Huldumaðurin tók nú ein oksa og slepti honum út í Trøllhøvda.

Símun kemur út í høvda og sær henda gráa oksan, sum hann átti ikki.  Hann beyð oksan fram trý ár upp í slag á Ólavsøkutingi, men eingin vildi kanna sær oksan.  Triðu ferðina segði hann á tinginum, at hann sjálvur vildi taka og drepa hann nú, so sum eingin tóktist eiga hann.
Jón Ísaksson úr Skúvoy, sum var skipaður at siga fyri minnið á hvørjum tingi, ráddi Símuni at lata oksan ganga.  Sá, ið hevði sett hann í høvdan, mundi væl taka hann aftur (tí hann grunaði tað, at huldumaður átti oksan).
Símun gav ikki hesum gætur, um heystið vildi hann taka hann.

Ein morgun snimma um veturnætur fer Símun upp og vekir allar húskallar at fara við sær út í høvda.  Allir vóru teir fúsir til tess, uttan ein sum búði úti á Bø og kallaðist Trøllabárður.  Hann segðist ikki troysta sær at fara við, men Símun svaraði honum aftur:
”Tað man eingin ilska vera ið tær brekar, bannaður trøllaskortur, men eitthvørt ilt man vera komið fyri teg í nátt.”

Bárður var tí heima eftir, men hinir fóru, væl fyri dag, út í høvdan.  Teir síggja oksarnar, men hin grái, sum fyrr hevði altíð verið so deyðspakur, var henda morgunin so styggur, at teir fingu ikki hendur á hann fyrr enn um kvøldið.  Tá bundu teir hann og fóru til báts við honum.

Tá ið teir høvdu lagt frá landi, sá Símun ein tóman bát at koma gjøgnum Høvdasund og stevna beint á bát sín.  Flýggja undan kundi Símun ikki, tí at hin báturin var nærri landinum.  Hann legði tí uttan dvøl at bátinum, men formaðurin sprakk straks inn í Kirkjubøbátin.  Hesin formaðurin var eingin annar enn huldumaðurin, sum Símun hevði vunnið sigur av áður.  Hann treiv straks um oksan at fáa hann inn á sín bát, men Símun sprakk nú upp av bekkinum, og báðir fóru at takast.  Símun feldi huldumannin niður í skutin og segði við bátmennirnar:
”Fái mær hasa, undir bandinum stendur!”
”Hvørja?” spurdu teir.
”Øksina,” svaraði Símun, og nú ið hetta orðið var sagt, fór huldumaðurin at brótast ov vinna seg upp aftur, og fekk bæði Símun og oksan inn í sín bát, báðar bundnar.

Kirkjubøbáturin sorlaðist sundur, og mennirnir doyðu.  Tó kom ein sum nevndist Tórbergur, rekandi á sprekunum í sugguna við Kirkjubø, og hann hevur fortalt tilgangin.

Huldumaðurin sigldi nú suður eftir fram við Skúvoy.  Jón Ísaksson var um tað sama bilið burturi í haga og sá nú, hvar huldumaðurin róði suður við Símuni.  Hann fór út á egg og blakaði haðani eina fliðu oman í sjógvin.  Hann fór heim til húsa og segði:
”Í kvøld er Kirkjubøur høvuðleysur.”

Í trý samdøgur lá huldubáturin har í Bergsíðu, tí ikki kundu teir rógva framm um fliðuna, ið Jón Ísaksson hevði kastað fyri teim.  Fjórða dagin á morgni sendi hann son sín út á egg við einum slíðrum og bað hann kasta teir út av eggini, so teir komu í sjógvin, og tá slapp báturin.

Huldumaðurin hevði nú Símun við sær upp í Fróðbíðarkamb, hvar bústaður hansara var.

Eitt skip kom inn í Havn (Tórshavn).  Formaðurin á tí fann einkju Símunar og spurdi hana, hvørt hon hevði vilja fingið mannin aftur, um hon kundi.  Men hon helt, at illur hevði hann verið við seg fyrr, hann mundi ikki fara at verða betri nú, og tí var best sum var.

Høvuðsmaðurin hjá huldufólkunum var annars ikki illur við Símun, nú hann hevði fingið vald yvir honum.  Harímóti fóru hinir huldumennirnir alltíð illa við honum, tá høvuðsmaðurin ikki var nærstaddur hjá teimum.  Hvar Símun hevði herbergi at liggja í, har hongdu teir vásklæði, rennvátar spjarrar og annað honum til meins.
Hvørt kvøld slapp Símun einsumallur út, og tá hevði hann oftast fyri sið at leggjast á knæ og hyggja at mánanum.  Hin forneski høvuðsmaðurin sá hann eitt kvøldið liggja so og gráta.  Hann gekk tá til hann at ugga hann við, at hinir hereftir ikki skuldu gera honum ilt – hann hevði at teim, men einki bataði Símuni.

Ein dagin vóru Fróðbøingar á fjalli at reka heystskurðin í rætt.  Tá ið seyðurin var bundin og borin til húsa, dvøldist ein av monnunum eftir á rættini.  Hann sær mann koma og stevna beint á rættina og helt hann tí vilja finna seg; kennur hann nú, at tað var fyrri bóndin í Kirkjubø.
Símun heilsar honum og spyr, hvussu til stendur í Kirkjubø, um einkja Símunar var aftur gift og annað tílíkt.
Fróðbøingurin sigur satt frá øllum, og spyr hann tá Símun, um hann ikki hevði hug at sleppa heim aftur til Kirkjubøar, og hvussu hann nó tóktist at liva.
Símun svarar, at hann hvørki vildi ei kundi sleppa heim frá teim, hann var hjá.  Men illa segðist hann liva hjá teimum, og bað mannin leggja sær ráð, at hann kundi hjálpast betri ímóti teim, at teir ikki skuldu fara so illa við sær.
Lítið helt Fróðbøingurin seg kunna hjálpa honum at bøta um viðurskifti hans.  Tó fekk hann Símuni ein lítlan mudd (lítil knívur), bað hann hava hann hjá sær og brúka hann, tá ið neyðugt gjørdist.
Sum teir nú standa har og tosa, síggja teir tveir menn koma eftir Símuni, men hann ræðist nú ikki longur og fer beint ímóti huldumonnunum, tekur muddin og stingur hann í ennið á øðrum, so hann fell deyður til jarðar.  Hin flýddi.

