Vi bruger Cookies!     

         
 X     
sumba

Sumba


Adressa til kvæðir.

http://www.fotatradk.com/kvadi.php 

 

 

Sumbingar; 9. februar 1959  Kong Hanses bryllup

Sumbingar; 9. februar 1959  Kong Sverker den unge

Sumbingar; 9. februar 1959  Regin smiður

Sumbingar 1965. Sumbingar kvøða. Frísarnir.

Sumbingar 1965. Gudbrands kvæði

Sumbingar 1965. Ungdóms vísa.

Sumbingar 1965. Ved Kristiansand

Sumbingar 1965. Jallgríms kvæði 

Sumbingar 1965. Sverkers vísa

Sumbingar 1965. Grímur á Miðalnesi

Sumbingar 1965. God nat og farvel

 Vilmunds kvæði

Geyti Àslaksson

    Ormurin Langi

Fiddling Faroes. Sumbingar kvøða brestiskvæði.

 

 

Sumbingar á dansiferð í Danmark 1927

 

Sumbingar á dansiferð í Danmark 1927

 

Sumbingar á dansiferð í Danmark 1927

 Johan Nielsen, Poul Johannes Midjord, Hilmar Baunsgaard, Tummas Nielsen.

 

 

Frísa kvæði

Veitslusangur til silvurbrúðarparið í Akrabergi hin 4. novembur 1964

1. Her settu í forðum frísarnir búgv,

teir frælslyntu garparnir reystu,

sum rýmdu frá konga- og kirkjuvaldi,

og fót her í Føroyum festu.

 

Ei gloymast skal minni frísanna

her búðu á sinni!

 

2. Teir rýmdu frá feitum Frísalandsfløtum,

eitt soltið fjallaland funnu,

og valdu sær heim í Akrabergi;

her høvdu teir sjálvræði vunnið.

3. Her høvdingur teirra, Akrabergsbóndin,

sjálvdømi í øllum hevði,

við høvding sunnbinga, Laðangarðsbóndan,

hann felag og vinarlag hevði.

4. Tá Ellindur bispur, við kirkjuskatti,

seyg føroyingar inn at mergi,

Hergeir hin frægi høvdingur var,

og bóndi í Akrababergi.

5. Í veitslulagi á landsins enda,

teir garpar við nýtum orðum

hátt kátir hevjaðu veitsluhorn,

og kvóðu um kappar í forðum.

6. Her sóu á sumri teir fløturnar fríar,

og Teistans- og Brunaberg fríu,

á vetri, tá brim fjaldi Sunnbiarstein,

lá sjórok um Deildir og líðir.

7. Sunnanmenn hart mót hørðum settu,

men norðingar lótu sær lynda,

við bispi at herja á sunnanmenn,

og kúga teir skattin at rinda.

8. Norðan- og sunnamenn fylktust til stríð,

og møttust í Kollfirðadali,

sunnanmenn víktu úr blóðigum leiki,

so mangur fann bana á vali.

9. Sendu teir boð til Akrabergsbóndan,

og bóðu hann høvding vera

hjá suðringum og hinum sunnanmonnum,

mót norðingum hevndarferð gera.

10. Sigldu úr Suðuroy drekaskip,

og frísar, við sunnbingum reystu,

tá lagt varð at landi, á odda gingu,

sum bygdamenn og teir bestu.

11. Herlið tá bispur og Akrabergsbóndin

fylktu í Mannafellsdali;

sunnamenn áttu teir menskastu kappar,

men norðanmenn meira í tali.

12. Lúðraljóð geltu í homrum hátt,

og herróp og vápnagný;

tá klovnaðu brynjur og hjálmar stukku;

droyrreyð rann Kaldbaksá stríð.

13. Akrabergsbóndin og synir hans,

og sunnbingar við teirra lið,

við suðringum ruddu í herin gongd;

teir góvu ei norðingum grið.

14. Norðingar máttu úr víggi venda,

og suðringar oyddu við brandi

tá bispagarðin i Kirkjubø,

og bispin teir róku av landi.

15. Hergeir og suðringar sigur vunnu,

og norðingar rýmdu av vali;

eitt avtoftað minni er Kirkjubømúrur

um stríðið í Mannafellsdali.

16. Hergeir fekk viðhald av Noregs drotti,

og útlagin Ellindur varð,

og hansara dómkirkjuskattur dømdur

sum lógbrot á landslóg har.

17. Í sigursveitslu í Akrabergi

hátt skaldið um sigurin kvað,

tá Hergeir við Suðuroyar høvdingum helt

eitt minniligt veitslulag.

18. Á Sunnbiargrund frísarnir friðskjól funnu,

her livdu sum góðir grannar;

teir sett hava merki í Føroya søgu,

sum sagnir og fornminnir sannar.

