Vi bruger Cookies!     

         
 X     
sumba

Sumba


1.

Í Sumba finna vit í 1584 býlingarnar í Hørg við 3 húsum,
av teimum 1 festi, undir Hamri við bert einum 1 mk festi,
á Krossi við 3 húsum, sum eru felags um skattin, og við
Kvíggjá bert við einum festi, 1 mk 10 gl. Høvuðsbýlingurin
í Sumba, í Gørðum, er ikki nevndur við navni, men húsini eru
nevnd: Laðangarður er eitt 10 marka festi, í Niðurhúsum
hevur IV2 mørk í festi, og Kálgarður er longu farin sundur
í 2, ovari Kálgarður og niðari Kálgarður, sum hevur stívar
9 mk kongs. Her er skilliga talan um eina gamla sundurskifting
av býlinginum í fleiri hús.

2.

Sami høvundur
greiðir frá, hvussu Pól á Miðgerði í 1820 saman við soninum Poul Johannes á
Økrum bjargaði sjey monnum av sluppini »Emmu« úr Dunkerque, ið var farin á
land sunnanfyri Akrar.

3.

Í Sandoy roknaðu teir 18 bundi til eina tunnu av korni,
í Sumba 8 og í Vágum 12 til 14 bundi. í Porkeri rokn*
aðist raskur húskallur at skera 12 bundi um dagin, og í
Vágum kundi maður í tjúkkum og góðum akri skera
10””12 bundi um dagin, men ikki í tunnum akri (SVABO
1781 ”” 1782).

4.

Hjalmar Thomsen.

Ein hending frá 1935:

Føroyska skipið "Langanes" kom í ógvisligt ódnaðarveður á Suðurlandinum á vári 1935. Óløgini løgdu yvir skipið og knústu tað, ið fyri var. Stórmasturin kvettist av og fór fyri borð við stórseglinum.
Meðan menn stríddust á dekkinum fyri at bjarga tí, ið bjargast kundi, hoyrdist róp, at stórsjógvur var við at bróta inn yvir s
kipið.

Tveir ungir hvalbingar, Dánjal Jákup Holm og Niels Pauli Nónstein, stóðu og hildu sær í mastrarstubban, sum stóð eftir í dekkinum. Men Dánjal Jákup rakk so illa tvørturum, at hann fekk ikki krept hendurnar.
Sjógvurin breyt, og teir vóru hangandi. Men so kom eitt brot í hølunum á hinum brotinum. Tá misti Dánjal Jákup takið og fór fyri borð.

Sumbingurin, Hjalmar Thomsen var farin aftur um stýrihúsið. Tá sær Hjalmar nakað, ið hann helt líktist einum posa, sum kom rekandi aftureftir. Hann vildi vita, hvat tað var, og sá, at tað var ein maður.
Hjalmar, sum var ein sterkur unglingi, toygdi seg út um lúnningina, fekk í hárið á 18 ára gamla Dánjal Jákupi og fekk hann inn á dekkið í allarseinastu løtu.

Pápi tann bjargaða sonin var so takksamur, at hann hvørt ár eftir hetta kom við einum lambi til Hjalmar.

Skriva av Anfinn Kallsberg. 

5.

Við lóg nr. 30 frá 28. februar 1872, sum kom í gildi 1. oktober 1873, fingu Føroyar eina kommunuskipan, sum býtti landið sundur í kommunalar eindir. Suðuroyar sýsla gjørdist ein kommuna við navninum "Forstanderskaber for de forenede Sogne i Suderøes Præstegjeld". Øll Suðuroyggin var soleiðis ein kommuna, men hvør sókn var tó ein sjálvstøðug eind við sínum egna roknskapi.

Longu í 1878 fór Hvalbiar sókn burturúr felagskommununi, og árið eftir fór Froðbiar sókn burturúr. Hinar sóknirnar í oynni, Fámjins sókn, Porkeris sókn, Vágs sókn og Sumbiar sókn vórðu verandi eftir í felagskommununi inntil 1907, tá ið Vágs sókn fór burturúr, og árið eftir fóru hinar sóknirnar burturúr.

 

6.

Stedets navn:

Sumba

Gl. dansk navn:

Sumbø

Indbyggere:

254 (01.01.06)

Kommune:

Sumbiar 

Postnummer:

FO 970

Fodboldklub:

Sumba (Sumbiar Ítróttarfelag)

Placering:

N61º24'21 W6º42'19

Roklub:

-

 

 

 

 

Sumba er den sydligste bygd på Suðuroy.
Bygden ligger på vestsiden af øen som den eneste bortset fra Fámjin.
Sumba menes at være en af de ældste beboede steder på øerne. Der er fundet spor helt tilbage til i starten af 600-tallet.
Kirken i Sumba er fra 1887.

Da Sumba ligger bag høje bjerge var der ofte problemer med at komme til og fra bygden når uvejret rasede om vinteren. I 1997 sprængte man en tunnel gennem bjergene fra Lopra til Sumba der gør livet lettere for ’Sumbingerne’.
Besøger man Sumba i godt vejr bør man tage den smukke tur over bjerget. Oppe på bjerget i 400 meters højde, hvor der står en høj radiomast, kan man gå de 50 meter ad en sti ud til kysten. Her har man en mageløs udsigt over den forrevne kyst med fuglebjerge og skær. Her rejser Beinisvørd sig 470 meter lodret op af havet. Man kan sagtens smutte op på Beinisvørd selv om hældningen på ’bagsiden’ af fjeldet er ret stejl.
I 1975 styrtede en del af toppen i havet”¦så man ku’ også lade være.

Syd for Sumba, på øens sydspids, ligger Akraberg. I dag står der et fyrtårn, men man kan også ane spor af volde og opdyrkning. Disse stammer fra en Friserkoloni der var på stedet fra 1040 til 'Den Sorte Død' udryddede stedet i 1350. Friserne var hedninge selv længe efter at Færøerne var blevet kristnet.
Man siger de drev sørøveri og de nævnes i flere sagn.

5 kilometer syd for kysten står færøernes sydligste punkt Munkurin. Sundet mellem Munkurin og Suðuroy er berygtet for dets voldsomme strøm.
I 1884 styrtede Munkurin delvis sammen.

7.

Zachariasen (1959-61) sigur tað vera søgn, at eitt turkaskip rendi á land á
Sumbiarhólmi (í 1627?). Ein maður kom sær upp á hólmin og varð verandi fýra
ár í Sumba, har hann legði eftir seg leysingarson, sum seinri fór norðurum at
búgva.

8.

  •   625 De Irske munke ”Paperne” bosætter sig i Sumba (sagn)
  • 1349 Tre mænd fra Akraberg overlever pesten og gifter sig med 3 overlevende kvinder.
  • 1531 Frederik 1. udpeger Andreas Guttormsen fra Kálgardur i Sumba til Lagmand.
  • 1627 Et sørøverskib strander på Sumbiarhólmur, kun en overlever. (sagn)
  • 1884 Færøernes sydligste punkt Munkurin også kaldet Sumbiarsteinur styrter delvis sammen.
  • 1977 En dansegruppe fra Sumba får Europaprisen for folkekunst: "den Europapreis für    Volkskunst".
  • 1997 Tunnellen fra Lopra til Sumba åbnes.

 

 

 


 

 

Opdateret 05/02/2012

Besøg  
051703