Fróðbøingurin fann Símun í haganum tvær ferðir eftir hetta, og nú segðist Símun liva betur, tí hann hevði vald yvir teimum, so hann hevði lært teir siðir og hógv.  Nú tordu teir ikki longur gera sær ilt.

Aðra ferðina gongur sami maður úr Fróðbø á fjalli uppi undir kambinum.  Hann møtir har einum manni, men heldur seg vita, av hvørjum slagi hann er, og vil ikki finna hann til máls.  Hann skákar av vegnum, men huldumaðurin tekur vegin av honum og sigur við hann, at skomm skuldi hann hava fyri muddin, ið hann hevði fingið Símuni, sum nú var yvirmaður sín.  Hann og hansara fólk skuldu muna honum tað aftur og løna tað hart.  Fróðbøingurin biður hann royna, hevði hann givið Símuni muddin, mundi hann sjálvur hava knívin eftir, og ætaði hann at hjálpast við honum.

Seinnameiri frættist einki frá Símuni og huldufólkinum í Fróðbíarkambi, og her er søgan komin at enda.

 

Lucas Debes om Símun fra Kirkjubø
I bogen FÆROÆ ET FÆROA RESERATA FRA 1673, PÅ SIDE 320-21, skriver den kendte præst og provst Lucas Debes om begivenheden med Símun fra Kirkjubø:

Det hafver hændt sig for 50 Aar eller der offver, at der hafver boet en Bonde paa den gamle Biscops-Gaard Kirckebøe, ved Naffn Simon Simonsøn, til hvilcken Gaard ligger en Holm under Sandøe kaldet Hødde eller Troldhoffved, hvor paa gaa Oxer baade Vinter oc Sommer.  Paa samme Holm er der funden en Oxe som Bonden icke tilhørde, ey heller nogen Mand i Landet, hvorfor Lands-Fogeden hafver tilegnet sig den paa Kongens vegne, oc befalet Bonden, at hand skulde hente sig samme Oxe, hvilcket hand oc giorde, oc haffde vel med sit gandske Folck stoer Umage, førend hand samme Oxe kunde offvervinde, oc faa den bunden lagt i Baaden. oc der hand foer fra Holmen mer Baaden udi got Veier, er hand med det gandske Folck oc Oxe borttagen.  Baaden kom heel oc holden med Aarer oc alt uskad til Lands, saa der var ingen Tegn til, at Folcket i andre Maader skulde forulyckis.  Derforuden haffde Bonden taget med sig i Baaden, tre aff sine egne Øxen, hvilcke fløde i Søen hos Baaden oc blefve optagne.  Dette skede som alle gamle forstandige Folck er vitterligt Anno 1617.

 

Sneppan í Hamrabyrgi
Søgn úr Hamrabyrgi

Áðrenn sóttin svarta kom og legði oyði í Føroyum, var Víkarbyrgi í Suðuroy av størstu bygdum.  Men sóttin ruddaði út í Víkarbyrgi og Hamrabyrgi (tey vóru tá bæði sum ein bygd).  Eitt konufólk í Hamrabyrgi, nevnd “Sneppan”, livdi einsamalt eftir, men hon var vorðin so stygg, at hon fekst ikki upp ímillum fólk aftur.  Í Hamrabyrgi varð hon sitandi einsumøll alla sína ævi, og tí gingu menn og kastaðu kjøt niður av einum hamri til hennara, at hon skuldi ikki doyggja í hungri.
Ein toft er enn í Hamrabyrgi, sum rópast “Sneppuhúsið” eftir henni.

Søgn er eisini, at tá sóttin svarta hevði herja, vóru í Sumba bert nøkur fá konufólk eftir.  Synir bóndans í Akrabyrgi giftust tá hagar.

Húsavíkar bygd í Sandoy ruddaðist út av sóttini.  Húsini stóðu tá heilt uppi í Kvíggjargili, og síggjast har toftir enn.  Noregs kongur sendi ein mann, sum æt Nevur, til at grunda bygdina aftur.  Stórastova (norðanfyri ánna) var fyrsta húsið, ið hann bygdi.  Nevur giftist við húsfrúnni í Húsavík.

Úr:  FÆRØSKE FOLKESAGN OG ÆVENTYR av Jakob Jakobsen.  København 1898 – 1901.

SNOPPRIKKUR, GILJABÓNDIN OG LAÐANGARÐSBÓNDIN

»Verri enn Snopprikkur« — so verður tikið til um ein, ið bara ger ónt; tí Snopprikkur var eitt illryski og ein margskálkur og gjørdi altíð tað, ið ilt var. Argur var hann at píska, og verður enn tikið til: Alt ger mun, segði Snopprikkur.