19. Tá sóttin hin svarta herjaði landið,

og Akraberg oyðað varð,

tveir frísar bert vóru á lívi, teir fluttu

til Hargar og Laðangarð.

 

Poul F. Joensen (1898–1970)

 

Huldugentan

 

1. Náttin svørt yvir landið lá,

fólkið tað mesta  svav.

Veðrið var gott, og mánin sá,

sólin var gingin í kav.

 

2. Ein var maður, ið úti stóð

hesa somu nátt,

náttina damar ei øllum gott,

gævi tað lýsti brátt.

 

3. Heyggjarnir runt um opna seg,

huldufólk koma í dyr,

hesin maður tað sýnið sá,

hevði ei sæð tað fyrr.

 

4.Vakrar moyggjar í skarlak reyð,

klæddar frá topp til tá,

skunda sær út av hvørjum heyg,

ætla til dans at gá.

 

5. Á fríðari fløtu tey sláa ring,

gentur og ungir menn,

ofta tey gera so knapplig sving,

dansa so runt í senn.

 

6. Dansa tey runt um víðan vøll,

vakurt tað var at sjá,

vøkur tey vóru á vøkstri øll,

bæði á brún og brá.

 

7. Songurin klingar sum klokkuljóð,

stundum sum bylgjubrús,

ekkóið aftur úr homrum sló,

stundum alt hoyrdist sum sús.

 

8. Ein kom smílandi har eg stóð,

sýntist at vera so blíð.

Aldri sá eg vænari fljóð,

hvørki í bygd ella bý.

 

9. Brúnir lokkar tann hvíta kinn,

rammað inn sum ein krans,

eyguni tey vóru dúgvublá,

strála í stjørnuglans.

 

10. Varrar fagrar sum purpur reyð,

brosið tað duftar søtt,

silkikápa um herðar fleyg,

slíkari hevði eg ei møtt.

 

11. "Gott kvøld" hon sigur og smílist við

hon rættir mær sína hond,

"eg eri tín vinur og vil tær frið,

góð eru vinskapsbond.

 

12. Eg havi sæð teg so manga ferð,

harav eg kenni teg gott,

tú hevur gingið mítt heim forbí,

bæði um dag og nátt.

 

13. Kom og dansa ein dans við mær,"

talar hon orðum blítt,

"við mína lið eg havi teg kær,

heim mítt skal vera tær frítt."

 

14. "Vakra genta, tað tori eg ei,

tí eg havi hoyrt frá sagt,

tit kunnu skjótt fortrølla meg,

fáa tit yvir mær makt."

 

15. Bliknaði hon við hesi orð,

sukkar frá brósti svakt,

hon skalv og vendi sær frá mær burt,

eg angraði, eg hevði tað sagt.

 

16. "Ikki er vert tú ræðist meg,"

talar tann fagra moy,

"ont eg ikki vil gera tær,

fyrr so vildi eg doyð.

 

17. Aldri tala vit vonda bøn,

ongum gera vit mein.

Fólk okkum hata sum versta pøl,

munna tey vera so rein?

 

18. Vit eru skøpt at ferðast um nátt,

skaparin skapti alt gott;

sól og máni bleiv døgnið býtt,

dagin hava vit frítt

 

19. Mánin fargar tann hvíta kinn,

hon turkar úr eygum tár;

barmurin bivar, tí bleytt er sinn,

svíða ger hjartasár.

 

20. "Syrg nú ei so, lat alt vera gott,

tak ei av hesum harm,

sakta vit ganga til dansin brátt,

ganga nú arm í arm."

 

21. Dansaðu vit tá hesa nátt,

til dagur í eystan var;

moyggjar skunda sær heim so brátt,

við gleði vit skiltust har.

 

22. Síðani havi eg manga ferð

dansað við henni í ring,

ofta vit møtast, tá eingin sær,

ganga so vítt umkring.

 

23. Ofta spadsera vit meðan dagur er

fró eftir vegnum fram,

glað hon smílist, tí eingin sær,

hatturin fjala kann.

 

24. Ofta eg komi til hana heim,

steðgi har eina stund,

tíðin gongur við skemt og gleim,

hon mær fylgir á fund.

 

25. "Hertha, tú er so ung og nett,

lukka fylgir tær við,

ger títt lív so ljóst og lætt,

signi tín hvíldarfrið".

 

26. Er tú mín vinur, so henda kann tað,

hana eg vísa kann tær,

slíka sjønheit tú aldri sá,

ikki í landinum her.

 

27. "Trútt sum trøllið" er gamalt orð,

stóla bert á tað fast,

huldufólk svíkja ei vinin sín,

fyrr enn at hjartað brast.

 

Johan Djurhuus, 15.10.1927.

 

 

Føroyskur dansur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

 
Føroyskur dansur á Viðareiði, Emil Krause 1904.

Føroyski dansurin. Av V. U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi, 1891.

