Vi bruger Cookies!     

         
 X     
sumba

Sumba



Akrar.

 

Akrar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

 
Akrar
Akrar á Føroyakortinum.
Postnummar FO 927
Kommuna Sumbiar kommuna
Markatal -
Íbúgvar (2005) 28

Akrar er lítil bygd á sunnara armi á Lopransfirði í Suðuroy, ein sonevnd niðursetubygd.

Akrar á frímerkinum frá 2004.

Fyrsti maður, ið setti búgv á Økrum, var úr Sumba. Hetta var í 1818. Seinri fluttu onnur til bygdina. Kendasti maður á Økrum er Poul Johannes Midjord (1823-1908), ið var táttayrkjari. Hann giftist við dóttur nesbóndans hinu megin fjørðin, men tað var ikki við bóndans vilja, og sagt verður, at Poul Johannes fór eftir unnustu síni á nátt og flutti hana yvir um fjørð, uttan at foreldrini vistu av. Kendasti táttur hansara er eisini Nesbóndatátturin, har hann ger gjøldur burtur úr verfaðirinum.

1.

Jacobsen (1969) hevur skrivað hvussu Pól á Miðgerði í 1820 saman við soninum Poul Johannes á
Økrum bjargaði sjey monnum av sluppini »Emmu« úr Dunkerque, ið var farin á
land sunnanfyri Akrar.

2.

Í 1847 verður nýggj kirkja bygd í Porkeri, tann sum
enn stendur í Porkeri.

Tá hon er komin undir tak, verður tilfarið úr gomlu kirkjuni
selt á uppboði fyri 95 rbd. 80 sk. Poul Jacobsen, Poul á Miðgerði,
á Økrum, skal hava staðið fyri arbeiðinum upp á nýggju kirkjuna.
Søgn er, at hann og synirnir báðir, Jákup og Poul Johannes, ið
eisini vóru við í arbeiðinum, fingu viðin úr gomlu kirkjuni sum
arbeiðisløn, og skuldi viðurin verða nýttur til at byggja sethús av
á Økrum, sum standa uppi enn.

3.

Brot úr samrøðu 5. august 1962, sum Mortan Nolsøe hevur gjørt 
við Daniel Jacob Joensen,
Dálla í Kvínni, Sunnbø (d. 1069) 1) Tað er likt til, at tikið
hevur verið til ørindið, tá ið farið varð heiman frá fyri longri tíð
ella med alla:

»DJJ: Pól á Miðgerði, tá ið hann fór síðstu ferð av
Økrum, — hann fór vestur gjøgnum mølina, klæðini vóru
komin í bátin hjá honum, men hann hevði ein kistil sjálvur
undir hondini ella skrín, sum tað varð nevnt. Tá
kvað hann hart. . . . hatta ørindið, sum ljóðar soleiðis:

Maðurin gleið, og ryssan meig,

alt gekk eftir hæli [heali].

»Ojanmeg« ['o.-jan^me:], sum Skreppingur segði,

»nú skiljist eg frá Dali.«

MN: Hvar fór hann so?
DJJ: Tá fór hann til Hovs, og hann kom ongantíð aftur.
Hann var niðuri í handlinum og keypti korn, og kom
hann inn aftur og datt á roykstovugólvinum. Soleiðis
doyði Pól á Miðgeri.  

 

 

 

 

 

 


Besøg  
048785