Snopprikkur var húskallur hja bóndanum í Giljum í Hvalba. Giljabóndin var sum ein høvuðsmaður í Suðuroy um tað leitið. Hann var órættiligur maður og ránakendur. Tað var ikki eiti, tað ið hann átti - nær um hálva Suðuroynna og har afturat Lítlu Dímun. Markið gekk úr Dalsá og í Ánna Miklu í Fámjin (Dalsá gongur vestur ígjøgnum Øravíkarlíð úr Valdaskarði). Inni á Byrgi norðan fyri Øravík hevði hann oksar gangandi. Nógvar frásagnir eru um hesar báðar menn og um Jenis Símunarson, bónda í Laðangarði í Sumba, ið var sonarsonur Jenis Reginssonar í Laðangarði, sum gitin er áður í søguni um Regin í Toftum.

Giljabóndin hevði flýtt Jenisi í Laðangarði ein hvølp (elting) at venja til seyðahund fyri hann. Men hundurin kom at vera so góður, at Jenis vildi ikki missa hann. Nú bar so á, at giljabóndin, ið stóð fyri sýslumansembætinum í Suðuroy, sonur hansara og Snopprikkur fóru suður eftir oyggj til grannaskikk. Sonurin var kalsmaður hjá pápanum, og Snopprikkur var klæðseksdrongur. Teir komu til Sumbiar og fóru inn um gáttina hjá Jenisi til at fáa hundin aftur frá honum. Men Jenis svór, at hann vildi ikki lata hann, bant hundin við kvørnina og segði við teir, at komu teir inn um handa bjálkan, skuldu teir smakka øksina, á kvørnini lá. So hildu teir av og einki fingu; síðan fóru teir heim norður eftir oyggj.

Jenis í Laðangarði átti ein reiðrarhest, ein sannan úrmælingshest, sum honum tóktist stór ogn í. Altíð stóð hann í tjóðri heima á bønum uttan um veturin; tá hevði Jenis hann inni. Giljabóndin, ið hevði illvild til laðangarðsbóndan, ætlaði at vinna honum neisur og legði ráð upp við Snopprikk um at stjala hestin. Ein góðan vetrardag, sum tað leið fram undir jól, kom Jenis aftur av longum útiróðri. Sum teir komu inn í sundið ímillum Sumbiarhólms og landið, bar hann eyga við ein mann, ið fór ríðandi niðan um bøgarðin í Sumba. Hann kendi í sama viðfangi sín egna hest og Snopprikk á bakinum. Hann rópaði á hinar menninar í bátinum og bað teir leggja kvikliga at landi á Tarakós (vestan fyri mølina). Tá ið hann kom upp á bakkan, føldi hann, at hann hevði gloymt knívin. Hann rópaði á hinar, í bátinum vóru, og bað blaka sær knívin, ið stóð undir bandinum. Teir blakaðu honum hann, og so fór Jenis kvistandi aftaná í roðklæðum sínum — hann gav sær ikki stundir til at fara úr teimum. Men Snopprikkur varð varur við hann og díkti á hestin. Tá ið Jenis kom niðan á fjallið tað, ið kallast Hesturin, fór hin um Lopransá (markið millum Vágs og Sumbiar); tá ið Jenis kom á Núp, fór hin um Tormansá (á syðru síðu á Vág). Sýn av sýnu sá Jenis eftir Snopprikki; alt dró saman ímillum teirra: tiltoyggin var Jenis, og hesturin møddist við manni á baki. Tá ið Jenis kom á Oyrarnar (uttan fyri líðina í tí syðra arminum í Vági), sá hann Snopprikk fara upp Brýr; tá ið Jenis kom í Vágsskarð, var hin uppi á Vatnaryggi; tá ið Jenis kom í Mannaskarð, fór hin oman Stovur (hin gamla tingstaðin); Jenis inn um hálsin í Øravík, hin inn um Drelnes (væl innan fyri hólmarnar); Jenis um Trongisvágsbø, hin niðan Hvíthamar (niðan fyri kolholið); tá ið Jenis kom á Beintuskriðu (í Húsgarðshaganum í Trongisvági), var hin komin upp á fjallið upp ígjøgnum Mannagjógv; tá ið Jenis var komin á Miðfjallið, var hin komin á Íslending norðantil á Hvalbiarfjalli — tá var stutt ímillum teirra. Men tá ið Jenis kom á Íslending, tá stóð hesturin tætt við Káragjógv alsveittur, og Snopprikkur var horvin — hann hevði krógvað seg niður í gjónna, tí nú sá hann sær ongan veg til at sleppa heilskapaður heim undan laðangarðs-bóndanum, og í Káragjógv vóru góð skjól at fáa hjá honum. Jenis fór út á gjáarbakkan og rópaði niður til hansara: ”Væl var tað, at tú slepti hestinum! Hevði tú farið niður um gjónna við honum, skuldi eingin sopið jólagreyt aftur í Giljastovu.” So setti hann seg á hest sín og reið heim.

