Vi bruger Cookies!     

         
 X     
*****

Sumba




Kappróður    Sunnbingurin.    1964.

 

 

Tað var í 60 árunum, at sumbingar í fjølmiðlunum lovaðu ólavsøkugestunum, at vunnu teir ikki á ólavsøku, so ótu tær bátin eftir róðurin. Eitt er tó vist, at Sumbingur er ikki etin, tí hann stendur í neysti í Sumba.

Eftir ólavsøkuróðurin stóðu allir kappróðrarbátarnir á Kongabrúnni til stóra gleði fyri ólavsøkugestirnar, sum eisini á miðaru nátt leitaðu oman á Kongabrúnna at hyggja at kappróðrarbátunum. Mangt reypi var at hoyra við nógvu bátarnar. Tá í tíðini vóru sjálvir bátarnir hægri í metum millum fólk, enn teir eru í dag. (Vagnur)  

 

 

Jóansøkan í Vági í 1926
Veðrið jóansøkudag í 1926 var av tí besta, tá ið bátar og skip stevndu inn gjøgnum tann spegilsblanka Vágsfjørð. Øll fiskaplássini av Marknoyri og vestur til Misá vóru avtakin við snjóhvítum fiski, og millum húsini lá hin grasgrøni bøurin. Niðari vegur, nú Vágsvegur, var rættuliga nýggjur tá, og fram við vegunum stóðu elsteyrar við elektriskum ljósi. Tað var ikki aðrastaðni í Føroyum tá. Kaiin, gamla kai, har tað gula pakkhúsið stóð, var bara eitt ára gomul.

Stutt frammanundan høvdu vágbingar havt vitjan av kongshjúnunum. Sunnudagin 6. juni klokkan hálvgum sjey á morgni lógu “Niels Juel og “Geysir” á fjørðinum uttan at nakar visti av, og umleið klokkan 12 komu kongshjúnini í land. Talur vórðu hildnar, og nakað eftir tað fóru kongur og fylgið ein túr vestur á Eiðið. Magnus á Gørðunum hevði úr at gera við at greiða hjúnunum frá um útróður av Eiðinum. Nógvir vágbingar fingu tá høvi til at heilsa uppá kong. Á vegnum heimaftur av Eiðinum stukku kongshjúnini inn í Nýlendinum og heilsaðu uppá húsfólkið.

Seinni um dagin stevndu skipini út aftur av fjørðinum og sigldu norður á Tvøroyi.

Fyrsta punkt á skránni jóansøkudag í 1926 var kapprenning. Fyrst runnu Jógvan Mortensen av Tvøroyri og Johan Dahl úr Vági 200 metrar. Johan Dahl vann. Síðani runnu Karl Nolsøe av Tvøroyri og Jens Mohr Nolsøe úr Vági 500 metrar, og aftur her endaði kappingin við at sigri til vágbingar.

Síðani var kappróður millum 6 áttamannafør. Vinnari gjørdist báturin “Øgrum” av Øgrum. Næstur var “Norðstjørnan” av Nesi, og síðani “Ørnin” úr Øravík. Nevnt verður í Føroyatíðindum (Tíðindablað fyri Suðuroynna, sum varð prentað á Tvøroyri), har hetta er tikið úr, at hetta var ein stórur dagur fyri Johan á Øgrum, tí hann heðvi smíðjað báði “Øgrum” og “Norðstjørnuna”.

 

Jóansøka í Vági í 1928
Tvey ár seinni í 1928 er aftur jóansøkuhald í Vági. Hesa ferð var veðrið ikki so gott sum í 1926, men mongd av fólki kom úr bygdunum í Suðuroy til Vágs at halda jóansøku. Bygdin var uppskrýdd við báði føroyskum og donskum fløggum. Tað fyrsta, tey fremmandu løgdu til merkis var tann stóra kirkjan, sum stóð í gerð.

Jóansøkuhaldið byrjaði við, at Jákup Dahl próstur helt gudstænastu í kirkjuni á Kirkjukeltti á føroyskum máli.

Síðani var kapprenning millum Jens Mohr Nolsøe og Poul Holm á Tvøroyri, 500 metrar, og aftur hesa ferð var tað Jens Mohr, sum vann, 200 metrar runnu Eli Mortensen og Johan Dahl, men hesa ferð var tað ikki Johan Dahl, sum vann, tvørámenn fóru norður við sigrinum.

Tíggjumannafarsróðurin var millum trý tíggjumannafør: ”Svanin” og ”Klossuna” úr Vági og ”Hammer” úr Porkeri. Og longu frá tí róðurin byrjaði, var ta𠔝Svanurin”, sum var á odda. Næstur var ”Klossan”, og síðstur var ”Hammer” úr Porkeri. Róðurin endaði eisini við, at ”Svanurin” vann. Síðani rógva áttamannafør: ”Mercur” úr Vági, hann hevði vunnið fleiri ferðir fyrr, og so ”Broddur” og ”Ljósablái” báðir úr Sumba. Her endaði róðurin við sigri til sumbingar, ”Broddur” var langt fremstur, og aftastur var ”Mercur”. Kappróðurin á jóansøku 1928 endaði við, at tveir gentubátar, annar úr Vági og hin av Nesi, róðu, og henda róðurin vunnu Nesgentur.

Opdateret 02/02/2012

Besøg  
050286