Stuttleikin við tí føroyska dansinum liggur fyri mestan partin í, at hann verður troddur til sang, kvæði, kempivísur og fólkavísur, sum verða sungnar fyri av einum ella fleiri skiparum, meðan øll taka undir í viðganginum við endan av hvørjum ørindi. Øll tey dansandi fylgja hugtikin við í søgugongdini í kvæðinum, og tá okkurt serliga yndisligt ella hugtakandi kemur fyri, sæst tað á andlitsbrøgdum og atferð teirra dansandi – tá ruðileikin í bardaganum kemur fyri, taka tey hendurnar fastliga saman, og tá sigur er vunnin, loypa tey av gleði.

Sjálvur dansurin gongur fyri seg soleiðis, at fólk taka saman hendur og gera ein ring, og um fleiri koma upp í ringin, verður hann brotin og eitt innvik ringist inni í sjálvum ringinum. Er fólkatalið til tess og stovan nóg stór, ringist so aftur eitt innvik innan í tí fyrra, og so framvegis – men altíð í einum samanhangandi dansiringi, so at tann dansandi má fylgja hesum innvikunum i ringinum, og viðhvørt er í tí uttara ringinum, og løtu seinni í tí innara. Tey dansandi koma sostatt framvið hvørjum øðrum andlit til andlit og møtast tvær reisur í hvørjum umfarið.

Innihaldsyvirlit

Stígingarstev (Vanligur dansur)

Kvæðaløgini eru í sættaparts takt sum verður hildin av jøvnum og einstáttaðum fótatrampi. Vanligasti dansihátturin er tað sokallaða “stígingarstevið”.

Tey dansandi flyta seg støðugt til vinstru, so at hvør takt í tónleikinum verður fylgd av seks trinum.:

  1. vinstri fótur tekur eitt trin frameftir (til síðuna)
  2. høgri fótur verður fluttur móti tí vinstra,
  3. vinstri fótur flytur seg aftur fram,
  4. høgri fótur flytur seg tætt at vinstra,
  5. høgri fótur traðkar til síðuna ella eitt fet aftur,
  6. vinstri fótur flytur seg aftur móti høgra,

og soleiðis verður hildið fram óavbrotið, við sama stevið í takt við tónleikin. Er tað ein álvarsom vísa ið verður sungin seigliga, fylgir dansurin spakuligari og sinniligari.

Trokingarstev

Eitt frábrigdi av dansinum er “trokingarstev” (av at troka), har fólk sum vanligt halda saman hendur í einum óbrotnum ringi, men standa still ella fara eitt sindur aftureftir við tí vanliga stevinum meðan ørindi verður sungið, og so flyta seg frameftir við sama stevið, tá niðurlagið kemur fyri. Til henda dans, verða serliga skjótar og lívligar vísur nýttar. Hetta stev er burturfallið norðanfjørðs, men í Suðuroy, serliga í teimum syðru bygdunum, havi eg ofta luttikið í hesum dansi. Í heila tikið, leggja fólk har ein heilt annan dent á dansin enn norðanfjørðs, har tað oftast er tað einstáttaða stevið, ið dentur verður lagdur á.

Bandadansur

Eitt triðja slag av dansi, har skjótar og livligar vísur verða nýttar, er bandadansurin. Har standa fólk í tveimum røðum, 1 – 2 alin frá hvørjum øðrum, menn á aðrari síðuni, og kvinnur hinumegin við einum bandi ímillum sín. Meðan vísan verður sungin, stendur man í stað og trínur tað vanliga stevið, men tá niðurlagið byrjar, verða hendurnar ið halda bondunun lyftar upp í loft, og úr tí endanum av røðini, sum andlitini venda ímóti, boyggja fólk seg parvís undir tey lyftu bondini, til tey eru komin út aftur úr røðini, snara sær á, og hevja aftur bondini yvir teimum, tey tá møta. Steðga verður á tí plássinum har hvørt parið byrjaði, og so byrjar alt umaftur og heldur áfram til vísan er enda. Hetta er ein sera lívligur, men eisini troyttandi dansur.

Dansispøl

Fyri uttan sjálvan dansin, eru eisini fleiri ymiskir jólaleikir, og nakrir av hesum leikum verða leiktir til sangir ið hoyra til. Summir leikir eru serføroyskir (sum t.d. Frísavísa), aðrir eru komnir aðrastaðnis frá, t. d. at ríða ediling, sum eisini er íslendsk vikivaka: “her riðr Hoffin...”, og somuleiðis finnast í Jútlandi (samanber Lyngbye fær, kvæder, s. 37 – 38 og 589). Svabo hevur í 5. bindi av sínum ferðafrásagnum á tí Kgl. Bókasavninum, sagt frá einari rúgvu at tílíkum leikum, sum verða nýttir til samkomur í húsunum, ella úti undir opnum himli.



Opdateret 04/02/2012

Besøg  
047861