Eitt várið, tá ið giljabóndin ferðaðist um Suðuroynna til grannastevnu, komu teir til Froðbiar, gilja-bóndin við soni og Snopprikkur. Har stóð ein fátækur ungur maður, Jógvan við Grind úr Trongis-vági, og laðaði eina toft upp undir Skorum. Ein ketta var løgst út frá honum og gjørdi skaða á seyðin í Øravíkarlíð: hon drap smálomb og fugl um summarið. Giljabóndin hevði fingið uppspurning um hesa góðu kettu. Við tað sama teir hittust, Snopprikkur og trongisvágsmaðurin, tók Snopprikkur at erta hann við tí, at hann stjól seyð við einari kettu. Snopprikssonur og Jógvan við Grind høvdu klandrast um Barbaru, dóttur Jenis í Laðangarði. Snopprikssonur hevði fingið krakk, men Jógvan hevði fingið ja, og harav stóð hatur. Orð ókst av orði, og báðir at kallast. Snopprikkur vendi sær til son giljabóndans og segði, at tað mátti verið lítið fyri hann, ein ungan og sterkan mann, at lopið niður í toftina eftir Jógvani. Bóndasonurin herjaði á, leyp niður í toftina og skuldi taka lívið av honum; men Jógvan var so knappur, at hann fekk knívin út og stakk hann. Tað var alt í senn, at Jógvan flýddi — lættur var hann á føti — og fór inn í kirkjuna (har tordu teir ikki at drepa hann). Snopprikkur eggjaði giljabóndan og bað hann seta eld á kirkjuna, men bóndin bað ilt fyri honum og segði, at hann hevði mist nóg mikið, sum hann hevði; seta eld á guds hús, tað vildi hann ikki. Jógvan slapp sær undan teimum og fór suður eftir oyggj um tríggjar kirkjusóknir: Porkeri, Vág og Sumba, til at lýsa víggi. Tann, sum hevði dripið mann, kundi bjarga lívi sínum, um hann var fyrstur maður sjálvur til at bera boðini um tríggjar kirkjusóknir. Hann skuldi fevna um kirkjuhornið og rópa: ”Eg havi verið manni at skaða!” Hetta kallaðist at lýsa víggi. Ein óveðursdag síggja fólk í Sumba ein mann koma í stórum skundi oman á Kross. Tey fara inn í Laðangarð og siga Jenisi frá. Jenis sigur: ”Hann er ikki ørindaleysur, ið úti gongur í dag í hesum ovurveðrinum.” Jógvan kemur í Laðangarð, vátur og illa tiltøssaður; tað rennur úr hvørjum tráði. Hann biður gott kvøld og guds frið í húsi. ”Friður uttanbjálka, men ófriður innanbjálka!” svarar Jenis. Hann hevði øksi standandi í uttasta roykstovubitanum, sum stólpi var gjørdur upp undir. Har innum tordi eingin uttan tann, sum Jenis sjálvur beyð at koma inn. ”Eg lýsi víggi!” sigur Jógvan. ”Hvønn hevur tú dripið tá?” spyr Jenis. ”Son giljabóndans!” svarar Jógvan. ”Gud signi teg, vinur mín!” sigur Jenis, ”kom og set teg her hjá mær.” Jenis hevði ikki biðið gud signa mann í sín dag fyrr enn nú. So bað hann arbeiðskonuna geva honum turr klæði og nakað at eta, og sjálvur gav hann honum helvtina av bótini fyri drápið (60 dálar var bótin). Hetta var fyrsti maður, ið Jenis hevði hýst í sín dag.

Seinni varð Jógvan við Grind tikin, førdur til Havnar og settur í myrkastovu. Snopprikkur hevði logið fyri embætismonnunum og sagt, at hann hevði gjørt sína egnu systur við barn. ”Vinur mín! Tað eru harðir handskar, ið tú hevur,” segði ein havnarmaður, ið komin var at finna Jógvan (hann meinti við leinkjurnar). ”Ja, harðir eru teir,” svaraði Jógvan, ”men havi eg sitið veturin, summarið skal eg ikki sita.” ”Ikki skal deyði mín spyrjast í Føroyum,” legði hann afturat. Páskaaftan var hetta, og páskamorgun var hann brotin út og hevði tikið bát av Havnini. Hann sást úr Froðba, sum hann kom rógvandi framvið einsamallur. Síðan frættist, at hann var komin til Hetlands og giftur har.

Um tað, sum ódrúgt er og illa umfarið, verður sagt: Hatta er sum svínini hjá Snopprikki. Giljabóndin hevði sjey svín í Elukonurætt (niður millum gjána norðast á Hvalvíkini) og ætlaði at føðga hesi svín væl upp. Men Snopprikkur, sum skuldi røkja tey, tímdi ikki at bera til teirra. Hvat ið etandi var av svínamatinum, tað át hann; maskið tveitti hann burt. So krógvaði hann seg og kom ikki aftur, fyrr enn tíðin var umliðin, og hann var aftur væntandi heim til húsa. Væl tígnaði bóndin Snopprikk, tá ið hann kom aftur, og spurdi, hvussu svínunum visti við. Tey livdu uttan líka væl, segði Snopprikkur. So ein dagin heldur giljabóndin: ”Nú eru svínini tøk”, og fer yvir á Elukonurætt; men tá ið hann kemur hagar, er einki at finna av svínunum uttan ber beinini.

Giljabóndin átti eisini oynna Lítlu Dímun. Har legði hann seg eitt heystið við húskøllum sínum. Vargur var í seyðinum, so teir fingu ikki søkt. Teir krokaðu niðri á Nesi, har sum tøka var (eitt heldi til at fáa seyðin inn í), og høvdu rekkjuváðir til at sveipa um seg í rokkavanum. Tað lukkaðist giljabóndanum at taka so mikið, at hann kundi sleppa brundlomb upp. Hann hevði gjørt av við hvalbingar, at teir skuldu koma eftir honum, tá ið teir fingu tekn. Í Støddarnevi (móti Hvalba) bant hann ein brund og slepti útav. Brundurin rak inn á Hvalbiarfjørð upp á Hústoftamøl í Nesi. Landsynningur var ættin, og streymurin stoytti beint á har. Hetta var teknið, og hvalbingar mannaðu tí bát eftir giljabóndanum.

Eitt summarið í dráttartíð komu hovbingar í oynna Lítlu Dímun. Tá var giljabóndin til fugla í oynni. Meðan teir vóru og drógu lunda, sníkti Snopprikkur seg burtur undir oynna, har sum báturin lá (eysturi á oyggj innan fyri Tangannagjógv), boraði hol á í fleiri støðum og klíndi mold aftur í holini. Tá ið hovbingar vóru lidnir at draga, fóru teir aftur í bátin, men tá ið teir vóru komnir nakað út suður frá oynni, flotnaði moldin burturúr. Teir tóku at oysa, men einki batti: báturin sakk, og allir menninir doyðu. Tá fór Lítla Dímun undir kong.

Ein rók í Lítlu Dímun eitur Lyklarókin, eitt ógvuliga ringt pláss at koma til. Hagar bað giljabóndin Snopprikk fara sær eftir lyklunum, sum hann segði seg hava gloymt. Søgnin er, at hann ætlaði at fáa Snopprikk til at detta oman, tí hann hevði gjørt honum so nógv skálkabrøgd. Men væl gekk í hond hjá Snopprikki: hann fann lyklarnar og kom aftur við teimum.

Eina ferð, sum giljabóndin var burturi í haga, fann hann ein døgling, sum var runnin upp á land í Hvalgjógv og deyður. Tá legði hann forboð, at eingin skuldi í tvær vikur fara til Hvalvíkar. Hvalbingar gjørdu eftir boð hansara. Meðan fekk hann døglingin skornan sundur og reiddan heim. Um veturin, tá ið frostið kom, og hvalbingar ein dagin vóru í Hvalvík, fingu teir at síggja lýsi renna út undan Hælhamars-gróthúsi, sum giljabóndin átti. Tá kom illgrunsil á teir, hví giljabóndin hevði gjørt forboð til Hvalvíkar. Teir tóku at rannsaka, hvat hetta var, og kravdu lykilin til gróthúsið av giljabóndanum. Hann sá sær ongan kans til at gera mótstøðu ímóti bygdini og læt teir fáa lykilin. So funnu teir eina tunnu við lýsi, sum gjarðirnar vóru sprungnar av. Bygdarmenninir góvu hann upp fyri øvrigheitini í Havn, og tá fór Giljagarður undir kong.

”Ró nú, Snopprikkur!” verður stundum sagt í spølni við ein, ið strevast við sovorðið arbeiði, sum hann ikki kann fáa bilbugt við. Frásøgn er um, hvussu hetta orðtakið kom upp.

Giljabóndin og Snopprikkur vóru farnir í handilsferð til Havnar. Har hitti bóndin eina konu úr Fugloy, sum beyð seg til hansara í uppgávu. Hon átti jørð í Suðuroy og hevði nógv í viðføri. Hann gav seg til, tók hana heim við sær í farinum og setti hana fram í skut oman á førningin. Teir sigldu suður eftir, og giljabóndin bað Snopprikk ansa sær eftir uppgávukonuni har frammi. Snopprikkur fór tá fram um seglið og setti seg hjá henni. Alt versnaði veðrið eftir veginum; frekur stormur kom á teir, og streymurin gekk frá teimum við. Tá ið teir fóru um Suðuroyarfjørð, var ódnarveður og rótan í sjónum. Meira teir oystu, hvaðna meira kom inn. Teir máttu blaka fyri borð av førninginum, hvat teir kundu. Bóndin rópar á Snopprikk og biður hann skunda sær at kasta út oman av góðsinum har frammi. Tað fyrsta, Snopprikkur kastar fyri borð, er uppgávukonan. Bóndin rópar aftur á hann og biður hann fjálga sær væl um beinini á teirri gomlu: hon stirðnar har frammi. Snopprikkur sigur, at hann hevur fjálgað um bein hennara. ”Bannaður, tú hevur fjálgað einsvegna.” Teir slitu til lands og løgdu at yviri á Botni í Hvalvíkini í tí staðinum, sum nú eitur ”Giljabóndans støð” — tað var einasta støðin, lendandi var í. Bládýpi er út fyri klettin har. Giljabóndin bað Snopprikk fara aftur í skut og hava bátinum við, meðan hinir skipaðu farmin upp; tí hann var ómóður. Alt var skipað uppúr, árarnar við. Tvær gentur sótu afturi í skuti hjá Snopprikki; onnur var dóttir Vísa Pæturs við Kvíggjá í Sumba, onnur var hansara egna dóttir. Giljabóndin vildi hava dóttur Pæturs upp á land, men hon vildi ikki fara frá hinari. Áðrenn nakar vardi, tók bóndin og rendi bátin út frá. ”Ró nú, Snopprikkur!” rópaði hann eftir honum. Men streymurin setti út eftir, og ikki var meira enn tann eina árin, ið Snopprikkur hevði, eftir í bátinum, so ikki var hugsandi hjá honum at vinna til lands.

Frætt er, at Snopprikkur og genturnar róku til Hetlands, men ongantíð kom hann aftur til Føroya. Genturnar, sum báðar søgdust at vera vakrar, helst Snoppriksdóttir, giftust í útlondum. Sumbiargentan kom heim aftur at vitja eina ferð. Pápin og beiggjarnir vóru út at rógva, og tá ið teir komu aftur, søgdu tey hinum gamla, at ein útlendsk kona var komin til Kvíggjáar at gista. Hetta helt Pætur ikki bera til. Tá ið hann kom inn við fiskaleypinum, og eingin var til hendis at taka av honum, kundi hon ikki ráða sær, men sprakk upp og rópaði: ”Á pápi, eg skal taka av tær!” Við brøðurnar, sum vildu stoyta fiskin á gólvið úr leypunum, segði hon, at tað var synd, og bað teir breiða okkurt undir. Tá ið teir søgdu, at teir høvdu einki, bað hon teir taka fyriklæði sítt og fór sjálv at leita eftir øðrum til at breiða undir: ”Tað var ikki siður, hvar hon kom frá, at blaka fiskin á gólvið.” Hon var verandi nakra tíð í Sumba, fór so til Havnar og avstað aftur við handilsskipi.

- - -

Aðrar frásagnir eru um Jenis Símunarson í Laðangarði. Hann átti triðingin av Sumba og harafturat Skúabølishaga. Konu hevði hann úr Fámjin, og við giftu hansara bar tað so til. Eina ferð, sum hann var útrógvin á miðinum Gomlu Egg vestanfyri Fámjin, brast hann á av landnyrðingi. Jenis sleit til lands, men tá var hann komin til trota, sum hann hevði ovróð seg. Tað var ikki øðrvísi enn, at teir kendu lívsbragd í honum. Hann var lagdur inn í forkirkjuna — fólk hildu hann vera deyðan — men ein genta, sum hevði verið góð við hann, tók hann heim til sín, gav honum heitt at drekka og heita song at liggja í, so hann kom til lívs aftur. Síðan tók hann hana til konu.

Stórbærur maður var Jenis. Brúdleyp hansara er eitt tað tiltiknasta, í Føroyum hevur verið. Hann læt bjóða um alla Suðuroy í brúdleyp sítt øllum uttan tjóvum og skálkum, og so kom øll oyggin, alt, sum ragga kundi, tí eingin vildi sita eftir sum tjóvur ella skálkur. Nøgd av seyði bant hann niður til brúdleypsmats, tríati geldseyðir úr einum fylgi úr Mýrabyrgi — fullur gamalseyðakjaftur í øllum; ikki lambstonn í heysi. Tó skuldi einki vera til avlops. Borðreitt var úti á Kelteigum, tí lítið fólk av miklum var tað, ið inni rúmaðist. Summar var og veðrið gott. Fleiri brenni-vínstunnur vóru, sum ovari botnurin var sligin úr, og træker flutu omaná til at drekka úr. Tá ið Jenis kom úr kirkjuni við brúðrini, klæddur í reyða skarlaksskikkju, møtti hann tveimum fámningum, Jansa-guttunum báðum, í skinnstúkubulum og helt við teir, at hann hevði ongum skinnbulum boðið. Teir tóku sær tykni av hesum og gjørdu ikki vandari enn, at teir fírdu brúðgómin í ein køst. Síðan hevur hesin køsturin verið nevndur Brúðarhúskøsturin. Gróthúsið, sum brúdleypskjøtið var goymt í, nevnist enn á døgum Brúðargróthúsið.

Jenis í Laðangarði og Pætur við Kvíggjá (Vísi Pætur Gunnarsson) áttu sjey og tjúgu merkur í felagi, Jenis átti Mýri og Hólmskorar, Pætur átti Blæingina, ið omanfyri er. Men tá ið út leið ímóti skurðtíð, fór Jenis eystur á skørðini, ið uppi yvir Blæingini eru, beitti grót niður á seyðin, ið á Blæingini stóð, rak hann niður av einum hamri inn á Mýrabyrgi og bant so eitt árið tríati geldseyðir niður frá Pæturi (Mýrabyrgið, sum Jenis hevði latið gera, lá báðumegin markið). Í endanum leiddist Pæturi at hava felag við Jenis og fekk hann til at býta sundur. Tá var Jenis vorðin gamal og fallin frá sjálvur. Hann bað son sín, Símun, taka fyri seg; men tó helt hann við hann, at: víst var Mýri og Hólmskorar fosturmamman góð, men ikki átti hann at ganga frá teirri høgu (Blæingini); tí tá ið hann kom upp á Bøllheyg, tá lætnaði undir fótunum. Símun tók, sum pápi hansara ráddi honum.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

----------------------------------------------------------------------------------------------------------

GUTTORMUR LØGMAÐUR

Einaferð fyrr í tíðini búðu løgmenn í Kálgarði í Sumba.

Kálgarðsbóndin, løgmaðurin, átti ellivu merkur av Víkini; Jenis í Laðangarði átti ta tólvtu. Men Jenis legði eina mørk sína móti einari kálgarðsbóndans mørk og so eydnu sína ímóti hinum tíggju. Hann spurdi tá kálgarðsbóndan, um hann vildi ikki leggja felag við seg, tí hann, Jenis, hevði so góða eydnu og hin onga. So løgdu teir felag (tó at Kálgarður var løgmansgóðs og tí ikki átti at vera lagt í felag), og síðan treivst væl hjá báðum. Men ongantíð sótu teir væl um sátt og skiltust síðan aftur úr felaginum. So visti eingin av, fyrr enn Jenis gjørdi ferð niður til Danmarkar til at stevna løgmanni.

Ein dagin, sum kálgarðsbóndin stendur úti fyri durum, sær hann ein bæriligan reyðklæddan mann koma ríðandi oman á Krossjarðargarðar og spyr, um nakar veit, hvør maður hatta er. Tá varð honum aftursvarað, at tað var sjaldsamt, at hann skuldi ikki vita, at hatta var Jenis í Laðangarði, sum hevði verið niðri eitt heilt ár og nú var afturkomin. Ikki frættist tíðindi úr Laðangarði til Kálgarðs, tó at skamt var ímillum — so hatskir vóru teir hvør á annan, laðangarðsbóndin og kálgarðsbóndin.

Stutt var umliðið, tá ið bræv kom til løgmans frá kongi, at hann skuldi búgva ferð sína niður til at verja seg fyri slíkum, sum honum var um kent. Men av tí at løgmaður var vorðin gamal og orkaði illa at ferðast, tók sonurin, Guttormur, ferðina uppá seg. Tá ið løgmanssonurin kom inn á slottið hjá kongi, rætti hann eitt silvursteyp fram, fult av peningum, í bøtur fyri faðir sín, men kongur vildi ikki taka við tí. Føroyingurin varð standandi og rætti armin út alla tíðina — steypið hevði hann í hondini. Í endanum bliknaði hann, og armurin vildi signa. Tá tók drotningin ein stól og skeyt inn undir armin á honum. Kongur blíðkaðist eitt sindur, fór til hansara og spurdi hann um eina sak, sum hann helt ímóti ráðnum einsamallur, hvat hann hugsaði um hana. Løgmanssonurin segði, at hann var so ungur og visti so lítið enn, men eitt visti hann: at tað var lóg í landinum, sum Gud og kongurin vildu. So varð vitni tikið av honum við tað sama: hann skuldi prógva tað innan fjórða dag, segði kongur. Guttormur settist at blaða í løgbókini og blaðaði í tvey samdøgur, men fann einki. Í endanum kom máttloysi á hann, hann slummaði fram á borðið, sum hann sat, og droymdi, at hann hevði blaðað eitt blað ov langt: hann skuldi kasta blaðið umaftur. Hann so gjørdi, tá ið hann vaknaði, fann, hvar tað stóð, og breyt inn fyri. Um morgunin, tá ið ráðið var samankomið á slottinum, fór hann fram fyri kong, skeyt bókina til hansara og vísti honum á, fyrst konginum og so hvørjum undan øðrum. Kongur vann sakina og var nú so findarblíður við hin unga løgmanssonin aftur fyri hjálpina, at hann gav honum vald at velja sær tann besta garð, í Føroyum var, at hava til løgmansgarð, og Guttormur valdi tá Steigagarð í Vágum. So mikið gjørdi sonurin, at faðirin varð sitandi í friði í sínum løgmansembæti.

Ein dagin, sum hann sat til borðs við konginum, spurdu hovmenninir hann, um hann hevði nakrantíð etið av fagrari borði. Ja, segði hann. »Hvussu tá?« spurdu teir. »Á knøum sínum,« svaraði hann, »tí hvat Gud hevði gjørt var tað fagrasta«. Kongur spurdi hann, hvussu nógv egg tann føroyska gásin varp. “Tólv, viðhvørt trettan,” svaraði hann.

Óføra sterkur var Guttormur. Einaferð, sum teir rullaðu ammur (stórar tunnur) í Keypmannahavn, tók hann eina og bar í føvninginum. Hann varð spurdur, hvussu tað bar til, at hann var so sterkur — hvat hann hevði havt til føði. “Feska mjólk og turt lambakjøt,” svaraði hann.

Frálíka vakur var Guttormur og væl at sær komin. Aðra ferðina hann var niðri og kom á slottið, skuldi tí drotningin leggja hug á hann. Tá kvað hann niðurlagið:

Skuldi á mjúkum armi sovið -

ljósið tað er brunnið -

lystug var tann liljan, meg væl unni.

Frá hesari ferð eru enn høvd á lofti tey orð hansara: »Mine vatter ligge under landets dronning« - hon sat á vøttunum hjá honum.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

----------------------------------------------------------------------------------------------------------

Bardagin í Mannafelsdali

Í Akrabyrgi við Sumba høvdu nakrir Frísar bústað sunnast á Suðuroy. Tá ið sóttin svarta kom til  Suðuroyar, doyðu øll frísahúsini út; - tó slapp eitt undan sjúkuni, og kallast húsbóndin í tí “bóndin í Akrabyrgi”. Hann var viðgitin maður fyri styrki og átti átta prúðar og reystar synir.

Um somu tíð hesin bóndin livdi, er sagt, at grundvøllurin var lagdur til kirkjumúrin, sum stendur enn í Kirkjubø í Streymoy. Bispurin, sum tá sat í Kirkjubø, kallaðist Mús, sum tó mundi vera eyknevni. Hann píndi stórar skattir út av føroyingum at fáa kirkjuna bygda sum prýðiligast; - hetta líkaði øllum illa, og  allir, ið búðu fyri sunnan Hórisgótu  (í Suður-streymoy, Sandoy, Skúvoy og Suðuroy), synjaðu fyri at geva skattin og bundu felag sín ámillum at halda móti bispinum. Men bispurin fekk allar norðanmenninar at halda við sær ímóti hinum. Norðanmenninir skuldu koma saman í Norðstreymoy og samla lið fyri at herja á hinar og kúga teir undir biskupin; men tá ið sunnanmenn fingu njósn av hesum, tóku teir seg eisini saman í flokk og fóru sum skjótast norður í móti teimum.

Í Mannafelsdali, sum er norðan fyri Kalbaksbotn, møttust herirnir og ruku saman í bardagar. Sunnanmenninir vóru við undirlutan og máttu víkja; har varð stórt mannfall; í dalinum síggjast enn mangir heyggjar, hvar teir sigast at vera grivnir, sum fingu bana í hesum bardaganum; grasið  er reytt, og er tað sagt at vera komið av blóðinum, sum har fleyt. Fyri norðan dalin stendur ein stórur steinur, sum kallast “Brynjumannaborð”, og tað er søgn, at hann hevur fingið navn av tí, at norðanmenninir hildu sigursveitslu har, tá ið sunnanmenninir flýddu. Oman á hesum klettinum liggur ein steinur, sum norðanmenninir høvdu til hav; hann, ið ikki var mentur at hevja steinin upp frá undirlaginum, slapp ikki við hinum í bardagan.

Árið eftir komu sunnanmenninir aftur at hevna henda ósigur, teir høvdu havt.   Tá stóð stríðið í dalinum við bygdina í Kollafirði, og nú fingu sunnanmenn sigur. Teir høvdu fingið bóndan í Akrabygi og synir hansara at vera oddamenn og ganga fremstir í bardaganum.

Tvey vikingaskip, sum høvdu verið fyri sunnan, høvdu teir fingið at hjálpa sær,  og tey vóru komin norður at herja og ræna víða hvar í bygdunum fyri norðan; tí sluppu mangir av norðanmonnunum ikki heiman, av tí teir tordu ikki lata konufólkið vera einsamalt heima, meðan hesum hernaðinum var at kvíða fyri.

So bar til hesa ferðina,  at  sunnanmenn vunnu sigur av hinum partinum og drupu nógv fólk. Bispurin mátti flýggja undan og slapp heil-bjargin til Kirkjubøar á bispasetrið, men sunnanmenninir vildu ikki skiljast sundur, fyrr enn teir høvdu fingið bispin dripnan, og fóru tí eftir honum. Tó tordi eingin at bróta dyr at fara inn at leggja hendur á hann, tí allir bóru  teir ótta fyri at verða settir í bann av páva-num, og tí fingu teir bóndan í Akrabyrgi, sum var heiðin, at drepa hann. Hann stóð úti og rópaði inn í stovuna: “Er hin rádni Mús við hús?”   Bispurin svarar:

“Nú situr Mús at kvøldmáltíð við borði,    
hann firraðist ei fyri mætari manni í norðri,
men viti tú Belsmaðurin reiði,
at Mús vil matnáðir eiga!”

Bispurin fór tá upp frá borði, læt seg í bispabúnaðin  og slapp upp á kirkjumúrin við øksi í hendi at  verja seg við har. Akrabyrgisbóndin og synir hansara tordu ikki at søkja at honum har, tí at hann hevði vápn, og múrurin var vígdur.  Tó lovaðu teir, at hann skuldi ikki sleppa og vóru tí standandi undir múrinum at forða honum at koma omanaftur av honum, fyrr enn hann gavst sjálvur.

Í tríggjar nætur og dagar helt so hetta við; men tá ið triði dagurin var liðin at kvøldi, fell bispurin í óvít av svongd og tosta og datt út av múrinum niður á jørðina; hann raknaði tó við av fallinum, men tá varð hann straks dripin av bóndanum.

Tá ið bóndin í Akrabyrgi var deyður, settu synir hansara búgv í Sumba og vóru kristnaðir.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891

-------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 

Dráp og frásagnir um dráp í Føroyum

 

Hammershaimb (1852):

Bls. 337: Sørin bóndi møtir Símuni og drepur hann.

 

 

Hammershaimb (1891):

Bls. 355: Eirikur tekur øksina og høggur høvdið av bróður sínum.

Bls. 362: Hálvdan Úlvsson høggur høvdið av Árnafjarðarbóndanum.

Bls. 368: Flokksmenninir vórðu omanstoyttir av hægsta Valaknúki.

Bls. 371: Ormur bóndi drepur Oyrarbóndan við øks.

Bls. 371: Ormur drepur son Oyrarbóndans.

Bls. 373: Ormur bóndi verður dripin á tingstaðnum.

Bls. 375: Húsfrúgvin gróv tvær arbeiðskonur livandi í jørð.

Bls. 380: 1 Mannafellsdali var stórt mannfall.

Bls. 380: Sunnanmenn vunnu sigur av hinum partinum og drópu nógv

fólk.

Bls. 381: Bispurin Mós varð dripin av Akrabyrgisbóndanum.

 

Hentze (1926):

Bls. 203: Skrivarin reiggjaði fjallstavin yvir høvdið og rámti Jóannes á

lendarnar. Hann andaðist átta dagar seinni.

 

Færøske Folkesagn og Æventyr (1961):

Bls. 12: Jógvan við Grind drepur son Giljabóndans í sjálvverju við

knfvi.

Bls. 15: Snopprikkur borar hol í bátin og klínir mold í holini, Báturin

sakk og allir menninir doyðu.

Bls. 16: Snopprikkur tveitir uppgávukonuna fyri borð.

Bls. 24: Hargarbrøðurnir drepa írskar ránsmenn. Niklas drepur ein við

at stinga hann við egnu korðu hansara.

Bls. 24: Ein annar hargarbróðir drepur ein íra.

Bls. 24: Hargarbróðirin Jógvan sló triðja íran til deyðis.

Bls. 27: Jansaguttarnir drepa fýra írskar ránsmenn. Ein varð dripin við

fjallstavi við píki.

Bls. 27: Ein annar varð kroystur til deyðis yvir hupparnar, og tveir

vóru bastir harumframt.

Bls. 31: Snæbjørn drepur fútan við pikstavi — ætlaði at drepa dómaran.

Bls. 39: Jákup bóndi við Neyst skjeyt tveir turkar og sló triðja deyðan

við byrsuni.

Bls. 39: Turkar skóru bróstini av eini konu.

Bls. 42: Ein býttlingur fekk høgt høvur frá kroppi av turkunum.

Bls. 43: Ein maður vísu Marjunar var dripin av seyðatjóvi við knívi.

Bls. 47: Ottar prestur í Vági doyði, tá húskallurin slepti línuni, so Ottar

fór beint í sjógvin.

Bls. 59: Kálvur Lítli letur Árna sita eftir í urðini undir Árnabergi, so

hann mátti leggja beinini har.

Bls. 60: Kálvur skeyt bátin, har børn Árna sótu, frá landi, so báturin

fór inn undir Árnaberg og sorlaðist í berginum.



 

Opdateret 29/11/2015

Besøg  
049452